TYLVTIN

eftir Alexander Blok
(týðingin kannað Jóanes Nielsen á fimmti ára degnum)

1
Náttarsorti,
kavavetur,
jarðrok, jarðrok!
Kuldin inn at kroppi setur.
Jarðrok, jarðrok ?
Ringt er geingið!

Fýkur kavin,
klakast brýr,
undir hóttir glerið hvast.
Hálka, møði ?
Neyðars, neyðars
híðaleysu neyðardýr!

Húsa millum
uppslag hongur:
"Alt vald til kollveltingarráðið!"
Eitt gamalt kvendi har uppøst stendur,
tað skilir einki av tí, ið hendir:
Í Jesu navni
er alt av lagi?
Úr hasum kloddanum
fáast klæði
bæði til reyv og til høvd.
Og øll ganga rivin og skrødd....

Og gjøgnum fannirnar
eins og ein høna
fer gamla flagsandi sum eitt ótt.
- Á halga Gudsmóðir, hon rópar av neyð.
- Kommunistarnir taka meg skjótt!

Og hvirlurnar harðna,
og kuldin er beiskur.
Og borgarin har á horninum
skultrar sær treiskur.


Hvør er tað, har kemur? Ein síðhærdur slúrur,
hann mutlandi mælir:
- Svíkjarar! Trælir!
So Russland er bjargað
og tit eru frelst?
Nei, Russland er dripið og deytt!
Eitt skald allarhelst ?
ið trívst, sær tað reytt....

Og fanna millum
í víðum vampi
ein andans tænari!
Hann bítur á kampi!
Minnast tit aftur hitt halga Guðs lambið
við fullari gørn
og búki á tambi ?
tá krossurin skein
millum býttlingabørn?

Hygg, konan í skinnkápu bjálvað
fyri systrini neyð sína kærir:
Fyrst koma teir grammir og gálva,
og so koma aðrir...
á, systir, eg eri so køld
í nátt -
Og ? djums ? har datt hon,
tað gelti hátt,
og nakkin tók!
Aja, aja!
Kom so, avstað!

Vindurin leikar
á villasta hátt,
sálirnar veikar
krympa seg brátt.
Harðliga skræðir hann niður
hitt uppslag, sum sigur:
"Alt vald til kollveltingarráðið!"
Og vindurin stroyir kring seg
leysar orðingar:



"Her vit sótu
uttan forðingar...
drukku og ótu...
Vit kjakaðust
vit tingaðust...
Tíggju fyri eitt skrens,
fimmogtjúgu fyri náttina...
ikki minni ? á, eg verði til frens
- kom góða.


Náttin líður.
Deytt alt og oyðið.
Eitt einsanalt vætti
rekst her í soyði.
Og vindurin ýlir...

Neyðars stavnur!
í krapa kropin...
kom higar, kom higar,
mín favnur er opin....

Breyð, breyð!
hey ?
pakka teg burt!

Himmalin hatursins urt.

Hatur, syrgiligt hatur
bilgist í hjarta...
heilagt hatur, sorgpískað hatur
haturið svarta...
Vinur,
á varðhaldi
ver!



2
Og hvirlurnar leika og bresta hátt.
Teir eru á reiki, teir tólv, í nátt.

Um herðarnar hongur byrsan lødd,
nú verður vónin um frælsið fødd...

Í gininum ballið, og neistarok.
Teir blæsa burtur sítt trælaok.

Frælsi, frælsi,
og eingin guð!
Hurrá!

Kalt, hinir rádnu, kalt!

Men Ivan og Katja sær skemta á graði...
og makast í ølstovukjallaranum bæði!

Ivan er nú vorðin hermaður høgur...
ríkur og virdur ? vit vóru tó brøður!

Ivan, títt bartrog, tín ríkmannabjølgur,
halt fingrarnar burtur frá Katju, tín dólgur!

Frælsi, frælsi,
og eingin guð!
Hurrá!

Katja er foy ?
noy.....

Ha, ha, ha!

Og kring teir brandar sum greflig sár...
í hondini liggur byrsan klár...

Til gongu, vinir, í fylking fram!
Fyri nýggju tíðini drekkið ein dramm!


Til reiðar! Tømið alt gall og gor!
Og skjótið várt heilaga Russland í sor!
Várt gamla
várt bondska
várt reyvsíða
land!

Og eingin guð
Hurrá!


3
Synir vár í orð og verki
stríddust fyri barn og vív;
undir reyða hersins merki
fúsir lótu teir sítt lív!

Neyðars lív í sorg og móði,
sum við fragd í deyðan gekk,
týsk var byrsan, russiskt blóðið,
herbúnin í lepum hekk!

Latið oss á báli brenna
heimin allan, krist og kross,
so at blóðið strítt skal renna ?
Harri, harri, náða oss!


4
Flúgvandi um kavasýnir,
Ivan larmar, Katja hvínur.
Sleðuljómur - hvirlumeldur,
sleðustjórin teymum heldur -
Hey og hey!

Ivan, sum við lív í hendi
glentast við sítt fagra kvendi,
snúðra man sítt yvirskegg,
uttan steðg ...


Svá er Ivan ? reystur seggur!
Armin hann um Katju leggur ?
Søta Katja ? søta mín!
Tú ert pína doyð eitt skrín ...

Katja gnisar, fús og ør,
heit um hupp og vát um lør ...
- Katja, Katja O mín sviska,
kyssiliga rómakiska ...


5
Hálsi tínum á, o Katja,
sjónskt er arrið, har eg skar.
Og á tínum bróstum, Katja,
reyðar rípur síggjast har!

Upp á borðið, hey og hopp!
Vríggja nú tín vakra kropp!

Áður gekst tú klædd í líni
hvørja nátt, hvørja nátt!
Válkaði tær vilt í víni,
horaðist á hermans hátt!

Drekk so leingi hjartað slær ?
horast, meðan lívið lær!

Minnist tú husarin, Katja,
eg við mínum dolki stakk?
Ella ert tú deyv, títt bartrog,
sum alt annað skammleyst pakk?

Kom og legg teg her hjá mær!
kom, so skal eg mogga tær!

Fyrr tú gekst í silkisokkum
altíð ferm og fús at skora;
flogsa hjá ørvitisknokkum,
nú ert tú ein hermans hora!

Knappa upp, og hey og hopp!
Gev mær so tín mjúka kropp!


6
... Og hygg, har kemur sleðan á grið,
- Steðga! her sleppur eingin framvið.

- Steðga, tín fani! Hygg, Ivan við frú ?
- Verið til reiðar! Vit skjóta nú!

- Til reiðar! Skjótið! Smildrið hans heys,
hann stjelur okkara deiligu teys!

Bannað veri, hann slapp! Ja, renn!
Men eg havi fleiri skot eftir enn!

- Bumm, bumm ? bumm, bumm!
Smildrið hans heys,
hann stjelur okkara deiligu teys!

Aftur eitt misskot! Men bíða bert!
í morgin, tín dári, tú deyður ert!

Men hvar er Katja? - Hon er deyð.
Og hvíta pannan er blóðugt reyð!

Sig, Katja, ert tú nú nøgd og frí?
So ligg har, tín hora, um alla tíð!

Til gongu, vinir, í fylking fram!
Fyri nýggju tíðini drekkið ein dramm!


7
Aftur fara teir til gongu,
hesir tólv við stevfast lag,
meðan hann, ið Katju myrdi,
gloymir bæði stev og stað...

Púra fyri ongum er hann,
skjótt hann fallin er í fátt,
brettir kragan upp um hálsin
sum eitt spilt og krillut spott.


- Sig, hví ert tú stúrin, vinur?
- Er tær náttin myrk og long?
- Hugsar tú um neyðars Katju
har í síni køldu song?

- Kæru brøður, kammirátar,
einki sløkkja kann mín harm...
Sælur eg tær dimmu nætur
hvíldi meg við hennar barm...
Fyri hennar søtu eygu,
tá tey læðu móti mær,
hennar móðurmerki reyðu,
hon á sínum bróstum bar,
tók eg hennar lív, eg dári,
tók eg djarvur hennar....áá!

- Halt uppat við tínum jarmi,
eingin djevul vil tær ann.
Hví bert hýsa sút og harmi;
vís teg sum ein rættan mann!
- Vík ei tíni hugsjón frá!
- Uttan Guð - vit halda á!

- Nei, her loyvast ikki stundir
til at upplívga hvønn sær.
Byrðin, sum vit fóru undir,
tyngist alsamt ? trúgvið mær!

Og hann finnur aftur stevið,
errin fettir hann sær á.
Og hann fær sær upp í nevið ?
- Hvar var tað, ið Katja lá....

Hey, hey!
Skemt til viks ? og eingin neyð!

Varið tykkum, fútakrákur,
steingið allar hurðar brátt!
- Hvør er hasin skræðugákur!
- Fáið hann at halda tátt!

Hetta verður veitslunátt!


8
Á, sum sorgin nítur fast!
Leiði ótolandi,
deyðadrepandi!

Hvat var dagur mær
líðilangur...

Spurningur og svar
goragangur...

Tyggi eg mítt lív,
mítt krás og kál...

Hvessi eg mín knív,
mítt hevndarstál!

Flúgv, mín harri, lætt tær á
eins og lerkur upp úr lág!
Blóðið títt eg drekka skal,
skræða av tær høvd og hæl
fyri kæru Katju mína
við tí svarta eygnabrá...

- Harri, veit mær miskunn tína...
- Bannað veri!


9
Nú hoyrist eingin larmur longur,
alt hylur kvirran borg og breyt.
Og politisturin med alla
kann gloyma alt um pass og sneyt -

Á horninum ein kuldakráka,
ið verja man sín frysta kík,
og aftan fyri hann ein sleiskut,
ein skaput, undirbrotlig tík.


Og tíkin hygg, so hám hon stendur -
eitt hím ímillum grøv og kross;
tað er vár kæri gamli heimur
ið stendur sum eitt bitið ross..


10
Stormurin úr barka sleingir
síni vetrarhvøllu ljóð.
Kavin allar leiðir steingir,
kámar spor og klakar slóð!
Rokið móti himni hátt
stendur sum ein trakt í nátt...

- Hetta er eitt Harrans veður!

- Skittur í teg; Harrin svevur!
Trýrt tú, tínar halgimyndir,
fjala kunnu tínar syndir?
Nei, bert tápulingar vilja
heiður sín við stási hylja.
Hendur tínar enn teg pína,
tær, ið myrdu gentu tína!

- Til gongu, vinir, í fylking fram!
Fyri nýggju tíðini drekkið ein dramm!

Framá, framá, framá!
Frælsu fæloysingar!


11
Ganga teir og geva ongum gætur
navnleysir í snjó.
Óttast ikki guð og myrkar nætur,
ikki brand og blóð...

Byrsur tólv av stáli blonkum
móti duldum vandum peiggja;
válandi í hatskum tonkum,
millum húsa hamar goyggja.

Har í djúpum kavafonnum
rýkur ramliga av monnum.

Merkið reyða
fram til stríð!

Stivlatrampan,
vápnagný

Enn á vali
stríðast menn

Fíggindin er
fúsur enn...

Og stormurin stynjandi grætur
dagar og nætur
sín villa grát...

Framá, framá,
frælsu fæloysingar!


12
Víðari í takt teir ganga...
- Steðga! Steðga! Hvør er har!
Byrsan verður løgd til vanga,
men har hoyrist einki svar...

- Á, tað var ein harrans lætti!
Og teir brýna síni orð ?
Sum eitt lurvut rekavætti
eltir tíkin teirra spor.

- Slepp tær burt tín glúpska gívur!
Gamli heimur, sjúgva teg!
- Ella skal mín byrsuknívur
kanska hjálpa tær á veg!

Glettir hon á tonn og stingur
halan millum síni bein,
heimleys, svong hon undan springur.
- Steðga! Har er aftur ein!

- Sig, hvør gongur har so hagur
sveiggjandi eitt blóðugt flagg?
- Svara so for fanin maður,
ella ert tú púra gagg!

So nú hvarv hann, hasin dárin!
Men tú sleppur ikki so!
Gev teg heldur yvir, áðrenn
næsta ríðin verður sko...

Bumm-bumm-bumm! Og millum húsa
hvøllir brestir geva svar...
Og við eitt teir vindar súsa
flennandi um frosið far.

Bumm-bumm-bumm!
Bumm-bumm-bumm...


Ganga teir í slot og snodda -
Men við merkinum á odda,
blóðugt veittrandi í ský,
ósæddur í kavaríð
gjøgnum skot og storm og stríð,
ei av øvundsmonnum týndur -
og við kavakrúnu krýndur
sum ein kollveltingar-kongur
undan teimum ? Kristus gongur.
??????????


Alexandur Kristiansen týddi