Prestastarvið í Dómkirkjuni

Thomas J. Askham

Tað er ein lítið heiðurlig viðgerð og viðferð sum tann ungi presturin Fonsdal hevur fingið frá teimum, sum sita á ovastu rók í fólkakirkjuni.
Sum skilst so koyra próst Bæk og biskop Joensen parleyp fyri at diskvalifisera henda unga og vælumtókta prest frá starvinum.
Hevði tað nú verið so at Fonsdal lanseraði nøkur heilt spildirnýggj sjónarmið, um kvinnuligar prestar og um uppafturgiftu spurningin, so kundi ein skilt at farið var móti manninum sum gjørt verður.
Persónliga kendi og minnist eg prestar, sum høvdu sama sjónarmið sum Fonsdal, hesir prestar fingu frið at virka sum prestar í kirkjuni, eisini í tí gomlu havnar kirkju ? nú dómkirkjuni.
Í hesum skammiliga og lítið tignarliga máli týður alt uppá, at biskop Joensen hevur ein alvorligan leiðaratrupulleika, hann letur seg draga í maneguni av nøkrum makt søknum persónum.
Fyri at vísa eitt slag av myndugleika (autoriteti) so leggur hann á har garðurin er lægstur og fær danir at hjálpa sær at taka livibreyði frá familjuni Fonsdal.
Vit kunnu bert ásanna, og staðfesta at tey mongu árini vit høvdu Jákup Joensen og Eivind Vilhelm sála sum bispar, valdaði ikki so nógv misnøgd í kirkjuni.
Teir høvdu tey evnini at kunna tosa seg til sættis um eitt hvørt tók seg upp.
Tað varð ein líka so blandaður skari av prestum, sum vit hava tað í dag, ein skari sum er so rúkandi ósamdur um bíbilskar spurningar og hvussu teir skulu skiljast og útleggjast, tó atlíkavæl eydnaðist tað at halda hesum spenningum innanveggja. Jú, Joensen og Vilhelm kundu og dugdu hetta at umgangast fólk.
Tann blandaði skarin av prestum vit hava í dag er ikki minni ósamdir í bíbilskum spurningum, um ein ikki sjálvur lesur í orðinum, men bert letur seg leiða av tí ein fær boða, so verður ein skjótt bæði ørkymlaður og forvirraður.
Tí er spurningurin, hví skal Fonsdal ofrast?
Er tað tí hann hevur eina sjálvstøðuga meining um kvinnuligar prestar og um uppgiftuspurningin?
Ella er tað tí hann tekur Guds orð sum tað er?
Tað mugu vera tey fægstu, sum keypa hasa, at ongir pengar eru til starvið, eitt navn má barnið hava. Um so er at peningur trýtur, so má kirkjan sum stovnur royna at finna hvar kunna vit spara og hvar kunna fáa hesar pengar, tað eru allir aðrar stovnar her í landinum noyddir at finna út av.
Hvat við at hyggja uppá konti um viðlíkahald av havaarbeiði við prestagarðar, har hevði óivað verið nakrar krónur at heinta.

Kirkjuráðið í Dómkirkjuni
Vit hoyra ikki eitt pip frá kirkjuráðnum í fjølmiðlunum, eru tit sett heilt út á eitt síðuspor?
Kunnu tit góðtaka at tann presturin tit sjálvi vildu hava og sum tit valdu til kirkjuna er bara fjernaður vegna maktgirnd.
Hava tit sum kirkjuráð gjørt eina kanning millum konfirmantar og foreldur teirra, hvat siga tey, at annar prestur tekur yvir.
Møguliga er tað ikki tykkara uppgáva, tað vildi givið tykkum eina mynd av hvat brúkarin av kirkjuni hevði at siga.
Tað eru foreldur sum hava verið sera, sera fegin um tað tíðina sum børn teirra hava gingið til hjá Fonsdal, hann hevur megnað at fáa børnini at interessera seg meira fyri tí andaliga, tað vóru tey foreldur, sum ynsktu at tað var Fonsdal, sum fermdi (konfirmeraði) børn teirra, nú er so tann gleðin tikin frá teimum vegna maktsøkni.
Nú má tíðin vera komin hvar kirkjuráðið, um tað hevur nakran myndugleika ruddar upp í dómkirkjuni og fær tingini uppá pláss.
Nú er tað óivað onkur, sum hevur reist seg úr sæti, og spyr hvat billar hann sær inn at blanda seg uppí hettar, hann gongur ikki í dómkirkjuna.
Tað er púra rætt eg gangi ikki í dómkirkjuna, eg vil gera brúk av mínum demokratiska rætti og sum limur í tí føroysku fólkakirkjuni og sum gjaldari av kirkjuskatti, vil eg luttaka í debattum sum hava mín áhuga innan fólkakirkjuna.
Mín áheitan til kirkjuráðið í dómkirkjuni, berið so í bandi, at uppsøgnin av Fonsdal verður innaftur drigin, so maðurin kann halda áfram um hann ynskir tað.

Ein seinasti spurningur
Eg vil venda mær til tín Fonsdal við einum spurningi?
Var tú vitandi um tey viðurskiftir, sum vórðu í dómkirkjuni, um kvinnuprestin og støðuna hjá próst Bæk?
Kanst tú greina hettar fyri okkum.