Kronikkur: Olaf Olsen, vinnulívsmaður, Glyvrar
Veðrið má sær ráða, hava føroyingar sagt. Onnur hava sagt, at øll tosa um veðrið, men eingin ger nakað við tað. Men tað sær út til at vera ein farin tíð, tí nú tosa øll um at gera nakað við tað. Og tað er ikki bara, um tað skal verða útróðrarveður í morgin, men: latum okkum køla jørðina nøkur stig!
Tey, sum eru uppií stórpolitikki, hugsa globalt, tí tey rokna við, at tey hava so stóra ávirkan, at tey kunnu broyta stór ting. Vit, sum ikki hava so gott útsýni, halda, at tað munar ikki so nógv, hvat vit gera. Fuglfirðingar plagdu at siga, tá ið teir tosaðu um stórpolitikk, at tað munar lítið, hvat gjógvarámenn siga. Helst er nakað rætt í báðum førum.
Tað verður tosað um, at tær broytingar, sum standa fyri framman, helst eru ógvisligari enn nakað, vit hava upplivað í søguligari tíð, so nú vit eru vorðin so vís og hava so nógva og góða tókni, eiga vit at royna at broyta viðurskiftini til tað betra.
Hvat hava vit gjørt við trupulleikan, og hvat kunnu vit gera aftrat?
1. Um vit tosa um burðardygga veiðu, so hava føroyingar saman við grannatjóðum skipað veiðuna eftir svartkjafti og øðrum uppisjóvar fiskasløgum soleiðis, at hvør tjóð hevur sín avmarkaða part av tilfeinginum. Hetta var ikki so fyri fáum árum síðani.
2. Vit hava fingið eina skipan fyri botnfiskin, sum ger, at ikki ov stór veiðuorka sleppur framat, og økini, har til dømis loyvt er at trola, eru eisini avmarkaði. Hetta er ein skipan, sum er munandi betri enn tær, sum aðrir hava. Hon er løtt at stýra, hon er løtt at fiska eftir, og hon er næstan heilt frí fyri útkast av fiski, og tað hava aðrir sínar trupulleikar av. Um myndugleikarnir ansa eftir, at ikki ov stór veiðuorka kemur inn í flotan, so er hetta ein sera góð skipan.
3. Føroyingar byrjaðu at partrola fyri mongum árum síðani. Hetta setti oljunýtsluna niður við 40 % og trolreiðskap við einum 15%. Tað eru fáir aðrir á okkara leiðum, sum hava lagt um til partroling. Hví hava teir ikki tað? Tað hevði verið gott, um onkur fór at granska í tí, tí hetta er eitt upplagt tiltak fyri at spara oljuorku.
Hetta hava vit gjørt. Hvat kunnu vit gera aftrat?
4. Vit kunnu útvega motorar, sum eru betri fyri umhvørvið.
5. Vit kunnu útvega umhvørvisvinarligari veiðiútgerð.
6. Vit kunnu útbyggja vatn- og vindmegina.
Alt hetta kann gerast, men tað hevur eisini verið gjørt í longri tíð. Tí er hetta ein tilgongd, sum er í gongd meira og minni alla tíðina.
7. Vit kunnu gera vindmyllur til at pumpa vatn niðaneftir og savna tað í vøtn, og nýta tað til orku, tá ið tað rennur omanaftur. Tað skaðar ikki umhvørvið, og tað avlagar ikki streymføringina, tí vatngoymslan virkar sum eitt battarí. Hetta varð kannað fyri nøkrum árum síðani. Niðurstøðan var, at tað lat seg væl gera, men tað loysti seg ikki við tí oljuprísi, sum tá var, men hann er tríggjar ferðir so høgur nú, og vit eru meira tilvitað um umhvørvið nú enn tá.
Hetta kunnu og eiga føroyingar at gera uttan at skoyta til, hvat onnur gera. Hetta kunnu “gjógvarámenn” hava ávirkan á.
Mangt annað kann eisini gerast: 1) Hava færri og smærri bilar, 2) eitt sindur kaldari inni (fara í føroysk undirklæðir), 3) koyra spakuligari, 4) ferðast minni við skipum og flogførum, 5) íðka minni ítrótt og so framvegis. Hetta kann eisini gerast, og tað hevði óivað munað væl, men eg haldi, vit skulu hoyra, hvussu onnur gera við hetta, áðrenn vit leypa út í tað.
Tað eigur ikki at koma føroyingum til skaða, at teir hava havt eina tunga vinnu viðvíkjandi orku, og hava tó sum høvuðsvinnu havt framleiðslu av føði, tí henni hava vit og onnur altíð brúk fyri, meðan onnur kunnu sleppa lættari, tí tey higartil hava nýtt minni orku. Uttan at vita tað, so gangi eg út frá, at tað verður tikið atlit til hetta.
Eitt annað er, at tá ið føroyingar skulu útvega sær útgerð til ymist, so má tað ofta fáast úr útlondum, og tey flestu av teimum londum, vit fáa okkara útgerð frá, eru tey, sum skulu ganga undan viðv. umhvørvinum, og tí má roknast við, og óivað er tað eisini soleiðis, at vit harvið fylgja teimum betringum, sum onnur framkomin lond leypandi menna sína útgerð við. Hetta gera føroyingar eisini við tí, sum teir útflyta. Tað verður t.d. gjørt nógv við at menna trolútgerð, sum verður seld til útlond – og til føroyingar við - so hon verður umhvørvisvinarligari og minni orkukrevjandi. Her eru føroyingar eisini við í samarbeiði við stovnar í øðrum londum.
Ein stórur spurningur er, hvussu nógv vit kunna ávirka tær komandi broytingar, sum roknað verður við fara at koma yvir okkum. Persónliga meti eg ikki, at um tað verður, sum tey meira pessimistisku halda, at vit menniskju klára at standa ímóti tí, sum kemur. Um tað vísir seg at muna ov lítið, so eiga vit at hjálpa teimum, sum koma illa fyri av broytingunum, til at laga seg til tær broyttu umstøðurnar, men samstundis gleða okkum saman við teimum, har tað verður betri at liva. Hvussu munnu viðurskiftini fara at verða á okkara leiðum?
Annars hevur mannaættin duga væl at laga seg til broytandi viðurskifti. Sjálvt føroyingar hava ofta broytt mynstri í livihátti og inntøkugrundarlagi. Tað hevur verið gjørt, tá ið umstøðurnar hava broytt seg.
Eisini aðrir hava verið útfyri árinum, sum hava skapt trupulleikar. London mundi gingið undir í rossalorti fyri góðari øld síðani. So komu bilarnir, og tann trupulleikin var harvið loystur. Ídnaðurin nýtti nógv kol, og londonbúgvar og onnur mundu kódna í kolosa og “smog”. So kom oljan og eisini reinsingin av bygningum og áum. Tað broytti viðurskiftini nógv til tað betra. Fiskur kom aftur í stórar áir, t.d. Themsen. Nú er CO2 í ferð við at kvala okkum. Kønu heilarnir við sínum tøkni fara at hjálpa okkum undan tí. Ein vísur føroyingur, sum eg hevði størstu virðing fyri, segði: Tá ið tað sær út til at ganga serliga væl, so skal man altíð rokna við, at tað verður ikki so væl, og tá ið tað sær út til at fara at ganga serliga illa, so skal man vita, at tað verður ongantíð so ringt.
Um bretar høvdu farið út í eitt størri prosjekt við at reinsa London og aðrar býir fyri hestalort, so tað kundi verða livandi í býnum um 50 ár, og nýttu stórar upphæddir til tað, men so var eingin lortur eftir 10 árum, so hevði tað ikki verið væl útgivin peningur.
Nú hevur oljuøldin vart eina øld. Hvussu leingi man hon fara at vara aftrat? Tøknin er aldrin ment so skjótt sum á okkara døgum. Eg rokni við, at við teimum møguleikum, sum vit hava í dag til at menna bæði eitt og annað, og við tí oljuprísi, sum nú er, so man tað ikki fara at verða so leingi, til vit finna nakað annað til at útvega okkum ta orkuna, sum vit framvegis koma at nýta, og helst í størri og størri mun.
Tað verður torført at standa móti teimum krøvum, sum kanska velta inn yvir okkum sum ein hálvandi bylgja. Tá nyttar helst lítið, hvat “gjógvarámenn” siga . Í einari kendari bók stendur: Stúrið ongum fyri! Mong hava lyndi til at stúra fyri øllum. Vit eiga at brúka okkara vit og skil fyri ikki at arma okkara samfelag út, men samstundis taka atlit til tað, sum onnur semjast um at gera.
Kanska tað tó verður, sum Yamani, oljuministarin í Saudi-Arabiu segði á sinni: Steinøldin helt ikki uppat, tí tað vantaðu steinar, og eg vænti heldur ikki, at oljuøldin heldur uppat, tí tað vantar olja.
--
Sitat:
Í einari kendari bók stendur: Stúrið ongum fyri! Mong hava lyndi til at stúra fyri øllum. Vit eiga at brúka okkara vit og skil fyri ikki at arma okkara samfelag út, men samstundis taka atlit til tað, sum onnur semjast um at gera.