Sandra Bullock vil afturum filmstólið!
Sandra Bullock er kend fyri at vera tann klassiski vakurleikin uttan silikon bróst og aðrar broytingar á sínum kroppi. Men nú hevur hon sagt, at hon hevur verið undir skurviðgerð fleiri ferðir.
? Two weeks notice er tann síðsti kærleiksfilmurin eg spæli, nú er liðgut við við tílíkum filmun, sigur hon. Og leggur flennandi afturat, at hon vil ikki verða sett í sama bás sum Meg Ryan, sum so at siga bert hevur spælt romantiskar skemtifilmar.
? Um eg skal giftast so verður tað við tí manninum eg veit, er tann rætti, ikki tí hann er ríkur ella kendur.
Beint nú, droymi eg mest um at halda frí. Tað skal í øllum førum ganga eitt ár, áðrenn eg spæli nakran film aftur, sigur Sandra Bullock, sum hevur stórar ætlanir um at sleppa at standa handan filmstólið.
? Eg ætli mær at gera eina sjónvarpssending, har eg arbeiði aftanfyri filmstólið, sigur Sandra Bullock, sum avsannar tíðindini um, at hon og Hugh Grant hava verið saman undir upptøkunum til Two Weeks Notice.
? Um eg skuldi havt verið saman við øllum teimum, sum eg havi verið løgdu undir at hava verið við, so hevði eg ikki havt stundir til at gera so frætt sum ein stuttan film, sigur hon.
Michael Jackson aftur í ljóskastaranum
Michel Jackson, er nú av álvara aftur settur í ljóskastaran hjá fjølmiðlunum. Nú má hann aftur leggja rygg til ákærurnar um kynsliga misnýtslu av børnum. Ein amerikanskur løgreglumaður, Bill Dworin hevur sagt, at tá ið hann í 90´unum kannaði húsini hjá Michael Jackson í samband við ákærurnar um kynsligt samband við smádreingir, rendi hann seg í fleiri sensorar í gongini. Hesar sokallaðu "vaksnamanna ávaringarnar" skuldu eftir øllum at døma ávara Jackson, um onkur vaksin møguliga nærkaðist hansar sovikamari, og harvið kundi fanga poppkongin í eini " ópassandi støðu."
Shania Twain einsamøll til Keypmannahavn
Shania Twain var gestatónleikari til sangkappingina Stjørna í eitt kvøld hjá Danmarks Radio. Hon steðgaði bert í eitt gott samdøgur, og hon kom so at siga einsamøll út úr Kastrup floghavnini. Bert tveir løgreglumenn vóru við henni og ongir lívverjar. Hon var ógvuliga rólig og gav sær stundir til at tosa við fjølmiðlarnar.
Eftir sendingina tað kvøldið, har Karen Marie Groth vann, segði Shania Twain, at hon helt, at allir luttakararnir tað kvøldið høvdu klárað seg avbera væl. Henni dámar sera væl hugskotið við at finna stjørnuskot á hendan hátt og harvið geva teimum møguleikan til at gerast kend.
Hon hevur áður verið í Danmark, og beint nú er hon úti við nýggjari fløgu,sum eitur Up. Hon sigur, at hon fer á rundferð í heyst og hon heldur fram við henni til einaferð á vári 2004, har ein konsert í Danmark eisini er á skránni.
? Eg komi aftur til tykkum í Danmark, segði hon smílandi, tá hon var á veg í hýrubilin til hotellið hjá sær.
Britney nýtir rúsevni
Tað áður so reina og óspilta andlitið úteftir, sum Britney Spears hevur lagt seg eftir at vísa, hevur ta seinastu tíðina fingið nøkur álvarslig skursl.
Tað byrjaði alt við, at hon segði, at hon fór ikki at fara í song saman við einum mannfólki, fyrr enn hon var væl og virðiliga gift. Men tað fekk ein bráan enda, tá Justin Timberlake, fyrrverandi drongur hennara, greiddi frá teirra aktivitetum í sovikamarinum.
Stutt eftir komu myndir av eini skítfullari Britney, sum hekk út av vindeyganum á einum bili í London.
Herfyri møtti hon so eisini til eina veitslu, har hon var ílatin eina blusu, har tað stóð " Fuck you" á bringuni, samstundis sum hon er fór at ganga saman við " hard-core gøtudronginum" Limp Bizkit. Men tað er eftir øllum at døma eisini farið í søguna.
Og í farnu viku kom so tann seinasta bomban: Eitt amerikanskt blað skrivaði, at hon sniffar kokain viðhvørt. Tað var ein av limunum í hennara bólki, sum kom við tíðindunum. Fólkini frá plátufyritøkuni vita ikki teirra livandi ráð, tí tey vita ikki, hvussu tey skulu bera seg at fyri at fáa gentuna upp á rætt kjøl aftur.
Men Britney Spears er í øðini um tíðindini, sum amerikanska blaðið hevur borið út. Hon sigur, at tað er lygn, og hon hevur tí saksøkt blaðið.
Aniston og Pitt skiljast
Tey eru dreymaparið yvir øllum. Ferð yvir teirra karrieru, megarík og bæði síggja avbera gott út. Jennifer Aniston og Brad Pitt eru fullkomna ímyndin av Hollywood dreyminum, sum eydnaðist. Men ongin kennir endan á filminum, áðrenn hann rulluteksturin fer í gongd. Og filmurin sær tíverri út til at fara í hundarnar í veruleikanum hjá teimum báðum stjørnunum. Í seinastuni hevur Jennifer grátið við herðarnar hjá sínum vinkonum, meðan Brad fortelur opið øllum, sum tíma at lurta, at tað gongur heilt illa við tí einans tvey ára gamla hjúnalaginum hjá teimum. Tað er tó ein lítil vón at hóma, tí bæði eru samd um at fara at ganga til hjúnalagsráðgeving.
Jason Priestley er klárur aftur
Jason Priestley er nú komin fyri seg aftur eftir, at hann kom út fyri eini vanlukku í fjør, har hann rendi frontalt inn í ein vegg við sínum racarabili. Óhappið var so mikið álvarsligt, at hann tað sama kundi latið lív. Priestley, sum er kendur frá sjónvarpsrøðini Beverly Hills 90210, skal spæla við í einum bretskum filmi " The Bahama Triangle", har hann skal spæla Jimmy Donahue, ein sera ríkur limur av einum Woolworth-klanini við einum sambandi við Wallis Simpson, spæld av Faye Dunaway.
Catherine vil til Oscarhandanina
Hóast tíðin hjá Catherine Zeta Jones til at eiga nærkast í stórum, so vil hon fyri alt í verðini ikki eiga áðrenn Oscarhandanina 23. mars.
? Um tey so skulu bera meg inn á eini børu, so vil eg verða har, sigur stjørnan.
Men um alt gongur eftir ætlan, so nýtist Zeta-Jones ikki at vera ørkymlað, tí hon er ikki sett at eiga fyrr enn í apríl. Hon er í uppskoti til eina Oscarvirðisløn fyri besta kvinnuliga hjáleiklut í filminum Chicago, sum er klárt á odda í upptaktini til Oscarhandanina við ikki minni enn 13 útnevningum.
Nýtt met í Oscar
Meryl Streep er nú fyri 13. ferð útnevnd til eina Oscar virðisløn. Hon er í uppskoti fyri hennara hjáleiklut í filminum Adaption. Ongin annar sjónleikari hevur nakrantíð verið útnevndur so ofta, sum hon. Frammanundan lógu hon og Katharine Hepburn javnar við 12 útnevningunum, men nú hevur Meryl Streep so yvirhála Katharine, sum ongan møguleika hevur fyri at fáa hana aftur.
Rachel Hunter hevur gloymt Robbie Williams
Eftir at hava verið saman við Robbie Williams í eina tíð, gjørdi Rachel Hunter av at stinga av, tí Robbie var, sambært Rachel ov psykotiskur til at liva saman við. Og hon hevur gjørt skjótt av at gloyma hann. Í øllum førum er hon sædd saman við Wesley Scantlin, 27 ár, sum er kendur sum frontpersónur í amerikanska rokk orkestrinum Puddle of Mudd.
Við hesum undirstrikar Rachel enn einaferð, at mytan um modellir og rokkstjørnur ikki er av leið. Hon giftist í 1990 við Rod Stewart, men bleiv skild frá honum, og síðani hevur hon bert ligið framvið, tá talan er um yngri mannfólk, sum eru væl fyri ? bæði so og so.