Nógv áhugavert at síggja í føroysku undirgrundini

Bæði føroyskir jarðfrøðingar og oljufeløgini eru samd um, at tað á føroyska landgrunninum er nógv eftir, sum er áhugavert at kanna. Tað eru t.d. nógvir stórir strukturar, sum kunnu vera oljugoymslir, hóast tað ikki nýtist at vera so. At pakka saman við tað fyrsta rokni eg als ikki við, at oljufeløgini gera, hóast einki rakstrarverdugt oljufund er gjørt enn. Tað fara í hvussu er at ganga mong ár, áðrenn oljufeløgini geva skarvin yvir segði Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi í samrøðu við útvarpsrásina Rás2 herfyri.

Vit hava her ein samandrátt av samrøðuni, sum Eyðun Klakstein hevði á Rás2 við ovasta leiðaran fyri oljuleiting á føroyska økinum, Petur Joensen.

 

-Vit hava havt tvey útbjóðingarumfør og latið 14 loyvi. Av teimum eru trý latin inn aftur, og tí eru 11 loyvi virkin í løtuni. Umleið 13 feløg eru við í leitingini. Boraðir eru fimm brunnar umframt tann, sum verður boraður í løtuni. Komandi ár verður eftir øllum at døma ein brunnur boraður aftrat, og ábendingar eru um enn ein brunn í komandi ári, tó at vit ikki hava fingið nakað at vita um hann enn. Tað er tí týdningarmikið at staðfesta, at gongd er í málinum, at grýtan er í kók sigur Petur Joensen og heldur fram:

 

Gullhornið ikki gull vert

-Loyvini, sum eru latin innaftur, liggja í sokallað Gullhorninum, sum tíverri ikki gjørdist gull vert. Feløgini her eru ikki hugað at hava hesi loyvini longur, og frá myndugleikanna síðu er man ikki áhugaður í, at feløgini bara liggja við hesum loyvunum og einki gera við tey. Tí verða tey latin innaftur og eru til taks fyri onnur feløg, um nakar áhugi er fyri teimum í framtíðini.

 

Oljuleiting er ein langsiktað prosess, og tí halda vit ikki, at vánaligu úrslitini í Gullhorninum hava ávirkað so nógv. Í tí løtu tá staðfest verður, at eingin olja er, har borað verður, so vil tað altíð vera eitt vónbrot og psykologiskt eitt niðurlag, men uppá langt sikt halda vit ikki, at tað hevur verið avgerandi.

 

Kolvetnisskipan staðfest

Uppá fyrispurning hvat tað mest týðandi hevur verið í oljuleitingini sigur Petur Joensen, at mangir eru leikirnir í einum longum talvi, og oljuleiting er ein drúgv prosess. Tað verður lagt aftrat í smáum stigum fyri tað mesta. Men er tað nakað, sum man kann siga er týdningarmikið, so er tað, at vit fingu staðfest eina virkna kolvetnisskipan, at olja verður framleidd í okkara undirgrund, tá fyrstu brunnarnir vórðu boraðir. Tað var ikki nøkur sjálvfylgja, og var tí sera umráðandi at fáa ta staðfestingina.

 

Basaltknúturin

Økið hevur so eisini ta avbjóðing, at tað í stóran mun verður dekkað av basalti. Basalt er so heldur ikki tað, sum oljufólkum dáma best, tí tað er trupult at síggja gjøgnum tað við seismikkinum. Og man helt eisini, at tað fór at vera trupult at bora ígjøgnum. Men tey viðurskiftini eru greiðari nú, tí vit hava fingið loyst upp fyri knútinum. Man hevur ment tøknina, so man sær betur, hvat fjalir seg undir basaltinum, hóast tað er langt eftir enn. Man hevur eisini staðfest, at tað at bora gjøgnum basalt er heldur ikki so trupult, sum man roknaði við.

 

Haraftrat kann man siga, at tá fundir verða gjørdir hinumegin markið, so hevur tað eina psykologiska effekt, sum telur uppeftir. Oljuprísirnir, sum hækka, hava so eisini eina effekt í og við, at tað lønar seg betri at leita eftir og framleiða olju í nýggjum, torførum og dýrum økjum.

 

Ávirkan eystanífrá

Oljuleitingin vestan fyri Hetland hevur flutt seg so spakuliga vestureftir, soleiðis at áðrenn vit fóru at leita, tá høvdu feløgini funnið olju í Foinaven og Schiehallion feltunum, sum ikki eru so langt frá okkara marki, og tað vakti so áhugan hjá oljufeløgunum, at tey mettu, at tað helst var okkurt at finna hjá okkum eisini.

 

Tað merkti so eisini fyrsta útbjóðingarumfarið í 2000. Tá vit so høvdu annað útbjóðingarumfar í 2005, tá vórðu rykti í vinnuni, at tað varð gjørt eitt fund tætt upp at markinum aftur, eitt loyvi, sum nevnist Rosebank, og har Chevron er fyristøðufelag. Tað haldi eg eisini hevði eina positiva ávirkan á okkara 2. útbjóðingarumfar, so eg kann bert siga, at positivar hendingar í bretskum øki ávirka eisini okkum.

 

Oljuprísurin

Hvørja ávirkan heldur Petur Joensen methøgi oljuprísurin hevur á føroyska oljuleiting?

 

-At oljuprísurin er høgur ger, at oljufeløgini vinna pengar, og hava tí eisini pengar at leita fyri. Men tað er nú heldur ikki soleiðis, at oljufeløgini skúma allan fløtan, tí tey, sum eru veitarar til oljuvinnuna taka sjálvandi eisini sín part av køkuni. Tað er dýrt at leiga pallar og veitingarskip osfr. Men at fleiri pengar koma inn ger, at tað er meira áhugavert at gera íløgur. Vit vita ikki, hvat langsiktaði oljuprísurin er, sum oljufeløgini gera sínar íløgur út frá. Tey gera íløgur nú, og inntøkurnar koma nógv seinni. Til ta tíð kann prísurin verður ein heilt annar.

 

Petur Joensen vísir á, at tá vit gjørdu oljuskattalóggávuna fyri 10 árum síðani, tá gjørdu teir útrokningar við ymsum prísum sum grundarlag. Teir vórðu 10,12, 14 og 17 dollarar , sum vórru tað mest realistiska tá. Men so tók man eitt ekstremt dømi uppá 28 dollarar, sjálvt um tað ikki var realistiskt. So tað er ringt at siga nakað um.

 

-Men er ein høgur oljuprísur ikki fortreyt fyri, at nakar tímir at leita eftir olju í einum øki sum tí føroyska.

 

-Tað veldst um, hvussu kostnaðirnir í vinnuni laga seg. Er stórt virksemi, so fara veitararnir avstað við so nógvum. Minkar tað fara teir við minni. So hvussu nógv liggur eftir til oljufeløgini er rættiliga avgerandi. Tað er tí ikki bara, hvussu høgur oljuprísurin er, men sjálvandi hevur tað týdning.

 

Avbjóðingar

-Verður tað føroyska økið roknað sum trupult at arbeiða í?

 

-Øll øki hava sínar avbjóðingar. Eisini tað føroyska. Vit hava basaltið, sum er ein avbjóðing. So sjálvt um loyst er upp fyri knútinum, er nógv eftir at vita. Vit vita t.d. ikki, hvussu tjúkt basaltið er tey ymsu støðini á landgrunninum. Vit kenna heldur ikki jarðløgini undir basaltinum, hvat tað er fyri slag, og hvussu tey forma seg. Og tey náttúrligu viðurskiftini fyri at bora, tvs. veður, streymur, vindur og stórt havdýpi eru eisini ein avbjóðing. Men hinvegin telur tað nógv, at vit hava stabil viðurskifti í mun til nógv onnur øki. Tað telur í hvussu er rætta vegin, hóast avbjóðingarnar eru rættiliga stórar. Síðani eru eisini onnur viðurskifti. At vit t.d. liggja rættiliga langt burtur frá infrastrukturinum. Um man t.d. finnur gass so setir tað stór krøv til, at fundini verða stór. Tí gass verður flutt í land gjøgnum rørleiðingar, og fyri at tað skal loysa seg búskaparliga, má fundið hava eina ávísa stødd. Tí fylgja vit við tí, sum hendir vestan fyri Hetland. Har er ein verkætlan í gongd, har man roynir at finna fram til, hvussu man kann byggja rørleiðingar longur vestur móti okkara marki, so tað er nakað vit fylgja við stórum áhuga.

 

Um Williambrunnin sigur Petur Joensen, at hann er av slíkum slag, at eingir upplýsingar koma út, meðan borað verður. Har eru nakrar fyrisitingarreglur, børsreglur, sum eisini Jarðfeingi má virða.

 

Leiting heldur fram

-Nær verður nakað avgerandi nýtt um oljuna á landgrunninum, antin at olja verður funnin ella at oljufeløgini pakka saman.

 

-Soleingi sum umstøðurnar eru sum nú, so fer leitingin at halda fram. Tað, sum drívur verkið, er, at oljufeløgini halda, at nakað ahugavert er at fara eftir. Síðani er tað búskaparligi parturin. Tað eru ikki bara oljufeløgini, sum kanna jarðfrøðina. Tað gera okkara jarðfrøðingar eisini. Og bæði teir og oljufeløgini eru samd um, at her er nógv eftir, sum er áhugavert, og tað eru nógvir stórir strukturar, sum kunnu vera oljugoymslur, hóast tað ikki nýtist at vera so. At pakka saman við tað fyrsta tað rokni eg als ikki við. Tað fara í hvussu er at ganga mong ár enn segði Petur Joensen í samrøðu við útvarpsrásina Rás2 herfyri.