fyri av hesum, at vit kunnu onki missa við at fara í Sosialin, sigur hon, og skoytir ilsliga uppí, at í prinsippinum kundi hetta verið ein og hvør meklari og ein og hvør seljari. - Ein og hvør húsakeypari [...] fólk. Vit ganga út frá at meklarin er kompetentur og hevur sett seg eitt sindur inn í, hvørja vøru hann selir. Nú dugi eg væl at síggja, at tað alla tíðina bara hevur snúð seg um at fáa lortið selt, sigur [...] Tey halda fram við at ríva køk og baðiverilsi niður. Nógv tapet í gongini er vátt og dettur líkasum av sjálvt. Um sama mundi ringir ein granni til Rógva, at fortelja honum, at fyri at koma inn við bili
bankalán fyri at sleppa at syngja fyri, og sum gjalda lánini aftur ígjøgnum fleiri ár. Og ein skal verða heppin at fáa arbeiði fyrstu ferð ein syngur fyri. At syngja fyri 20 ferðir fyri at fáa eitt arbeiði [...] lítlum kjansi. - Men eg haldi ikki at hvør einstakur sum elskar at syngja, má blíva professionellur sangari. Nógv týdningarmiklari er at hækka almenna støðið innan sang í Føroyum. At kunna úttrykkja seg [...] Requiem eftir Berlioz í Paris. Enn fái eg tár í eyguni, tá eg hugsi um hetta. Orkestrið var fanstastiskt. Kórið framførdi við slíkum intensiteti, at eg ristist og skalv. Ein stóran part av æruni hevði ikki
fyri tað fyrsta rættiliga góðar. Eisini haldi eg, at hansara máti at greina samfelagið sæð í ljósinum av hendingum í hansara egna lívskeiði, er sera viðkomandi. Eg havi so gjørt nakað í sama stíl, sæð í [...] lagna Men hvussu kennist tað so fyri ein rithøvund at liva í hesum innantóma heimastýristilstandinum? - Eg kann ikki svara fyri onnur, men sjálvur havi eg í vaksandi mun kent heimastýrið sum eina andliga [...] sindur nærri at, hvat tað er, sum ger tað so avmarkandi at fáast við list í Føroyum. Fyrst og fremst er tað ein hugburður, sum altíð vil umbera. Ikki illkennast. Ikki róta upp. Skjótt sagt ein hugburður,
aldursbýtinum. - Eg kann tosa fyri tað yngra ættarliðið, tí eg haldi so avgjørt, at eg hugsi øðrvísi um nógv viðurskifti, enn hvat t.d. ein eldri maður ger. - Mínar hugsjónir kunnu tí verða at gagni fyri føroyska [...] meg sjálva, hvør skal so?! Nú havi eg so bjóðað meg fram sum valevni, tí eg trúgvi at eg kann gera mun á løgtingi. - Hinvegin verði ikki skuffað, um eg ikki verðið vald hesaferð. Tað eru so nógv sum stilla [...] til ta sannføring, at hon kortini skuldu taka við áheitanini. So er bara spurningurin, hvat veljarin fer at siga leygardagin. - Eg veit sjálvandi ikki, um eg verði vald. Men, um eg ikki trúgvi uppá meg
flakavirkinum at gera royndir í. Vælvild ger eisini, at eg trúgvi uppá, at framtíðin opnar fyri møguleikum, at føroyingar fara at satsa meira uppá gransking og útbúgvið fólk sum eitt tilfeingi. Eg samstarvi [...] sum eg haldi er sermerktur fyri okkum føroyingar. Eg gloymi ikki fyrstu ferð eg hevði ein tvøramann sum undirvísara á Setrinum, tað var fantastiskt at hoyra um havlívfrøði á tvøramáli. Tí haldi eg, vit [...] eitt stórt privilegium. Eg eri flutt aftur á Tvøroyri, ikki tí at eg, sum lívfrøðingur ella granskari, rokni við at finna eitt granskingarumhvørvi her, men havi nokk altíð vita, at eg skal búgva her. Alt
nær teir kundu koma. Knappliga ein dagin kundi eftirlitsmaður standa á dekkinum og siga, at hann fór líka at ganga runt og hyggja at skipi og trygdarútgerð. Eg haldi, at hetta hevði eina ógvuliga góða [...] sjáldan, at tey komu ófráboðað. Skipari sigur, at tað skapti eina størri virðing og eitt størri ansni fyri trygdini, at tú kundi fáa vitjan av eftirlitsfólki. - Tú gekk alla tíðina og hugdi at, um nú alt [...] umborð. Klassin í staðin Skiparin sigur, at nú er tað klassin, sum av og á kemur umborð á skipini at kanna viðurskiftini fyri Skipaeftirlitið. - Men sum eg havi skilt, ger klassin hetta arbeiði eftir bílegging
men heldur annaðhvørt ár. - Eg havi ikki spurt meg fyri, men eg haldi, at tað serliga eru sinkini, sum kavarar hava fingist við at skifta. Hann sigur, at tað er komið fyri, at skipini, sum hann varar av [...] summir skipabólkar longu nú hava við at halda upp á fólkið, tá ið so nógv onnur tilboð eru uppi á landi – og í útlandinum. - Eg freistist næstan at siga, at heldur Jan, at fleiri fiskimenn líka so væl kunnu [...] kavarar niðri, men eg havi skilt, at teir hava skift sinkini á Vestmenningi og Fram, sum áður eru longdir. Dánjal vísir á, at summi skip verða málað soleiðis, at neyðugt ikki er at taka tey upp á hvørjum
leggja stóran dent á at vera ajour við tí vit arbeiða við, og at oljufeløg og onnur altíð vita, at tað vit gera altíð er gjørt á tryggum støði, og eg haldi vit kunnu rósa okkum av, at vit hava megnað ta [...] samfelag er so lítið, at bara tað vit síggja av avleiddari vinnu í dag uttan, at vit hava funnið kolveltni, vísir, at tað fer at fáa stóra ávirkan tann dagin vit raka við kolvetni. -So eg haldi vit skulu síggja [...] so vita vit, at vit eisini hava havt tað uppi at venda. Men at tað er nakað vit fara at viðgera meira neyvt, tá tíðin nærkast eini framleiðslu. Tað er nú soleiðis, tá tú borar eftir olju, at tú antin rakar
sum bókaummælari eri eg grønur. Fari tó at loyva mær at siga, at Isaksen her hevur gjørt tað einaferð enn! Hetta er ein fantastiska spennandi søga, ið hevur so nógv í sær, at ein verður burtur í hesum [...] næstu síðu. Sjálvur var eg so hugtikin av at vita, hvat var fiktión, og hvat var fakta, at eg setti meg at googla, tí ymiskt var, ið eg vildi hava greiðu á, so áhugavert var hetta. t.d. søgan um Zeno brøðurnar [...] skulu kalla tað. Skal eg siga nakað, sum eg haldi kundi verið betri, so er tað á málsligu síðuni. T.d. kennist tað løgið, at skrivað verður, at "stearinljós brendu", tí rættari er jú at siga "brunnu". (s.21)
víðari - Tað kann so vera ein forkláring. Men eg haldi ikki, at tað kann brúkast sum ein umbering longur fyri, at til dømis danska og føroyska tjóðin ikki kunnu koma til sættis á ein fruktagóðan hátt, sigur [...] høvdinum. - Nei, eg billi mær als ikki inn, at eg veit, hvat tað vil siga at vera føroyingur. Mín uppgáva sum rithøvundur er at ímynda mær tað og síðani lata tað til høvuðspersónin, Kára, at fortelja, hvussu [...] av eini donskum kvinnuligum rithøvunda at billa sær inn, at hon veit, hvussu tað var at vera ein 16 ára gamal havnadrongur í 60 unum. Tíansheldur hvussu tað er, at vera føroyingur. Lisbeth Nebelong smílist