Ukrainsk drona sprongdist í Estlandi

Dronan verður hildin at hava verið førd av kós av russiskari GPS-jamming, sigur estlendska trygdartænastan.

Mynd: Valentyn Ogirenko/Reuters/Ritzau Scanpix

Ein drona, sum verður hildin at vera ukrainsk, er sprongd yvir Estlandi, uttan at hava elvt til nakran deyða ella skaða, upplýsir estlendska innanhýsis trygdartænastan í dag.

Ein bóndi fann partar av dronuni, sum gjørdi eitt spreingihol á bønum, nærhendis býnum Tartu, 75 kilometrar frá markinum til Russland.

Hildið verður, at dronan er dottin niður tíðliga sunnumorgunin.

- Út frá fyribils upplýsingum hava vit orsøk til at halda, at talan var um eina ukrainska dronu, sum skuldi hava rakt mál á russiskum øki, sigur Margo Palloson, aðalstjóri í innanhýsis trygdartænastuni í Estlandi (ISS).

Palloson sigur við tíðindafólk, at dronan varð "snarað av kós við at brúka russiska GPS-jamming og onnur sløg av elektroniskum kríggi, sum fekk hana at flúgva inn í estiskt loftrúm".

 

/Ritzau/AFP

 

 

Mynd: Valentyn Ogirenko/Reuters/Ritzau Scanpix