Ári og Holst taptu

Ári Mohr Jónsson spældi allan dystin fyri Silkeborg, tá teir í kvøld taptu 1-0 fyri AC Horsens í donsku 1.deild.

 

Tað vóru tvey bæði liðini, sum fluttu niður úr Superliguni farna kappingarár, ið møttust í Horsens í dag. Ári Mohr Jónsson byrjaði inni hjá Silkeborg, meðan Christian L. Holst kom á vøllin smáar tjúgu minuttir fyri tíð.

 

AC Horsensa vann dystin 1-0 við máli, sum Janus Drachmann skoraði stutt fyri hálvleik, tá hann sneiddi hegnisliga framvið verjuspælarar og úr stuttum sendi bóltin upp í nettakið.

 

AC Horsens liggur nummar eitt eftir tríggjar dystir, meðan Silkeborg liggur á áttinda plássi við trimum stigum fyri tríggjar dystir.

 

Frásøgumaðurin í danska sjónvarpinum metti, at lykilin til eitt gott kappingarár hjá Silkeborg var at fáa Christian L. Holst í góða venjing, tí hann kann gera munin.