Á altjóða sálarheilsudegnum í ár fáa vit vitjan av Agnes Marie Frey og Anders Sørensen (DK). Agnes Marie Frey hevur fleiri hundraðtúsund vísingar á TikTok, og er tilnevnd virðislønir fyri at varpa ljós á sálarheilsu - millum annað Simba virðislønina “Årets brug af stemme”.
- Agnes varð mett langtíðarsjúk við diagnosuni paranoid skitsofreni. Eingin spurdi hana um lívsviðurskiftini hjá henni: hon var bara sjúk. Í fyrilestrinum fer Agnes at greiða frá um sína ferð inn í og út úr líðing, heilivági og psykiatri.
Sinnisbati, sum hevur sent út tíðindaskriv, vísir á, at Anders Sørensen, sálarfrøðingur og ph.d í psykiatri, sær, hvussu fleiri sálarlíðingar ofta verða misskiltar í donsku psykiatriini.
- Tú starir teg ofta blindan á sjúkueyðkenni og diagnosur og sær ikki, hvørji lívsviðurskifti liggja aftanfyri eyðkennini, sigur Anders Sørensen.
Í Sinnisbata siga tey soleiðis:
- Kom við til eitt upplýsandi kvøld, tá persónliga sjónarmiðið møtir granskingini. Tiltakið verður í Smæruni í Havn 10. oktober klokkan 19. Tiltakið er alment og ókeypis, og øll eru vælkomin.
Skráin fyri tiltakið er hendan:
Kl. 19:00: Súsanna Olsen, forkvinna, bjóðar vælkomin
Kl. 19:05: Fyrilestur við Agnes Marie Frey og Anders Sørensen
Kl. 19:50: steðgur
Kl. 20:05: Fyrilestur við Agnes Marie Frey og Anders Sørensen
Kl. 21:00: Elsa Berg, borgarstjóri, handar sálarheilsuvirðislønina 2025