leikaraummæli
1. Jens Martin Knudsen, NSÍ, 58 dystir/0 mál
Fekk eisini seinna dystin millum stólparnar, tá Jákup Mikkelsen meiddi sær fingurin undir venjing, og veteranurin prógvaði, at tað framvegis er hørð kapping um málverjasessin. Var maðurin, sum framdi brotssparkið, men var tá fullkomuliga seldur av sínum egnum, og í aðrar mátar var hann mest sum ímyndin av tryggleikanum. Tók sær væl av øllum tí, sum varð sent oman móti honum, og var móti dystarenda bjargingarmaðurin, tá hann stórbjargaði roynd frá leysum mótstøðumanni.
2. Christian Høgni Jacobsen, Vejle, 15/2
Var hesa ferð á óvanda leiklutinum sum høgri bakkur, og tað var eyðsæð, at hetta ikki hóvaði honum serliga væl. Hóast hann fleiri ferðir kom væl niðan við, so toktist vera trupulleikar í samspælinum við miðvøllin, tó at hetta betraðist, sum dysturin leið. At plássið er óvant kom eisini til sjóndar, tá hann einar tríggjar ferðir sendi inn í vøllin, til trýstar mótstøðumenn, heldur enn at rudda niðaneftir. Alternativini á plássinum eru kanska fá til komandi dystin, men valið av Christian Høgna tykist kanska ikki heilt so upplagt, sum hjá fleiri øðrum.
3. Hans Fróði Hansen, B68, 25/1
Hevði rundan dag á landsliðnum, men fyri tað varð talan ongan tíð um ein dyst oman fyri tað vanliga fyri hansara viðkomandi. Tóktist tungur, tá upprunin til brotssparkið kom, men tað var hann nú ikki einsamallur um. Á pluss-síðuni telir tó, at hann ikki hevði heilt so stórar plaseringstrupulleikar, sum í fyrra dystinum, men væntandi kvikleikin er ein trupulleiki, tá spælt verður við flatari verju. Er tó uttan iva at síggja á liðnum komandi dystin, tí hóast manglar, so hevur hann eisini dygdir, sum fáir landsmenn gera honum eftir.
4. Súni Olsen, GÍ, 8/0
Fekk ein møguleika afturat á vinstra bakki, og hesa ferð tók hann av. Tóktist í allar mátar hava munandi betri sjálvsálit í spælinum. Royndi í nógv størri mun at spæla bóltin, heldur enn at sparka, og var eisini við í nógvum frameftir vøllinum. Var maðurin aftan fyri bæði uppleggini, og kundi við eitt sindur av hepni eisini sjálvur komið á talvuna, men eftir at hava skorið væl inn í vøllin fór langskot hansara langt við síðuna av.
5. Jón Rói Jacobsen, Brøndby, 7/0
Hóast hann telist millum teir minst royndu á landsliðnum, so sæst hetta ikki aftur í spælinum. Við kvikleika sínum var hann fleiri ferðir tryggi seinasti skansin, tá tunga føroyska liðið varð yvirspælt fyri steðgin, men í uppspælinum tók hann ikki lut í so nógvum, sum hann vanliga ger. Hevði ein lítlan snudd at dragast við, og tí var útskiftingin náttúrlig, men at hann er trygt fyrsta val á plássinum í drúgva tíð framyvir, man eingin sum helst ivi vera um.
6. Rógvi Jacobsen, HB, 19/1
Skuldi sannføra venjaran um, at tað er hann, sum skal hava vinstra miðvallarsessin, og fekk tí allar 90 minuttirnar hesaferð. Sýndi í løtum, at hann væl kann vera rætti maðurin her. Bæði í verju- og álopsstøðum vóru góðar taktir at hóma, men í løtum tóktist tó at bila við konsentratiónini. Nakað sum kanska ikki er óvanligt, eftir bæði at hava spælt og flogið so stutt undan dystinum. Skal helst stríðast við Heðin av Lakjuni um sessi komandi mánaðin, og í fyrsta umfari hevur Rógvi kanska vunnið sær ein lítlan fyrimun her.
7. Fróði Benjaminsen, B68, 20/1
Var saman við Julian Johnsson partur av vanligu miðvallarsamansetingini, men tað var heldur misjavnt, hvussu hetta royndist. Hevði ilt við at fáa fatur á mótstøðuni fyrsta partin av dystinum, men kom tó betri við, sum fráleið. Sýndi enn einaferð, at hann ikki bakkar fyri nøkrum góðum nærdystum, og hóast hetta ikki var millum mest sannførandi avrik hansara, so er einki at ivast í, at hann framvegis er tryggur á plássinum.
8. Julian Johnsson, B36, 49/3
Var føroyski matchvinnarin í dystinum, tá hann stútaði hornasparkið frá Súna í kassan, men var annars sera svingandi í avrikinum. Byrjaði sum restin av liðnum rættiliga illa, men arbeiddi seg sum vant væl upp. Varð í seinna hálvleiki nýttur í høgra borði, og her prógvaði hann, at hann væl kann vera eitt gott alternativ, um hetta gerst neyðugt. Fyrst og fremst tí orkan er til at tuska síðuna upp og niður allan dystin, men sýndi til tíðir eisini betraðar taktir í avspælinum.
9. Jákup á Borg, B36, 26/1
Vanliga lættbeinti leikarin tóktist óvanliga tungur hendan dagin, og tá kasakar so eisini høvdu lært at ansa serliga væl eftir hansara síðu, var ikki stórvegis, sum hann fekk burturúr hendan dagin. Eftir drúgva skaðasteðgin og nú tveir dystir innan tríggjar dagar var kanska heldur ikki ónáttúrligt, at hann ikki var í hægsta gear hendan dagin, og útskiftingin fall tí náttúrliga. Men lítil ivi er tó um, at hann framvegis er fastur á plássinum.
10. John Petersen, B36, 45/6
Sýndi enn einaferð, at hann er ein leikari, sum liðið illa fær verið fyriuttan. Kanska ikki altíð so sjónligur, men hann megnar fram um flestu aðrar at vera sambindingarlið í spælinum, og er altíð maður fyri at gera tað óvæntaða, sum kann skræða mótstøðuverjuna upp. Slapp tó ikki á talvuna hesaferð, men tað man gera minni í so máta.
11. Andrew av Fløtum, HB, 8/1
Eftir fráveru í fyrra dystinum fekk hann hesaferð. Tóktist vera hampuliga væl upplagdur, og var milum teir mest sjónligu føroysku leikararnar fyrstu dølsku løtuna. Hevði tó ikki eydnuna við sær fyri steðgin, tá málverjin fyrst stórbjargaði stútara, og seinni tá hann misnýtti risamøguleika. Bøtti tó um hetta við sínum fyrsta landsliðsmáli eftir steðgin, og tó at hann varð skiftur út, munnu greiðar ábendingar vera um, at hann eisini komandi dystin er fremsta val til plássið.
12. Hjalgrím Elttør, KÍ, 6/0
Fekk seinasta korterið á vøllinum, og kann tí ikki so væl metast. Men var tó upprunin til tað, sum kundi endað við vakrasta landsliðsmálinum í søguni.
13. Óli Johannesen, Hvidovre, 60/1
Við leikbanni til komandi dystin byrjaði Óli uttanfyri, men hann fekk seinastu trý korterini í miðverjuni, og fekk harvið aftur ein rundan dag á liðnum. Spældi við myndugleika, tá hann kom inn, og tað er eyðsæð ein missur fyri liðið, at metmaðurin ikki fær verið við í Íslandi.
14. Pól Thorsteinsson, B36, 27/0
Mátti eins og Óli byrja dystin uttanfyri, men saman skaptu teir báðir eina trygga miðverju eftir steðgin. Tað hoyrir tó við, at trýstið nú var væl minni á verjuni, enn tað var fyri steðgin, men alt í alt er einki at ivast í, at Pól eisini er millum teirra, sum hoyrir heima á liðnum.
15. Jann Ingi Petersen, B68 2/0
Stóra ljóspunktið frá fyrra dystinum fekk bert eitt gott korter á vøllinum hesaferð. Avrikið kann tí illa eftirmetast, men tað var hugvekjandi at síggja, hvussu væl hann dugdi at taka sjálvsálitið úr fyrra dystinum við sær, soleiðis at hann mest sum alt fyri eitt fekk sett sítt merki á dystin.
17. Ingi Højsted, Arsenal, 1/0
Yngsti føroyski landsliðsleikarin nakran tíð kom á vøllin seinastu trý korterini. Serliga fyrstu løtuna tóktist hann tyngdur av nervum, men sum frá leið batnaði hetta heilt nóg. Royndi at sýna umhugsni í avspælinum við bóltinum, og ikki minst var tað stuttligt at síggja ein framtíðar miðvøll, tá hann og Jann Ingi við bert 36 árum tilsamans spældu seinasta korterið saman.