Havnin fær umboð á ólavsøku

Øðrvísi fær niðurstøðan neyvan verið, eftir at B36 vann greiðan sigur á KÍ í fyrru hálvfinaluni teirra millum

Løgmanssteypið

KÍ vann dystin á áskoðaraplássunum sunnudagin. Nýstovnaða viðhaldsfelagið gjørdi sítt til, at karmarnir kring fyrru hálvfinaluna millum B36 og KÍ vóru góðir, og við áhaldandi rópum sínum royndu teir alla tíðina at halda høvdið høgt.
Men tað var sum so eisini tað einasta, sum KÍ fekk burtur úr dystinum. Á vøllinum sjálvum var veruleikin ein heilt annar. B36 vann dystin 4-1, og hava harvið meira enn hálvt annað beinið í finaludystinum.

Tað var tíðliga greitt, at setningurin hjá KÍ fyrst og fremst var at binda um heilan fingur. Leikbann og skaðar høvdu við sær, at tað langt í frá var sonevnda ideal-uppstillingin, sum Jan Joensen kundi senda á vøllin, og hetta var ivaleyst eisini ein av orsøkunum til verjukenda útgangsstøðið.
Júst skipanin av verjupartinum er annars nakað, sum KÍ hevur havt sínar trupulleikar við higartil í ár, men tað var so avgjørt ikki nakað, sum tú legði til merkis í Gundadali. Serliga var defensivi parturin av miðvøllinum væl skipaður, soleiðis at B36 miðjan ikki fekk skapt yvirtalsstøður niðaneftir vøllinum, og við trygga Alexander Djordjevic í miðverjuni var stýringin á hesum eisini í lagi.
Við tað at KÍ legði seg somikið aftarliga, gav hetta B36 eina náttúrliga greiða yvirvág í spælinum, men hóast bólturin fyri tað mesta ferðaðist á KÍ, hálvuni, so var tó avmarkað, hvussu nógv teir skaptu av møguleikum. Einstaka ferðirnar var um reppið, at leikarar gjørdust leysir, men leingi sá út til, at tað bara skuldi gerast næstan og so ikki meira.
Man á hálva tímanum kom hol á. John Petersen lyfti bóltin inn um KÍ verjuna, har Julian og Alexander kapprunnu eftir leysa bóltinum. Endin varð at teir báðir fóru bóltandi eftir vøllinum, men Jákup á Borg hevði eisini fylgt við, og einsamallur við málverjanum kundi hann við einum hørðum skoti senda bóltin í kassan.

Skipanin fór
Eitt var, at KÍ við hesum málinum nú stóð við einum verri útgangsstøði við atliti til finalustríðið. Annað var ? og tað hevði alstóran týdning fyri dystin ? at Alexander Djordjevic beklaði fótin somikið illa í støðuni, sum førdi til málið, at tað var ikki hugsingur hjá honum at spæla allan dystin. Haltandi rann hann á vøllinum seinasta korterið undan steðginum, men har var einki at gera.
Hetta noyddi KÍ at fremja nakrar umskipanir í steðginum, og tað var skjótt greitt, at hesar ikki vóru til tað betra. Missurin av Alexander merktist sra væl í verjuni, har stórur partur av stýringini fór av lagi, og ikki minst var tað tungt fyri miðvøllin, at Jan Andreasen nú varð tikin longur aftur á vøllin.
Hinvegin koyrdi B36 bara víðari í sama lag, og tað var eisini heilt skjótt, at málmøguleikarnir komu bóltandi. Heðin av Lakjuni var nær við at opna ballið, tá hann sendi ein reina Carlos upp undir tvørtræið, men ta ferðina sluppu gestirnir tó við skrekkinum.
Tað sluppu teir tó ikki løtu seinni. Við einum Allan Mørkøre og Jákup á Borg høvdu valt sær eitt álop burtur úr fótboltslærubókini, og eftir at hava tagað vinstra verjuborð hjá KÍ sundur, varð bólturin sendir inn til ein púra leysan John Petersen, og púra kaldur plaseraði hann bóltin í málið.
Og so skrædnaði av álvara. Jákup kundi økja til 3-0, tá hann brádliga gjørdist leysur og slapp framvið bæði verjuleikara og málverja, og alt bendi á, at talan skuldi gerast um sannan stórsigur.
KÍ hevði snøgt sagt einki nevnivert at bjóða uppá frameftir vøllinum, men við fyrsta skipaða álopinum seinastu trý korterini, fingu teir brádliga eina lítla vón. Gott samanspæl á miðjuni endaði við, at Atli Danielsen varð sendur avstað í høgru, og høga innleggið frá honum sveimaði beina leið aftur í handara málhorn, meðan Tróndur Vatnhamar ikki fekk gjørt annað enn bara at hyggja at bóltinum.
Málið gav KÍ eina lítla vón. Bara tað at hava skorað á útivølli kann viga nógv, tá úrslitini skulu leggjast saman, og eina løtu var eisin ilíkt til, at teir nú eisini ætlaðu sær meira enn bert tað eina málið. Spælið varð flutt nakað niðan á vøllin, men veruligir møguleikar varð talan ikki um, og ístaðin hevði B36 hópin av kontramøguleikum. Hesir sóu tó út til at gerast úrslitaleysir, men í seinasta minuttinum av vanligu leiktíðini varð trumfurin settur á.
KÍ verjan var snøgt sagt óskipað, tá B36 kontraði í vinstru. Eitt langt skift til høgru spældi innskfita Berg Midjord fullkomuliga leysan, og uttan at nakar kloaksvíkingur var nærhendis, kundi hann halda beina kós móti málinum og skjóta sítt fyrsta mál fyri besta B36-liðið.
Hetta fjórða málið mundi sum so eisini punktera seinastu vónina hjá KÍ um eitt finalupláss á ólavsøku. Gaman í eru framvegis 90 minuttir eftir at spæla, og ein 3-0 sigur kann sjálvandi ikki útilokast, men grundað á dystin sunnudagin er í øllum førum ilt at síggja, hvussu KÍ skal megna hetta. Fyrst og fremst tí styrkismunurin tóktist øgiligur sunnudagin, og hóast eitt nú Ove Nysted og Arnold Joensen verða tøkir til ta tíð, er illa hugsandi, at tað ikki verður B36, sum er annars parturin í ólavsøkufinaluni.

B36-KÍ 4-1 (1-0):
1-0 :Jákup á Borg
2-0: John Petersen
3-0: Jákup á Borg
3-1: Atli Danielsen
4-1: Bergur Midjord

B36: Tróndur Vatnhamar ? Allan Mørkøre, Pól Thorsteinsson, Fróði Clementsen, Kenneth Jacobsen ? Jákup á Borg, Julian Johnsson, Klæmint Matras, Heðin á Lakjuni ? Sonni Johansen, John Petersen
KÍ: Carsten Joensen ? Alti Danielsen, Sámal Eyðfinn Akursmørk, Alexander Djordjevic, Símun Joensen ? Harley Bertholdsen, Allan Joensen, Jan Andreasen, Jan Joensen, Hjalgrím Elttør ? Erling Fles