Og tá vit minnast teir farnu líkasum lýsnar eitt sindur. Tað var so nógv gott. Tað var so vælsignað. Og tað góða er altíð gott, sjálvt um bæði løtan og persónurin eru farin. Tað góða hevur ævigt virði og [...] sigur á deyðanum. Sjálvt um deyðans hond kennist køld og óunnilig, ja er ræðulig, so eigur deyðin ikki seinasta orðið. Vegna Jesus Kristus og fullgjørt verk á Golgata krossi fingu vit fyrigeving syndanna [...] heilsan. Á hesum sinni verður hon borin við sorgblídni. Mitt í gleðini um uppreisn av deyða kennist sorgartám, og vit skoða vónina um ævigt lív við vátum eygum. Vit sakna, syrgja og gráta. Og tað eru løtur
í skúla eina viku um mánaðin, so tað var avmarkað, tað vit lærdu. Men dugdi tú at rokna, lesa og skriva tá á døgum, so kravdist ikki meira av bókligum lærdómi. So einfalt var tað. Um summarið vóru vit [...] fýra mans, lemmurin varð lagdur á, so teir sluppu so ikki upp. Skipið var nú rangstoytt, og Per og eg lupu fram í kolrúmið at oysa sjógv, og til alla lukku fingu vit oyst so mikið, at skipið lætnaði og fór [...] hugsaði um heilsuviðurskiftini og at fáa bygdina at síggja so reina út sum gjørligt. Ein dagin eg var í Havn, møtti eg landslæknanum og bað hann koma til Tjørnuvíkar og gera sínar metingar um opnu rennurnar
forløgini settu orðabókagerð í verk, góvu bøkurnar út og fingu vinningin, og so skuldi tað almenna stuðla við at goldið framleiðslukostnaðin. - So var skottið greitt, landið stuðlaði mentanararbeiðinum, [...] í Hoydølum og østu okkum um næmingarnar, sum ikki dugdu at umseta til føroyskt. So sigur onkur, at vit burdu umsett Gyldendals ensku orðabók til føroyskt. Og Zakarias Wang, so bráður sum hann er, tekur [...] hendinga góðar hendur, tit høvdu prógvað tað frammanundan, á filantropiskum og idealistiskum grundvølli, og tað skal sigast, at tit sviku ikki álitið. Í ístaðin fyri at tosa og tosa um visiónir fyri politisku
heilt út á eitt síðuspor? Kunnu tit góðtaka at tann presturin tit sjálvi vildu hava og sum tit valdu til kirkjuna er bara fjernaður vegna maktgirnd. Hava tit sum kirkjuráð gjørt eina kanning millum konfirmantar [...] heilt spildirnýggj sjónarmið, um kvinnuligar prestar og um uppafturgiftu spurningin, so kundi ein skilt at farið var móti manninum sum gjørt verður. Persónliga kendi og minnist eg prestar, sum høvdu sama sjónarmið [...] Vilhelm sála sum bispar, valdaði ikki so nógv misnøgd í kirkjuni. Teir høvdu tey evnini at kunna tosa seg til sættis um eitt hvørt tók seg upp. Tað varð ein líka so blandaður skari av prestum, sum vit hava
sama ár fingu listafólkini boð frá kommununi um, at tey kundu keypa húsini. Prísurin á húsunum var settur at vera 2,5 mió. kr., men sambært ListGraFo hevði Heðin Mortensen gjørt teimum greitt, at um tey megnaðu [...] fysikkstovuna í kommunuskúlanum. Um hetta mundið hevði kommunan ætlanir um at gera kommunuskúlan til lista- og mentanarhús, og felagið sendi tí eisini umsókn til kommununa um at fáa fast innivist í skúlanum [...] fekk ListGraFo boð um at flyta amboð og útgerð oman í gomlu evningsstovuna undir auluni. Eitt gott ár seinni, í 2016, skuldi skúlin brádliga tømast. Tey í ListGraFo fingu ikki boð um, at skúlin skuldi tømast
fíggjarliga økinum. Tað er stórt spell, at tit ikki vilja vera við til at skifta orð um og leggja ætlanir fyri hesum møguleikum. Ikki minst tí tit eru væl vitandi um, at teir eru har. Endurskoða ikki niðurbróta [...] fullveldismálinum. Hava tit bert eitt lítið vet av journalistiskum medviti, so sigur hetta tykkum, at tit eiga at gera so. Finnur Helmsdal, tjóðveldismaður [...] hava nakra kvalifiseraða hugsan um blaðmannaarbeiði (men blaðfólk kunnu væl hava kvalifiseraðar hugsanir um alt-eisini sosial viðurskifti), tó eri eg ikki eina løtu í iva um, at fóru ávíkavist ábyrgdarblaðstjórin
misbrúkt til sovorðið svínskt og ljótt antidemokratiskt bakbit. So tosar hon um at branda Klaksvíkina positivt – hetta er primitivt út um alt sømuligt mark, brúka hart vunnar skattakrónur, til niðurgerð [...] sum frægast, so vit um nøkur fá ár sleppa burtur úr skuldarkreppuni, og aftur kunnu líta framá. Tað kostar í veljarandirtøku í løtuni, men at latið staðið til eini tvey ár afturat, og so farið undir upptakið [...] ómettiligum kapitalistiskum penganymfomanum, sum ongantíð fingu nokk í einum púra fríum liberalistiskum búskapi, har sloganini hjá Jørgini Niclasen um fríu marknaðarkreftirnar og borgarligu idealini vóru í
Hetta skipaðu so brøðurnir fyri og løgdu arbeiðið til rættis. Tá ið teir so fluttu húsini, tók tað teimum bert ein hálvan tíma at flyta øll húsuni uppá pláss. Seinni bygdi so Poul upp í húsuni, so tey blivu [...] Hann er púra klárur, og ein kann práta við hann, sum um hann var ein unglingi. Tá eg skal skriva eitt sindur um Poul, má eg fyrst skriva eitt sindur um pápa hansara, og okkara viðurskifti við hann. Pápi [...] centnarar inni. Allir bátar har um leiðir vóru farnir at sigla, og nú fóru teir eisini. Tá teir høvdu siglt nakað, steðgaði motorurin, og hvat teir so enn royndu, fingu teir ikki motorin í gongd aftur
bestu dagar, tú hevði livað,- at hetta bar til at syngja so væl, visti fáur í bygdini. Var sangverðin so sterk og so stór, at maður kundi syngjað so væl saman við kóri og undirspæli? Hetta rakk langt í huganum [...] kríllinum. Tær gera mannin í so máta ikki eldri. Nei heldur tað, at tað er ein sjarma meira, og minni er at kemba. Tú ert so "streymlinjaður" sum fáur, og ikki sum eg veit um, hevur skammlop verið í tíni [...] Ikki vardi tað meg, at tú vart komin so langt upp í árini. - Speglið er ikki, tað tað hevur verið,- kanst tú siga, men sigur speglið tær tað, so er sannleikin ein annar. Nei Poul Jacob! Tú ert eins fattur
møguleika minni enn so. Í Norðstreymi hava vit merkt niðurskerjingina serliga nógv seinastu árini, og eru fólk sera fortørnað um hesi viðurskifti. Um nakar sum helst vilji er til staðar, so mátti tað kunna [...] bygdunum. Um Postverk Føroya onki annað hevur í ermuni enn at lata posthús aftur og niðurleggja landpostboðið, so er bara at snara lykilin um á Postverki Føroya og grýta hann langt vekk, so ongin finnur [...] Ì Norðstreymi fellur hamarin tíðum, tá um niðurlegging av posthúsum og landpostboðum ræður. Posthúsið í Hvalvík varð niðurlagt fyri fleiri árum síðani, og fingu tey landpostboð í staðin, hetta eftir avtalu