Kjak uttan grundgevingar
SA skal hava stóra takk fyri, at hann varpar ljós á bókina hjá mær, Guds orð ella orð um Gud, men eg má viðganga, at hvat innihaldi viðvíkur gjørdist eg ikki sørt vónsvikin av støðinum í greinini. Eg hevði satt at siga rokna við at finna onkrar góðar grundgevingar í greinini hjá SA, sum eg og onnur kundu fyrihalda okkum til, men har er ikki ein grundgeving at finna í allari greinini - einans illgitingar og ógrundað uppáhald, stutt sagt trúgv á tað ósannlíka.
Tað er torført at verja seg ímóti álopum frá eini grein, sum einans inniheldur uppáhald, illgitingar og ósannlíka trúgv, men tað ber sjálvandi til at gera viðmerkingar til sjónarmiðini handan álopini. SA setur fram tvey sløg av pástandum í greinini, sum eg fari at gera viðmerkingar til. Annað snýr seg um viðurkendar bíbliugranskarar og hitt um viðurkenda bíbliugransking.
Bíbliugranskarar
SA heldur uppá, at eg prýði meg við nøkrum útvaldum “hetjum”, meðan hann kennir nakrar “vísindamenn”, sum eru nógv klókari og viðurkendari enn teir, sum eg prýði meg við. Hvørjir hesir vísindamenn eru, ella hvat teir vísindaliga sæð standa fyri, fáa vit einki at vita um. SA nýtir nærum ein heilan teig av greinini til tílíkt tómt tos. Eg havi grundgivið fyri mínum sjónarmiðum, og víst til ein hóp av viðurkendum og navngivnum granskarum, men tað hevur ongan áhuga. SA dámar betur at kasta við steinum, meðan hann fjalir seg handan húsaveggin.
SA tykist halda, sum vanligt er, tá grundgevingar vanta, at best man vera at royna at sáa iva um førleikan hjá mótstøðufólkunum heldur enn at viðgera teirra grundgevingar. T.d. tykist SA halda, at Dawkins og Harris, sum annars ikki eru grundarlagið undir míni bók, ikki hava nakað íkast at geva til kjakið, tí teir eru “víðgongdir gudloysingar”. Fær man ikki bóltin, so fer man eftir manninum.
Grundgevingarnar í bók míni, sum SA ikki kemur inn á við einum orði, kunnu heldur ikki nýtast, tí talan er um “víðgongda rationalismu”. Hvat hendan orðingin merkir, fáa vit ikki nakað at vita um, men kanska merkir hon, at ein støddfrøðingur er “víðgongdur rationalistur”, tá hann heldur, at 2 plus 2 er 4. Og kanska er ein bíbliugranskari “víðgongdur rationalistur”, um hann heldur, at endin á Markusevangeliinum og søgan um kvinnuna, sum varð tikin í hordómi í Jóhannesevangeliinum ikki hoyra heima í Bíbliuni, tí hesir tekstir ikki standa í teimum elstu handritunum. Tað sama kann kanska sigast um ein granskara, sum heldur, at ættartalvurnar hjá Jesusi í Matteus og Lukas stríða ímóti hvørjari aðrari, tí hvørki nøvn ella tal á nøvnum í teimum fáast at samsvara. Ein “víðgongdur rationalistur” tykist vera eitt ódjór, sum setur almennan rationalitet omanfyri persónliga trúgv, ta sannlíku frágreiðingini omanfyri ta heilt ósannlíku.
Tá SA hevur sátt misálit á mín tekst við illgitingum, so ger hann Gud hjálpi meg júst tað sama, sum hann leggur meg undir at hava gjørt. Tann seinasti teigurin av greinini er nærum allur sum hann er ein ramsa av sjónarmiðum hjá tí “mæti” og “størstu” hetjuni í seinastu øld. Nú fáa vit enntá eitt navn, “trúarverjin” C. S. Lewis. Tað ber væl til hjá SA at nýta sama retorikk, sum hann leggur meg undir at føra fólk í óføri við. Helst hevur SA eina betri sak enn eg, har málið rættvísger amboði. Tað sæst av, at tá niðurstøðan kemur, “menniskjans mytur eru ævintýr”, kristna mytan er “Guds ... sannleiki”, so er heimildin ikki ein bíbliugranskari, men ein kendur skaldsøguhøvundur, sum skrivaði ævintýr av Harry Potter slagnum.
Sanniliga er SA er ikki bundin at nakrari “víðgongdari rationalismu”.
Viðurkend bíbliugransking
SA sigur einki um, hvørjir hesir granskarar eru, sum ikki geva seg undir “víðgongda rationalismu”, ella hvørjar grundgevingar teir so munnu nýta, men hann gevur okkum nakrar áhugaverdar ábendingar. Tann partin av greinini, sum SA ikki nýtir til at koma við ógrundaðum uppáhaldum og illgitingum, nýtir hann til at reka aftur tað, sum stendur í míni bók. Háttalagið, sum SA her nýtir, er rættuliga kollveltandi fyri alla (orsakað orðið) “viðurkenda” bíbliugransking.
Tað, sum SA ger er, at hann endurgevur brot úr bókini hjá mær, og síðan setur hann tey upp ímóti trúarjáttanini, sum er skrivað 300 ár eftir deyða Jesusar. Tað tykist vera hetta, sum teir ónevndu og ógvuliga viðurkendu granskararnir, sum SA sipar til, leggja til grund fyri síni gransking. Tað má vera soleiðis hesir granskarar arbeiða, sum ikki vilja geva seg undir “víðgongda rationalismu”. Tí tað er púra rætt, hetta hevur einki við rationalismu at gera. Hetta er nakað tað sama sum at krevja av einum søgufrøðingi, at tá hann lesur tingskjøl um Páll Fanga frá samtíð hansara í 1650-unum, so skal hann ikki koma til aðra niðurstøðu enn hana, ið stendur í søgnini um Páll Fanga, ið varð niðurskrivað 250 ár seinni, í 1898. Bíbliugranskarar skulu v.ø.o. ikki vera “rationellir”, teir skulu “trúgva”.
Sum søgufrøðingur havi eg altíð hildið, at granskarar skulu leggja størstan dent á tær elstu heimildirnar og minni á tær yngru. Sambært SA eri eg farin fullkomiliga skeivur. Tað eru tær seinnu heimildirnar, serliga trúarjáttanin, sum skulu avgera, hvat ein granskari kann loyva sær at koma fram til. Tað tykist vera vísindaliga háttalagið hjá teimum “viðurkendu” men ónevndu granskarunum hjá SA, sum ikki eins og eg vilja geva seg undir nakra “víðgongda rationalismu”.
Niðurstøðan skal verða givin frammanundan - í trúarjáttanini.
Grundgevingar og fornermilsir
Tílíkar greinar, sum hendan hjá SA, eru ikki við til at menna kjakið. Greinin hjá SA minnir mest um firtni frá einum barni, sum uttan grundgeving krevur at fáa sín rætt, ella ein hjúnafelaga, sum roynir at fornerma hin, tá hann onga grundgeving hevur eftir. SA tykist halda, at sjónarmið hjá Dawkins eru skeiv, tí hann er “ateistur”, sum harvið hevur fornerma ávís kristin, meðan sjónarmið hjá C. S. Lewis eru røtt, tí hann er “trúgvandi” og góðtekur trúarjáttanina. Hetta eru bara ikki grundgevingar, men trúgv. SA kundi tað sama sagt við konuna hjá sær, at hon dugur ikki at vaska upp tí hon hevur stutt hár. Og onkur annar, sum dámar betur kvinnur við stuttum hári, kundi við sama rætti sagt tað øvugta.
SA heldur kanska eisini, at vit skulu vraka arbeiðið hjá Albert Einstein, tí hann segði “Eg kann ikki ímynda mær ein Gud, sum lønar og revsar sínar skapningar ella hevur ein vilja sum tann, vit uppliva hjá okkum sjálvum. Heldur ikki kann ella vil eg ímynda mær eitt menniskja, sum yvirlivir sín fysiska deyða; lat veikar sálir, av ótta og meiningsleysari egoismu, fjálga um tílíkar tankar” Einstein hevur kanska einki at geva mannaættini, tí hann eins og Dawkins heldur, at m.a. onkur kristin eru veik, meiningsleys og egoistisk. Einstein hevur eins og Dawkins fornerma SA, og hann hevur tí einki at geva. Einstein trýr ikki rætt og kann tí ikki grundgeva rætt.
Greinin hjá SA er neyvan ætlað sum annað enn ein retorisk roynd at sáa iva um eitt arbeiði, sum SA ikki dámar. Men tað hevði nú sømt seg betur fyri SA, at hann royndi at grundgeva fyri, at tað, sum eg haldi uppá í bókini er skeivt, heldur enn at sáa illgruna um innihaldið við trúarjáttanini og tómum tosi um, at hann kennir nakrar nógv klókari granskarar. Tástani hevði hann havt eitt veruligt svar uppiborið - við grundgevingum. Illgitingar og persónliga trúgv hjá SA kunnu hvørki eg ella onnur fyrihalda okkum til sum annað enn júst illgitingar og trúgv.
Eini góð ráð frá einum frøðingi
Sum søgufrøðingur fari eg her at loyva mær at koma við einum ráði. Halt fyri Guds skyld trúarjáttanina, ið er úrslit av 300 ára longum gudfrøðiligum stríði, ið m.a. hevði við sær, at bíbilski teksturin varð falsaður, burtur frá bíbliugranskingini. Trúarjáttanin kann ikki nýtast sum heimild til nakað annað enn júst hetta stríðið í 300-talinum. Trúarjáttanin hevur einki sannleiksvirði, tá tað snýr seg um gransking, sum roynir at finna aftur til tann søguligi Jesus. Eg vóni, at “hetjurnar” hjá SA eru samdar. Tí skal bíbliugranskingin samsvara við trúarjáttanina fyri at “viðurkennast”, so eru bæði tann “viðurkenda” bíbliugranskingin hjá SA og kjakmentan hansara í ógvuliga svárari kreppu.
At enda skal eg vísa á, at tað ikki er heilt rætt, at eg havi róst Dawkins og Harris, sum SA heldur uppá. Tað kundi eg gott havt gjørt, tí teir duga báðir væl at grundgeva, men tað einasta, sum eg havi sagt um teir er, at uttan mun til, hvat vit onnur halda um teir, so eiga vit at gleðast um, at tílíkir djarvir persónar eru til. Tað merkir ikki endiliga, at Dawkins og Harris hava rætt, men tað merkir, at teir hvessa kjakið við grundgevingum, sum onnur noyðast at fyrihalda seg til.
Tað ger Símun Absalonsen ikki.
Ps. Tað er óneyðugt hjá SA at spyrja eftir mínum viðurskiftum við Várharra. Tey eru júst míni viðurskifti við Várharra. So vítt eg veit, so er tað ein viðurkendur protestantiskur tanki, sum eisini SA átti at sett høgt. Eg fari so ikki at spyrja SA eftir hansara viðurskiftum við Várharra. Tey eru hansara og hava á ongan hátt mín áhuga.