Privatir duga betur at geva bøkur út

Meðan orðabøkur drukna í embætisverki og grunnum, kemur privata felagið, Sprotin, 16. november í ár, út við Føroya higartil størstu og mest framsøknu orðabók. Mentamálaráðið skal stuðla orðabókagerð, men tað skal ikki spæla forlag, halda teir

Í november kemur ein nýggjur føroyskur orðabókapakki út. Forlagið Sprotin gevur út bæði eina enskt-føroyska orðabók á 1700 blaðsíður og eina føroyskt-enska orðabók á 2100 blaðsíður. Hartil kemur eisini ein fløga, sum kann dagførast regluliga á einum orðabókaportali, har nýggj ensk og føroysk orð alla tíðina verða førd inn. KT skipanin handan orðabókina er ment av føroyskari fyritøku.

Menninir aftan fyri hesa stóru verkætlan eru Jonhard Mikkelsen, lærari á Føroya Læraraskúla, og Annfinnur í Skála, lærari á Studentaskúlanum í Hoydølum.

Kári Davidsen, sum hevur gjørt eina týskt-føroyska orðabók, greiddi í samrøðu við Sosialin, týsdagin 4. september, hvussu hann í mong ár hevði søkt Mentamálaráðið um stuðul, men til fánýtis.

Jonhard Mikkelsen og Annfinnur í Skála hava fíggjað nógv av teirra arbeiðið sjálvir, men í 2001-03 fingu teir løn frá Mentamálaráðnum til at gera eina føroysk-enska orðabók umframt at gera telduførar dagføringar av hinum.

- Vit hava ikki ringar royndir av Mentamálaráðnum, men vit hava heldur ikki brúkt teir so nógv, siga teir báðir.

Tá teir byrjaðu at gera orðabók vóru fleiri ivandi, um hetta var rætt. Orðabókaarbeiðið hoyrdi heima hjá tí almenna og í fróðskaparsetrinum, hildu fleiri.

Men í dag hava Annfinnur í Skála og Jonhard Mikkelsen prógvað, at tað letur seg gera.


Landið stuðla og vinnan reka

Við drúgvu royndunum í orðabókavinnuni hava teir nakrar avgjørdar hugsanir um, hví so fáar orðabøkur koma út á føroyskum.

- Størsti trupuleikin á føroyska orðabókamarknaðinum í dag, er at onki skott er millum tað almenna, grunnar og forløg, sigur Jonhard Mikkelsen.

- Mentamálaráðið keypir rættindi til bøkur, sum so eisini gevur teimum rættindi til inntøkurnar, men ein slík forlagsuppgáva hoyrir ikki heima í einum mentamálaráði.

Síðani hava vit ein grunn, sum skal stuðla orðabókagerð, men tey keypa eisini orðabøkur upp. Alt er tí blandað saman, halda teir báðir í Sprotanum.

Orðbókagerð er ein partur av  at røkja føroyska málið, og landið eigur avgjørt sín leiklut í hesum, halda teir. Men Mentamálaráðið skal ikki spæla forlag, leggja teir dent á.

Heldur skuldi tað verið soleiðis, heldur Jonhard Mikkelsen, at forløgini settu orðabókagerð í verk, góvu bøkurnar út og fingu vinningin, og so skuldi tað almenna stuðla við at goldið framleiðslukostnaðin.

- So var skottið greitt, landið stuðlaði mentanararbeiðinum, og kappingarhugurin at útgeva bestu bøkurnar dreiv verkið hjá teim privatu.

Men í Føroyum er tað ikki so væl umtókt at vinna pengar upp á mentan. Tað er næstan skeivt, sigur Annfinnur í Skála.

- Tað var ikki við vinningi fyri eyga, at vit fóru í gongd, sigur Jonhard Mikkelsen smílandi.

- Nei, men síðani er vit kanska blivnir eitt sindur svangari, flennir Annfinnur í Skála.


Byrjaði í lærarastovuni

At Jonhard Mikkelsen og Annfinnur í Skála endaðu sum orðabókarithøvundar og –útgevarar er ikki eitt úrslit av drúgvari tilrættalegging.

- Vit sótu á lærarastovuni í Hoydølum og østu okkum um næmingarnar, sum ikki dugdu at umseta til føroyskt. So sigur onkur, at vit burdu umsett Gyldendals ensku orðabók til føroyskt. Og Zakarias Wang, so bráður sum hann er, tekur telefonina og ringir til Gyldendal og spyr, um tað bar til at keypa forritið, minnist Jonhard Mikkelsen. 14 dagar seinni høvdu teir keypt forritið hjá Gyldendal.

- Vit anaðu ikki, hvat vit fóru í holt við. Men vit hildu bara, at um vit ikki gjørdu tað sjálvir, vórðu vit nokk noyddir at bíða heilt til dómadags, sigur Annfinnur í Skála.

-Forlagið hjá  Zakariasi Wang, Stiðin, varð brúkt at geva bøkurnar út, greiðir Jonhard Mikkelsen frá. Teir keyptu forritið frá Gyldendal fyri egnan pening og fíggjaðu alt arbeiðið við privatum bankalánum, sigur hann.

- Onkur hevur funnist at, at vit brúktu ein danskan frymil. Men eg haldi tað bara hevur verið ein fyrimunur. Við hesum høvdu vit atgongd til eina rúgvu av viðkomandi dømum. Hetta er ofta ein trupuleiki í føroyskum orðabókum, har dømini, sum brúkt verða, eru úr 1700 talinum, staðfestir Annfinnur í Skála.

- Umstøðurnar vóru ikki lættar. Ongir listar vóru yvir ymisk fakúttrykk, og vit máttu byrja heilt frá botni. Zakarias Wang hevði ein lista við 70-80 heimildarfólkum, sum vóru serfrøðingar á ymiskum økjum, sum binding, matgerð, fiskiskapi, og øðrum.

Í dag er alt forlagsvirkið yvirtikið av felagnum Sprotanum, sum Jonhard Mikkelsen eigur. Telduskipanin handan nýggju orðbókina er ment av føroysku teldufyritøkuni, Zenit, og Jonhard Mikkelsen metir avgjørt, at tað eru útflutningsmøguleikar í hesari skipan. Hann greiðir frá, at hetta er ein tann mest framkomna tøknin á marknaðinum, og møguleiki er eisini at knýta alnótstøku útgávuna til eitt fartelefonnet. Sprotin er í samráðingum við Føroya Tele um samstarv á hesum økinum, men avtalan er ikki komin upp á pláss enn.

Til stóru orðabókaútgávuna, sum nú er á veg, hevur Sprotin fingið ávísan stuðul frá Mentamálaráðnum og eitt sindur frá privatum fyritøkum. Enn vóna teir tó, at fáa eitt sindur afturat.



Politisk gummisella

Torbjørn Jacobsen var mentamálaráðharri tað árið, Annfinnur í Skála og Jonhard Mikkelsen fingu tvær árslønir at gera orðabøkurnar teldutøkar. Tá allar tríggjar bøkurnar í 2005 vórðu teldutøkar, helt Torbjørn Jacobsen røðu.


»Tað var hugaligt tann dagin mentamálaráðið gjørdi sáttmála við teir báðar Annfinn og Jónhard. Annfinnur, ein føroysk útgáva av John Cleese og so føroyski Sisyfos-paralellurin Jonhard Mikkelsen, ið hevur rulla so nógvar klettar niðan eftir fjallasíðunum, onkur fór stiklandi oman brekkuna aftur, men nú stendur hann saman við í Skála uppi á tindinum, eftir dagar og nætur, brotnar vaktir og eini tímaløn, sum ongin man misunna teimum. Vit vistu, at arbeiðið varð lagt í hendinga góðar hendur, tit høvdu prógvað tað frammanundan, á filantropiskum og idealistiskum grundvølli, og tað skal sigast, at tit sviku ikki álitið.

Í ístaðin fyri at tosa og tosa um visiónir fyri politisku gummiselluna tíggju ár fram, brutu høvundarnir upp um armar og fóru til verka. At talan er um eitt tjóðskaparligt bragd av teimum stóru eri eg als ikki í iva um.« Sosialurin, 27. Maj 2005