Jann Ingi var stóra ljóspunktið

Mest áhugaverda við dystinum móti Kasakstan sunnudagin vóru helst teir ungu leikarar, sum fyri fyrstu ferð skuldu royna seg í altjóða dyst. Eingin teirra dumpaði til royndina, men lítil ivi man tó vera um, at Jann Ingi Petersen av Toftum skaraði framúr

leikaraummæli

1. Jens Martin Knudsen, NSÍ, 57 dystir/0 mál
Við Jákupi Mikkelsen uttanlands, var Jens Martin sjálvskrivað val millum stengurnar, og hevði til dagin eisini fingið liðformansbindið um armin. Var fyri tað mesta tryggur, og kann í øllum førum ikki lastast fyri nakað av málunum hjá mótstøðuni. Kom eina einstaka ferð skeivt út til hornaspark, og var nærum snýttur av einum leysum bøkki eina aðru ferð, men í aðrar mátar varð uppgávan loyst, tó at útspørkini í nógva vindinum kundu verið betri.

2. Jóhannis Joensen, FS Vágar, 14/0
Byrjaði sum væntað dystin á høgra bakki, har hann í vanligum stíli gjørdi sína skyldu. Hóast tað ikki sá út av so nógvum, so helt hann í øllum førum sína síðu tætta, og orkan var eisini til einstakar túrar niðaneftir vøllinum, tó at hann ikki altíð fekk bóltin, tá hann rann seg niðan í stóru holini, sum eyðkendu mótstøðuverjuna fyrstu trý korterini. Varð ikki endurvaldur til seinna dystin, men man hetta einamest koma av, at landsliðsvenjararnir vita, hvørjum hann stendur fyri.

3. Hans Fróði Hansne, B68, 24/1
Fekk loksins møguleikan í miðverjuni, men sannførdi ikki um, at hann er sjálvskrivaður avloysari hjá leikbannað Óla Johannesen á plássinum. Tóktist í fleiri førum ógvuliga tungur, og hevði eisini trupulleikar við at plasera seg røttu megin mótstøðumannin, tá flata linjan í verjuni skuldi haldast, og í einstøkum førum var um reppi, at vandastøður stóðust av hesum. Verður ivaleyst aftur millum teir fyrstu ellivu týsdagin, og skal tá sannføra nakað væl meira.

4. Súni Olsen, GÍ, 7/0
Verður mettur sum náttúrligi avloysarin hjá Jens Kristian Hansen á vinstra bakki, men hetta sannførdi hann als ikki um sunnudagin. Hevði í nógvum elementerar feilir í bæði móttøku og avspæli av bóltinum, eins og hann hevði stórar trupulleikar við at standa rætt. Yvir høvur var hetta als ikki hansara dagur, men mangulin upp á uppløgd alternativ til sessin gera endurvalið til týsdagin púra náttúrligt, og tað er einki at ivast í, at gøtumaðurin eigur meira í sær, enn hann vísti sunnudagin.

5. Jón Rói Jacobsen, Brøndby
Hevði fingið frí úr danska felagi sínum fyri at fáa dystarvenjing, og var hann tí eisini sjálvskrivað val sum annar av miðverjunum. Tó at trýstið ikki var tað stóra í fyrra hálvleiki, so sýndi hann í løtum, at hann er sjálvskrivaður á plássinum, og útskiftingin mundi helst koma av, at hann hevði fingið ein lítlan snudd undir venjing dagin fyri.

6. Jann Ingi Petersen, B68, 1/0
Fekk fyri fyrstu ferð møguleikan í landsliðsbúnanum, og hetta enntá ímillum teir fyrstu ellivu. Varð frá byrjan settur mitt á miðvøllin, og eftir eina heldur spaka byrjan við fáum bóltrøringum, takkaði hann so dyggiliga fyri álitið. Var bóltvinnari og spælskipari á føroyska liðnum í stórum pørtum av dystinum, og gjørdist bara alt meira dominerandi, so hvørt sum sjálvsálitið vaks. Eisini hóast hann í tveimum førum var heppin at sleppa undan gula kortinum frá dómaranum. Enn eru Fróði Benjaminsen og Julian Johnsson helst uppløgd fyrsta val til sentralu miðvallarsessirnar, men 19 ára gamla toftamaðurin vísti við stórum bókstavum, at teir so sanniliga skulu rokna við kapping um hesar komandi árini.

7. Fróði Benjaminsen, B68, 19/1
Tað varð avrátt frammanundan, at hann og Julian skuldu hava hvør sín hálvleik, og fyrstu trý korterini nýtti toftamaðurin so til at sannføra um, at hann framvegis er millum allar bestu miðvallararnar í landinum. Óimponeraður sum vant tók hann dystin upp við mótstøðuna, og umframt vanliga stríðsviljan, sýndi hann sera góðan bóltførleika, sæð í mun til, hvussu tíðliga á árinum dysturin er. Hevur tó framvegis ikki lært seg at sleppa av við ónullur sínar, og eigur hetta at vera nakað, sum verður betrað komandi tíðina.

8. Heðin á Lakjuni, B36, 10/1
Var fyri fyrstu ferð í eitt ár millum teir fyrstu ellivu, og tað var sjónligt, at hann ætlaði at prógva nakað. Hevði hópin av bóltvinnandi taklingum, og hóast avspælið ikki altíð var eins gott, so setti hann avgjørt dám á vinstru síðuna á føroyska liðnum. Krýndi í seinna hálvleiki avrikið við sínum fyrsta landsliðsmálið, men í longdini tóktist hetta ikki vera nóg mikið til afturval í seinna dystinum. Hetta hongur tó helst eisini saman við, at hann hesaferð sum ein av teimum fáu fekk samfullar 90 minuttir á vøllinum, og at Henrik Larsen fegin vil síggja onnur alternativ á plássinum týsdagin.

9. Jákup á Borg, B36, 25/1
Heimsins bestu innlegg. Í øllum førum í Føroyum. Hóast hann ikki er í dystarvenjing vegna drúgvan skaðasteðg, so er einki at fara skeivur í, at Jákup er rimmarfastur sum fremsta val til høgra miðvallarborð. Hesa ferð átti hann sjálvur hornasparkið, sum førdi til brotssparkið, og so sýndi hann enn einaferð, at hann sum fáur dugur at finna John Petersen við innleggum sínum. Var náttúrligt ikki heilt so skarpur, sum hann vanliga er, og til tiðir kundi hann eisini verið meira beinleiðis í spælinum, soleiðis at skorið verður inn í vøllin, heldur enn at draga úteftir.

10. John Petersen, B36, 44/6
Hevur mest sum ment seg til skarprættaran á liðnum undir Henrik Larsen. Var aftur í dag millum føroysku málskjúttarnar, og tók annars eisini í stóran mun lut í uppbyggjandi føroyska spælinum. Ikki minst hetta seinna var gleðiligt, tí ofta hevur hann lyndi til at hvørva ov nógv úr spælinum, tá hann leggur so heilt á toppin í føroyska álopsspælinum, og fáur hevur sum hann evnini til at binda miðvøll og álop saman.

11. Hjalgrím Elttør, KÍ, 5/0
Var sum vant sera arbeiðssamur, og royndi í fleiri førum at bjóða mótsøðumonnunum av, tó at hetta var við skiftandi hepni. Var arkitekturin aftan fyri kanska besta føroyska álopið í dystinum, men var samstundis sjálvur maðurin, sum misnýtta gyla møtuleikan, sum hetta gav. Hevur seinasta árið staðfest seg sum ein av teimum, sum avgjørt trýsta føstu leikararnar á liðnum, og nú restar honum bert at skora....

12. Julian Johnsson, B36, 48/2
Fekk seinna hálvleik sum avloysari hjá Fróða Benjaminsen, og arbeiðsavrikinum bilti einki. Var eisini høvuðsmaðurin aftan fyri føroyska 3-0 málið, tá hann í vanliga stílinum gjørdi eina djúpa renning í vinstra álopsborði. Avrikið sýndi tó eisini, at hann leikliga ikki er tann savnandi megin, sum ein so sentralur leikari kanska átti at verið, men hinvegin hevur hetta heldur ongan tíð verið styrki hansara.

13. Atli Danielsen, KÍ, 1/0
Var ein av teimum fýra, sum hesa ferð fingu sín fyrsta landsdyst. Varð saman við Pól Thorsteinsson settur í føroysku miðverjuna, og tá føroyska spælið um hetta mundið var ógvuliga óskipað, var tað sera avmarkað, hvat hann fekk gjørt av uppbyggjandi spæli her. Kann tí ikki veruliga metast hesaferð.

14. Pól Thorsteinsson, B36, 26/0
Hevur leikbann til Íslands-dystin, og var hetta helst orsøkin til, at hann mátti byrja dystin á beinkinum. Kom tó á vøllin í seinna hálvleiki, men megnaði tó ikki at fáa tað nú óskipaða føroyska spælið at hanga stórt betri saman. Var við sínum skjótleika tó við til at fyribyrgja einstakar vandastøður, men í uppspælinum kundi verið ynskiligt, at annars góði bóltførleikin kom betri til sjóndar.

15. Jonhard Frederiksberg, Skála, 1/0
Fekk sum fyrsti Skála-leikari møguleikan í altjóða dysti, men hóast heilan hálvleik á vøllinum, so hevði hann ilt við at fella inn í spælið. Fall ongan tíð veruliga inn í spælið, og eitt nú funnu viðleikararnir ongan tíð útav at gera sær dælt av skjótleikanum, sum fyrst og fremst er styrki hansara.

17. Allan Joensen, KÍ, 8/0
Var loksins sloppin aftur í landsliðshitan eftir skaðamarruna, sum hevur plága hann í skjótt nógv ár, men fekk ikki sannført um virði sítt á høgra bakki, har hann spældi allan seinna hálvleik. Hevði fleiri ferðir plaseringstrupulleikar, og førdi hetta m.a. hornasparkið undan 3-2 málinum við sær. Tóktist heldur ikki trívast serliga væl á plássinum, og hevði óvanliga stórar trupulleikar í avspælinum við bóltinum, men fær tó ein møguleika afturat, so hann betri kann sannføra um virði sítt.

18. Símun Samuelsen, GÍ, 1/0
Vágbingurin í Gøtu fekk seinasta lítla hálva tíman á vøllinum. Føroyska liðið var tá mest av øllum umskipað til B-lið, og í ógvuliga ósamanhangandi spælinum hevði hann ilt við at markera seg. Var tó reppið at skora ta einu ferðina, og tóktist annars duga væl at leita sær niðan til møguleikarnar. Er annars fyrsti føroyski A-landsliðsleikarin niðanfyri 18 ára aldur, og eigur sostatt í løtuni metið sum tann yngsti á liðnum nakrantíð.