Varðandi loysnir fyri teimum brekaðu

Ann Mari Joensen helt flaggdagsrøðuna í Klaksvík, og hon kom inn á hetta, at tað í ár er ár teirra brekaðu. Hon kom millum annað inn á, at tað ofta verður lopið upp um, har garðurin er lægstur ístaðin fyri at finna varðandi loysnir

Klaksvík:
Heilt fitt av fólki varð savnað í Vágstúni til flaggdagshald, hóast tað var heldur kaldligt í veðrinum.
Klaksvíkar Hornorkestur og skótar gingu skrúðgongu frá Klaksvíksgarðinum og heim í Vágstún, har Ann Mari Joensen flutti fram røðu.
Ann Mari Joensen helt fyri, at tað má vera eitt tekin uppá áhuga og ábyrgdarkenslu fyri øllum bólkum í samfelagnum, at fyriskipararnir av bæði Flaggdagshaldinum og Grækarismessuhaldinum í ár hava valt at lata heitið á árinum, Ár teirra brekaðu, seta dám á røðurnar báðar.
Ann Mari tosaði um viðurskiftini hjá teimum brekaðu her á klettunum. Hon setti fram spurningar, um tey munnu fáa eina kenslu av at hoyra til onkunstaðni og at hoyra saman.
Hon segði, at okkurt er hent á økinum. Umlættingarheim, bústovnar og sambýlir eru komin, og samstundis sum hon vísti takksemi fyri tað, segði hon tó, at hetta langt frá nøktar tørvin, sum er.
Men hon helt, at tað at tey eru farin at flyta brekað inn aftur á Eirargarð er at leypa upp um garðin, har hann er lægstur. Her eftirlýsti hon varðandi loysnum.
Ann Mari samanlíknaði eisini litirnar í okkara flaggi við tey brekaðu.
? Tann reyði liturin er tekin um blóð og stríð. Vit hava minst Kristus nú á páskum, hvussu hann stríddist fyri okkum. Tey, ið bera brek, hava trúnna upp á nakað gott. Tey eru einkul sum barnið og lata onki órógva teirra trúgv.
Somuleiðis bar hon hinar báðar litirnar í flaggi okkara saman við teimum, ið bera brek. Blátt fyri vónina og hvítt fyri reinleikan og kærleikan. Og so vísti hon á, hvussu týdningarmikið tað er at hava vón, trúgv og kærleika við gjøgnum lívið.
Ann Mari eigur sjálv eina dóttur, sum er monogol. Hon segði, at tað er ótrúliga læruríkt at blíva foreldur at einum, ið ber brek.
? Ein fær onnur lívsvirði. Barnið togar teg niður á eitt einfalt støðið og vísir okkum á, hvussu gott, gevandi og friðfult tað einkulta í veruleikanum er. Vit taka so nógv fyri givið, sum vit heldur áttu at grundað yvir og verið takksom fyri, segði Ann Mari Joensen.
Hon helt fram, at hon sum mamma hevði sæð, at tað ikki er nakar trupulleiki hjá teimum, ið bera brek at verða góðtikin av tí yngra ættarliðinum. Men heldur er tað tað, at samfelagið ikki er búgvið til uppgávuna.
? Verður ikki ov nógv hugsað í oyrum og krónum, hvat og hvussu nógv vit fáa afturfyri, tá ið gjaldast skal, spurdi Ann Mari eisini.
Hon heitti á øll um at standa saman og geva pláss hvør fyri øðrum og saman verða ein sterk tjóð við Merkinum á odda.