Svá er Ivan ? reystur seggur! Armin hann um Katju leggur ? Søta Katja ? søta mín! Tú ert pína doyð eitt skrín ... Katja gnisar, fús og ør, heit um hupp og vát um lør ... - Katja, Katja O mín sviska, kyssiliga [...] hann fallin er í fátt, brettir kragan upp um hálsin sum eitt spilt og krillut spott. - Sig, hví ert tú stúrin, vinur? - Er tær náttin myrk og long? - Hugsar tú um neyðars Katju har í síni køldu song? - [...] 2 Og hvirlurnar leika og bresta hátt. Teir eru á reiki, teir tólv, í nátt. Um herðarnar hongur byrsan lødd, nú verður vónin um frælsið fødd... Í gininum ballið, og neistarok. Teir blæsa burtur sítt trælaok
korterini nýtti toftamaðurin so til at sannføra um, at hann framvegis er millum allar bestu miðvallararnar í landinum. Óimponeraður sum vant tók hann dystin upp við mótstøðuna, og umframt vanliga stríðsviljan [...] var Jens Martin sjálvskrivað val millum stengurnar, og hevði til dagin eisini fingið liðformansbindið um armin. Var fyri tað mesta tryggur, og kann í øllum førum ikki lastast fyri nakað av málunum hjá mótstøðuni [...] stendur fyri. 3. Hans Fróði Hansne, B68, 24/1 Fekk loksins møguleikan í miðverjuni, men sannførdi ikki um, at hann er sjálvskrivaður avloysari hjá leikbannað Óla Johannesen á plássinum. Tóktist í fleiri førum
Rasmussen og Jákup á Borg (25). Stórur dagur Ofta verður sagt, at fótbóltsspælarar, sum hava rundan dag á vøllinum, ikki spæla nakað serligt. Soleiðis ber ikki til at siga um Jákup á Borg. Hann átti innleggið [...] Petersen minkaði um munin til 2?1 í Aberdeen 14. oktober 1998, og Jens Kristian Hansen skoraði einasta málið upp á brotsspark í heimasigrinum á Luksemborg 1. september í 2001. Jákup á Borg er bara annar føroyski [...] felagið Jákup á Borg spældi sunnudagin fyri 25. ferð á landsliðnum. Hann var fyrstu ferð á landsliðnum 19. august í 1998, tá ið Føroyar taptu 1?0 niðri í Bosnia. Ta ferðina avloysti Jákup á Borg í 78. minutti
Fyrsta lítla tíman tóktist tað sum um, at talan fór at verða um metstóran sigur, men soleiðis tørnaði tað ikki út. Heldur var talan um tepran sigur, sum síðstu løtuna kundi havt gloppið føroyska liðnum av hondum [...] Talan var um trettanda sigurin í 85 landsdystum. Í miðal hava Føroyar vunnið eina ferð, hvørja ferð liðið hevur spælt seks dystir. Tí eigur úrslitið sunnudagin í sær sjálvum at vera at fegnast um. Fyrsta [...] fegnast um, at fleiri spælarar verða hildnir til, og í so nógvar mátar er tað skilagott, at spælarar, sum fáa boð, sleppa at royna seg og harvið fara undir royndararbeiðið, sum er so týdningarmikið, um ungir
Eirargarð er at leypa upp um garðin, har hann er lægstur. Her eftirlýsti hon varðandi loysnum. Ann Mari samanlíknaði eisini litirnar í okkara flaggi við tey brekaðu. ? Tann reyði liturin er tekin um blóð og stríð [...] teirra brekaðu, seta dám á røðurnar báðar. Ann Mari tosaði um viðurskiftini hjá teimum brekaðu her á klettunum. Hon setti fram spurningar, um tey munnu fáa eina kenslu av at hoyra til onkunstaðni og at [...] Vit hava minst Kristus nú á páskum, hvussu hann stríddist fyri okkum. Tey, ið bera brek, hava trúnna upp á nakað gott. Tey eru einkul sum barnið og lata onki órógva teirra trúgv. Somuleiðis bar hon hinar
eru ovurfegin um, at tey sleppa at sýna teirra evni fram í sama filmi. Um ikki annað, so kunnu tey vísa bankanum evnini, tí tey fáa í nánd av 200 milliónum krónum tilsamans fyri at leypa í leiklutirnar [...] siga, at her er talan um tveir mótsetningar, sum hittast. Tí Beyoncé nýtti sín ungdóm til at finna Gud, meðan 50 Cent sat í geglinum, so tey bæði munnu fara at hava ov mikið at tosa um. Madonna nærum handtikin [...] henni, meðan tað stóð uppá. Hon heldur, at hetta vísir, at fólk hugsa um Lourdes, og at mamma hennara er kend. Og tað fegnast Madonna um. Flestu fólk kenna Madonnu sum blondinu, men hon var faktiskt myrkhærd
væl upp. Varð í seinna hálvleiki nýttur í høgra borði, og her prógvaði hann, at hann væl kann vera eitt gott alternativ, um hetta gerst neyðugt. Fyrst og fremst tí orkan er til at tuska síðuna upp og niður [...] fyri tað varð talan ongan tíð um ein dyst oman fyri tað vanliga fyri hansara viðkomandi. Tóktist tungur, tá upprunin til brotssparkið kom, men tað var hann nú ikki einsamallur um. Á pluss-síðuni telir tó, [...] fyrsta val á plássinum í drúgva tíð framyvir, man eingin sum helst ivi vera um. 6. Rógvi Jacobsen, HB, 19/1 Skuldi sannføra venjaran um, at tað er hann, sum skal hava vinstra miðvallarsessin, og fekk tí allar
takki fyri, at Katrin Dahl Jacobsen tók málið um revsirættin hjá foreldrum upp í løgtinginum, og vóni, at løgtingslimir skjótast gjørligt sleppa at avgera, um foreldur framvegis skulu hava rætt at sláa børn [...] seg ikki um frælsi ella solidaritet mótvegis øðrum foreldrum. T.d. teimum, sum siga, at tey ikki longur tora at røra síni børn, tí tey eru bangin fyri at verða drigin fyri rættin Tað snýr seg um vernd av [...] heldur ikki aftra okkum at taka trupulleikar við harðskapi í uppalingini upp í almenna tjakinum. Og ikki látast at vera óvitandi um, at tað eru fleiri, sum halda, at ein fleingja ella ein undir vangan hoyrir
brádliga stóð púra leysur við bóltinum. Úr høgru sendi hann bóltin væl út um armarnar hjá málverjanum, men tíverri eísini út um handara stólpan. Vórðu revsaðir Og so hendi tað, sum tað so ofta ger í slíkum [...] ferðirnar hevði B36 nú megnað at spælt seg upp ígjøgnum síðurnar, og eftir eitt av hesum álopum vunnu teir sær horna í høgru. Tað hevur nógv verið skrivað um, at stórur partur av EB/Streymi fólkunum hava [...] ð varð sent innfyri, gav hann eisini prógv um hetta. Drønhart og uttan nakran sum helst møguleika hjá Gunnari á Steig at verja fyri, varð bólturin sendur upp undir nettakið, og so var B36 aftur í dystinum
:Jákup á Borg 2-0: John Petersen 3-0: Jákup á Borg 3-1: Atli Danielsen 4-1: Bergur Midjord B36: Tróndur Vatnhamar ? Allan Mørkøre, Pól Thorsteinsson, Fróði Clementsen, Kenneth Jacobsen ? Jákup á Borg, Julian [...] ferðirnar var um reppið, at leikarar gjørdust leysir, men leingi sá út til, at tað bara skuldi gerast næstan og so ikki meira. Man á hálva tímanum kom hol á. John Petersen lyfti bóltin inn um KÍ verjuna, [...] hann sendi ein reina Carlos upp undir tvørtræið, men ta ferðina sluppu gestirnir tó við skrekkinum. Tað sluppu teir tó ikki løtu seinni. Við einum Allan Mørkøre og Jákup á Borg høvdu valt sær eitt álop burtur