Nýggja Norðborg – juvelurin í krúnini

Hon er helst størsti og dýrasti nýbygningur nakrantíð í føroyska fiskiflotanum. Nýggja Norðborg, sum verður bygd í Chile, fer at liva upp til krøvini til eitt nútíðar fiskifar, sum troytir allan fiskin og framleiðir til matna umborð. Harvið nýtast ikki tær stóru nøgdirnar sum tá talan er um at veiða til ídnað. Eisini er oljunýtslan minni. Norðborg verður juvelurin í krúnini hjá føroyska fiskiflotanum.

Fiskivinna

Jan Müller

jan@sosialurin

myndir: Hvalnes

 

Herfyri komu tey aftur av 10 daga dreymaferð til Chile í Suðuramerika. Tey eru fólkini aftanfyri reiðaríið Hvalnes í Klaksvík, sum hava rikið eina familjufyritøku gjøgnum fleiri ættarlið, eina fyritøku, sum hevur fylt nógv í tí føroyska nótaflotanum. Tey vóru hjástødd, tá nýggja flaggskipið í føroyska nótaflotanum Norðborg varð sjósett og doypt. Heimafturkomin hittu vit Jón Rasmussen, skipara og ein av synunum hjá reiðaranum og oddamanninum fyri hesi spennandi verkætlanini, Kristian Martin Rasmussen.

 

Tey komu til Chile 19. februar og varð skipið longu doypt dagin eftir. –Hetta var eitt fantastiskt upplivilsi er fyrsta viðmerkingin vit fáa frá Jón Rasmussen. Tá føroyingar hava bygt skip seinastu árini koma skrokkarnir úr Eystureuropa og verða liðugtgjørdir á norskari skipasmiðju fyri síðani at leggja leiðina til Føroya. So stóri dagurin er, tá skipið kemur til landið. Her er tað eitt sindur øðrvísi. Alt arbeiðið uppá nýggju Norðborg verður nevniliga gjørt á somu skipasmiðju í Chile, Asmar skipasmiðjuni, og eitt vegamót í hesi bygging er løtan, tá skipið verður sjósett og doypt.

 

-Hvussu kendist at vera til steðar, tá skipið varð sjósett?

 

-Tað var ein ótrúlig kensla. Seinast eg vitjaði í Chile var í september. Tá eg so kom aftur til landið varð tað fyrsta eg gjørdi at fara oman at hyggja eftir skipinum. Tað var ein flott sjón at síggja hetta stóra skipið. Tað var eisini gjørt sera nógv burtur úr hátíðarhaldinum. Allir chilenar vóru í uniformum, so har var hátíðardámur. At síggja skipið standa upplýst klokkan 11 á kvøldi pyntað við fløggum var stórbart greiðir Jón Rasmussen frá.

 

-Men hví fara til Chile at byggja nýtt skip spurdu vit Jón Rasmussen?

 

-Núverandi Christian í Grótinum varð bygdur í Chile í 98, so vit kendu eitt sindur til landið og vistu, at teir duga handverkið. Tá vit fóru undir hesa verkætlanina sóu vit beinanvegin, at skipið fór at blíva dýrt. Vit mettu tó ikki, at vit megnaðu at byggja fyri langt omanfyri 200 mill. kr. Tá vit so góvust at samráðast við norska skipasmiðju var prísurin komin uppá 280 til 290 mill. Asmarskipasmiðjan í Chile kundi harafturímóti byggja fyri 240 mill. kr. Ùtgerðin, verksmiðja, motorur oa. er alt tað sama sum í Noregi. Tað er bara sjálvt skipið, skrokkurin og arbeiðið, sum eru nógv bíligari.

 

Risastórt fiskiskip

Nýggja Norðborg er 18,4 metrar breið og 83,4 metrar long. Sammeta vit við eitt av okkara flaggskipum, trolaran Skálaberg, so er hann 16 metrar breiður og umleið 75 metrar langur.

 

Tað, sum ger hesa verkætlanina so spennandi og serstaka er, at skipið verður bygt við tí í huga, at øll framleiðslan skal fara fram umborð, og at allur fiskurin verður troyttur. Einki fer í havið aftur. Tað var tann tíð, tá skipini bara vórðu bygd til at kunna taka so nógv sum til bar og síðani landa til ídnað, men hjá reiðaríinum Hvalnes, sum hevur drúgvar royndir í nótavinnuni, hava tey so valt at fylgja tíðini og hava lagt á annan bógv. Burðardygg fiskiveiða og framleiðsla til matna skal vera grundarlagið undir stóru íløgunum.

 

Jón Rasmussen heldur samansetingina hjá teimum við at hava tvey skip, Christian í Grótinum og Norðborg vera sera góða. -Vit fáa gagnnýtt sildina sera væl, tá hon er norðan fyri Føroyar og eystan fyri Ísland, har vit fáa skorið sildaflak, tá hon hevur nógv æti í sær og annars er trupul at flyta til lands. Og tá lodnan er við Ísland og í Barentshavinum fáa vit fryst umborð. Harvið er virðisøkingin rættiliga stór. Vit hava eisini roynt at frysta svartkjaft við verandi Norðborg. Ídnaðarprísurin er í dag umleið 90 oyru, meðan vit fyri frystan svartkjaft til matna uttan at skera hann fáa hálvatriðju til tríggjar kr. kilo. So virðisøkingin er rættiliga stór fyri lítið arbeiði. Skera vit fiskin umborð til flak og skráskera fáa vit eisini gjørt mjøl á mjølverksmiðjuni umborð. So alt verður gagnnýtt, einki fer út aftur. Hetta skuldi givið sera nógvar fyrimunir, nevniliga við at gagnnýta alt úti á feltinum.

 

Føroyska verkætlanin

Í Chile kalla tey nýggju Norðborgina fyri føroysku verkætlanina. Hon er nevniliga meira enn bara eitt skip. Hon er ein prototypa uppá framtíðar fiskiskipið, sum troytir allan fiskin og fær sum mest fyri hann. –Vit hava nógvar kappingarneytar, serliga íslendsk og norsk skip, sum eisini gagnnýta sum mest av fiskinum umborð, men einki teirra hevur mjølverksmiðju umborð. Tí er Norðborg fyrsta skip av sínum slag, sum hevur mjølverksmiðju eisini. Tá tú er langt til havs, við Svalbard og langt norðan fyri og sker sild, so er úrtøkan 50%. So roynir man at fáa veiðuna til lands, men slógvið verður gamalt til ta tíð. Nú royna vit ístaðin at gera restina av fiskinum til mjøl. Vit fáa púra feskt mjøl og feskt lýsi og fáa á tann hátt eina nógv betri virðisøking.

 

Jón Rasmussen sigur, at nýggja Norðborgin er eitt pilotprojekt og tí ikki nakað, sum er kopierað frá øðrum.

 

-Er hetta tað optimala, sum man kann koma til at byggja eitt skip, sum skal veiða og framleiða uppsjóvarfisk?

 

-Tað mugu vit nokk siga ja til. Men aðrir velja so at hava skip, sum hevur tangar og føra veiðuna feska til lands. Síðani vit skrivaðu undir sáttmálan um Norðborg fyri hálvum øðrum ári síðani, vísa tekinini, sum eru, at tað vit hava gjørt bara verður rættari og rættari.

 

-Tað skal nógvur fiskur til fyri at fáa eitt skip fyri 240 mill. kr. at bera seg. Hvat við váðanum og óvissuni, har eitt nú minni er til av svartkjafti, og hann framvegis er óbýttur. Er einki at óttast?

 

-Tað er tað fyri so vítt ikki. Eg síggi, at vinnufólk kjakast, um svartkjafturin skal býtast ella ikki. Tað kjakið haldi eg byggir meira uppá, um tað skal seljast ella ikki.

Vit vilja gjarna, at Norðborg fær sín part og kanska fiska svartkjaftin alt árið, serliga rundan um Føroyar um heystarnar, tá hann er feitur og í góðum standi. So tað eru vit ikki bangnir fyri. Og hesin báturin skal sjálvandi brúka nógv færri tons av svartkjafti enn ein vanligur ídnaðarbátur annars. Umframt svartkjaftin hava teir eisini sildakvotu, lodnu og makrel.

 

-Vit kenna ikki framtíðina, men tað kann jú henda, at TAC á svartkjafti fer at minka enn meira. Tit hava bundið tykkum at fylgja tí. Hava tit kalkulerað við tí?

 

-Ja tað hava vit gjørt. Tað vísir seg, at tá svartkjafturin minkar sum nú, er minni til men slagið er gott, tað er góður og stórur svartkjaftur. Ein ídnaðarbátur, sum liggur norðan fyri Føroyar og fiskar eini 200 til 300 tons um dagin hevur við verandi ídnaðarprísi og oljuprísi, ongan tjans. Tað er eingin forrætning í tí. Men er tað so ein frystibátur, sum frystur eini 200 tons um dagin og selur fyri einar 600.000 kr., so er tað forrætning í tí.

 

-So framtíðin, bæði fyri at hava eina burðardygga veiðu og við økonomi í, er at framleiða umborð!

 

-Ja, tað meta vit og serstakliga tá talan er um svartkjaft. Tað er ein sera trupul fiskur. Verður skjótt gamal og er torførur at flyta til lands og landa feskan. Tú skal bera skjótt at og ikki hava ov langar túrar. Skal ein bátur við tangum sigla inn tvær til tríggjar ferðir um vikuna verður tað til sera stóra oljunýtslu, meðan nýggja Norðborgin kann liggja úti í vikuvís og frysta.

 

Russar fryst svartkjaft í ártíggjur

-Royndir vórðu á sinni gjørdar umborð á Andreas í Hvannasundi at flakaskera og frysta svartkjaft men tað gekk ikki!

 

-Tað var nakað heilt annað. Teir tóku fiskin inn í tangar, sum ikki vórðu so væl gjørdir og køldir sum okkara og skóru svartkjaftin til flak. Tá fór sandmaðkur út í flakið og so kom ein kampanja í Týskalandi, har myndir vórðu tiknar av fløkunum. So var tann marknaðurin vekk. Russar hava heilfryst svartkjaft undir Føroyum í fleiri ártíggju. Eisini hálendingar hava heilfryst svartkjaft í mong ár serliga til Afrika og Asia.

 

-Sær tú ongan vanda fyri, at ein so stór íløga ikki skal forrenta seg.

 

–Vit føla okkum væl við tað vit hava gjørt.

 

-Nógv verður tosað um útlendskan kapital í føroysku fiskivinnuni. Hvussu við Norðborg. Er útlendskur kapitalur uppi í?

 

-Eginkapitalurin er allur á føroyskum hondum. Fíggingin kemur fyrst og fremst frá Føroya Banka, síðani frá Realinum og frá einum norskum banka.

 

Fleiri pengar í lastini

-Hvussu heldur Jón tað sær út hjá føroyskari fiskivinnu í dag!

 

-Eg kann bara úttala meg um nótaflotan. Fyri ein bát sum Christian í Grótinum, sum hevur livað gylt av tí stóra svartkjaftatilfeinginum, sum hevur verið, sær tað ikki so bjart út. Serliga ikki við høgu oljuprísunum, tí hann skal jú sigla inn og út alla tíðina. Hetta hava vit tikið hædd fyri, nú nýtt nótaskip verður bygt. Vit vilja heldur, tá vit sigla til lands við veiðuni, hava fleiri pengar í lastini samtíðis sum vit leggja yvir til veruliga tungolju, so vit fáa kostnaðarstøðið longur niður og fáa meira fyri fiskin.

 

Jón vísir á, at tað er ein øgiligur munur á, hvat bátarnir koma inn við í dag í mun til í fjør. Tað broyist ótrúliga skjótt. Í fjør byrjaðu teir at landa fyri 1.60 kr. Nú er prísurin 90 oyru. Tað er ein niðurskurður uppá eini 40%. Tað er eitt øgiliga stórt sveiggj.

 

Nýggj Norðborg verður latið liðugt frá skipasmiðjuni seinast í august ella møguliga eitt sindur seinni Tað tekur einar tríggjar vikur at sigla heim, so skipið verður á Klaksvík síðst í september ella í oktober.

 

 

Fakta

Norðborg er 83 metrar long og 18 metrar breið. Hon kann lasta 1500 tons av frystum sildafløkum og 400 tons av mjøli. Frystiorkan er millum 200 og 250 tons um samdøgrið. Skipið hevur eina 6000 kW Bergen Diesel maskinu og brúkar tungolju. Tað verða umleið 24 mans við skipinum. Eigari er partafelagið Hvalnes í Klaksvík.