Lønarviðurskiftini hjá ambulansufólki út av lagi vánalig

- Eg haldi ikki, at okkara fólk í nóg stóran mun verða vird fyri tað, tey gera og tær uppgávur, sum lagdar eru á okkum. Hesi fimm árini, eg havi verið í hesum starvi, eru nógvar broytingar farnar fram, og stór ábyrgd er løgd á okkum við viðgerð á staðnum og í sjúkrabili eins og við heilivági. Haraftrat skulu frágreiðingar skrivast um hvørja einstaka ferð og hvønn einstakan sjúkling, sigur Asbjørn Knudsen, ið er talsmaður fyri fólk í sjúkraflutningstænastuni

Sjúkraflutningur

 

Visti tú, at tey, sum koyra sjúkrabil, bert tjena 103 krónur um tíman í vanligari arbeiðstíð frá 08-16 – og at tímalønin, sum viðkomandi fáa, meðan hann ella hon hava tilkallivakt frá 16-08, bert er góðar 26 krónur? Og visti tú, at fasta lønin hjá einum fólki, sum hevur havt sítt dagliga yrki í einum sjúkrabili í fimm ár, bert er góðar 18.000 krónur um mánaðin – fyri 80 tímar effektiva tíð og 256 tímar á tilkallivakt um mánaðin?

Hetta ljóðar ikki av tí heilt stóra í mun til ábyrgdina og førleikan, sum liggur aftanfyri eitt slíkt starv.

Í Eysturoy eru tvey lið av fólki, sum syrgja fyri sjúkraflutningi í økinum. Hesi arbeiða undir Sjúkraflutningstænastuni hjá Landssjúkrahúsinum, og tað gera tey, sum koyra í Vágunum, eisini.

Tvey fólk eru á hvørjum liði, og tey eru knýtt at tænastuni í eina viku í senn – frá mikumorgni klokkan 08 til næsta mikumorgun klokkan 08. Vanliga arbeiðstíðin er frá klokkan 08 á morgni til klokkan 16 seinnapart. Frá mánadegi til fríggjadag hava tey støð á Lambareiði, har Sjúkraflutningstænastan hevur bilarnar standandi og hølir til starvsfólkið.

Eftir klokkan 16 og í vikuskiftinum hava ambulansufólkini tilkallivakt heima við hús alt samdøgnið, og tá hava tey bilarnar standandi í túninum. Tey, sum eru á vakt, eru soleiðis knýtt at tænastuni í 24 tímar um døgnið – í eina heila viku í senn. Skulu tey út um hurðina, noyðast tey at hava tefefon, bippara og sjúkrabil hjá sær.

Samlaða tímatalið, har tey, sum eru á vakt, eru knýtt at tænastuni í einum mánaða, er soleiðis 336 – og fyri hetta tilknýti til tænastuna tjena hesi fólkini eftir umleið 5 árum stívliga 18.000 krónur um mánaðin.

Tá ið vaktarskiftið er mikumorgun, hevur liðið, sum byrjaði mikumorgunin fyri, frí í eina viku.

 

Vánalig lønarkor

Fólk, sum koyra fyri sjúkrahúsini, eru sum heild væl nøgd við arbeiðsumstøðurnar og samanhaldið millum tey, sum eru í starvi hjá tænastuni. Men tey halda kortini ikki, at lønarlagið er nakað at rópa hurrá fyri.

Asbjørn Knudsen er talsmaður hjá teimum, sum søgdu limaskapin upp í Havnar Arbeiðsmannafelag og fóru upp í Starvsmannafelagið.

Hann sigur, at tað er eitt sindur ymiskt, hvussu vaktirnar eru skipaðar í Eysturoy og á hinum støðunum kring landið, men soleiðis, sum vit her hava greitt frá, eru vaktirnar skipaðar hjá teimum báðum liðunum, sum um Sjúraflutningstænastuna hjá Landssjúkrahúsinum hava støð á Lambareiði.

- Eg havi verið í starvi í fimm ár, og makkarin hjá mær hevur verið í eini tvey ár longri enn eg. Eg haldi, at fasta lønin hjá honum er einar 1000 krónur hægri enn mín løn er, sum liggur um 18.100 krónur um mánaðin.

Asbjørn heldur, at lønin hækkar eitt vet, til tú hevur verið í starvi í eini 12 ár, men tá er munurin á lægstu lønini og hægstu neyvan meira enn stívliga 2.000 krónur.

- Tá ið vit verða tilkallaðir eftir vanliga arbeiðstíð, geva tríggir teir fyrstu tímarnir 50% yvirtíð og tann fjórði tímin 100% yvirtíð. Vit kunnu soleiðis siga, at ein partur av okkara løn – tað, sum ger, at vit yvirhøvur kunnu røkja okkara fíggjarligu skyldur – hongur neyvt saman við, um okkurt er at gera ella ikki. Vit halda tað bara vera ov galið, at okkara inntøkugrundarlag skal vera tengt at, um fólk gerast sjúk, eru fyri óhappum – ella í aðrar mátar hava brúk fyri sjúkrabili ella ikki, sigur talsmaðurin.

Síðan nýggja kommunulæknatænastan kom í gildi, hevur sambært talsmanninum verið heldur minni at gjørt í Eysturoy.

 

Ov lítil virðing

Asbjørn heldur, at lønarviðurskiftini hjá teimum, sum røkja sjúkraflutningsuppgávur, eru út av lagi vánalig.

- Eg haldi ikki, at okkara fólk í nóg stóran mun verða vird fyri tað, tey gera og tær uppgávur, sum lagdar verða á okkum. Hesi fimm árini, eg havi verið í hesum starvi, eru nógvar broytingar farnar fram, og stór ábyrgd er løgd á okkum við viðgerð á staðnum og í sjúkrabili eins og við heilivági. Haraftrat skulu frágreiðingar skrivast um hvørja einstaka ferð og hvønn einstakan sjúkling. Verður sjúklingur koyrdur á skaðastovuna, skal læknin, sum tekur ímóti, hava eina slíka frágreiðing.

Hann vísir á, at rættiliga fastar mannagongdir eru, tá ið farið verður út til uppgávur.

- Í Eysturoynni hava vit ta skipan, at annar í sjúkrabilinum er viðgerðari og hin er atstøðingur, har atstøðingurin er tann, sum koyrir bilin, meðan viðgerarin er tann, sum er hjá sjúklinginum og gevur hjálpina – á staðnum og í bilinum. Vit skiftast soleiðis annan hvønn túr. Hetta er ein skipan, sum tryggjar, at liðið, sum fer út, í hvørjum einstøkum føri kennir sína uppgávu.

Asbjørn sigur, at liðið, sum fer út til uppgávur, eisini veit, hvør av teimum báðum hevur evstu ábyrgd, tá ið týðandi avgerðir skulu takast.

- Men tíbetur ert tú ongantíð einsamallur um avgerðina, leggur hann aftrat.

 

Samráðingarrættur

Tað, sum serliga kennist hugstoytt hjá teimum, sum fóru úr Havnar Arbeiðsmannafelag og gjørdust limir í Starvsmannafelagnum, er, at samráðingarrætturin á økinum framvegis liggur hjá Havnar Arbeiðsmannafelag.

- Vit hava fingið at vitað úr Fíggjarmálaráðnum, at vit koma ikki longur lønarliga, so leingi vit eru limir í Havnar Arbeiðsmannafelag. Hetta var orsøkin til, at vit tóku stigið og meldaðu okkum inn í Starvsmannafelagið. Eg havi sjálvur verið til samráðingar í Fíggjarmálaráðnum saman við Havnar Arbeiðsmannafelag, og har hevur verið sagt, at tey kunnu ikki løna einum bólki av arbeiðanum hægri enn einum øðrum bólki.

Asbjørn sigur, at tað vóru 48 fyrrverandi limir í Havnar Arbeiðsmannafelag, sum meldaðu seg inn í Starvsmannafelagið, meðan 7 aktivir limir framvegis eru í Havnar Arbeiðsmannafelag.

- Tað, sum vit halda vera sera órættvíst, er, at Starvsmannafelagið ikki kann fáa samráðingarrættin hjá okkum, nú eitt so stórt tal av okkum eru limir í felagnum. Hvar er demokratiið, tá ið 7 hava samráðingarrættin fyri okkum øll, kunnu vit spyrja. Á tingi ræður ein meiriluti upp á 17, men hetta er eftir øllum at døma ikki galdandi á okkara øki.

Talsmaðurin vísir á, at tey 48, sum eru limir í Starvsmannafelagnum, tvær ferðir hava boðað frá arbeiðssteðgi, men fasti gerðarrætturin hevur báðu ferð sagt, at tiltakið ikki er lógligt, soleingi sáttmáli er á økinum, og tí hevur eingin arbeiðssteðgur verið.

- Men hvussu skal tað vera, tá ið ein av limunum í gerðarrættinum er Vígdis Johannesen, formaður í Havnar Arbeiðskvinnufelag. Tað undrar meg, at hon ikki heldur seg vera ógegnian í slíkum máli, sum snýr seg um eitt annað arbeiðarafelag.

Asbjørn Knudsen vísir á, at sáttmálin, sum Havnar Arbeiðsmannafelag hevur við Fíggjarmálaráðið fyri sínar limir, ið eftir eru innan sjúkraflutningsøkið, bevíst ikki er uppsagdur.

- Vit kenna okkum tí rættiliga bóndafangað undir verandi umstøðum, sigur talsmaðurin.