felag, og í mong ár var hann formaður í nevndini fyri Tekniska skúla í Klaksvík. Tíðina, Kata og Einar búðu í Sørvági, var hann stjóri á el-verkinum har. Í 1966 fór Einar undir egið virkið í Klaksvík. [...] sum messudrongur eina tíð, varð hann biðin at koma í elektrikaralæru í Klaksvík. Rudolf Joensen, sum eisini var sørvingur, vildi hava hann at koma í læru hjá sær. Einar var tá 17 ára gamal. So vítt vit [...] fullførdi sína lærutíð sum el-lærlingur í Føroyum. Nøkur ár eftir lokna lærutíð, fór hann niður til Danmarkar, har hann tók installatørprógv við tekniska skúlan í Århus Tá Einar kom til Klaksvíkar at læra
krevur sjálvsagt meir av samanspælinum í bólkinum og tað gevur eisini sjálvum tónleikinum nakað serligt. Hvønn dag í eina viku hava tey verið í sama rúmið og hava, í grundini, gjørt tað sama; innspælt tónleik [...] stórur partur av heildini, og røddin verður brúkt sum eitt instrument. Í sept. næsta ár er ætlanin, at Ivory skal í studio yviri í USA; Jack DeJanet, ein kendur jazztónleikari, verður framleiðari. Gest [...] ár. Í byrjanini spældu tey standard jazz, men í tí síðsta hálvárinum er tónleikurin nógv broyttur og vorðin nógvar ferðir meiri spennandi. John Purcell, heimskendur tónleikari úr USA, hevur nokk í hesum
órættvíst. Lesi í Sosialinum í dag, mikudagin 29. mars, at Torfinn Smith býráðslimur sigur, at ráð eru ikki til rennibreyt, og tvinnar barnaansing upp í tórvallarmálið. Hr. Tórfinn Smith. Kjarnin í tórsvallarmálinum [...] er einasti parturin í málinum, sum hevur pening og orku at gera stadionið liðugt. Tórsvøllur eigur at vera til gagns fyri allar partar av ítróttarlívinum í Havnini og øllum Føroyum ? eisini frælsa ítróttinum [...] alment hevur funnist at núverandi verkætlan. Kenni ikki ein persón í Havn, sum sigur seg vera nøgdan við avrikið í Gundadali. Fólk eru í øðrini um, at betongklossar hava oyðilagt okkara vakra Gundadal, sum
Sóley og hansara vóru giftar í Føroyum, og at hann á tann hátt hevði nógv samband við føroyingar og Føroyar. Árið eftir, í 2006, heiðraði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, høvundan við he [...] heiðursskjali og 65 túsund krónum í okkara peningi. Mikudagin 18. januar í 2006, tá ið hann á samkomu í mentamálaráðnum fekk sømdargávuna handaða, helt Jón Hilmar Magnússon í takkarøðu fyri, at hann ikki hevði [...] gift Jákupi Napoleon Purkhús úr Kunoy og býr í Reykjavík, Fjóla býr í Reykjavík, Rósa er gift Hera Hammer og býr í Klaksvík, Lilja er gift Davidi Mørkøre og býr í Klaksvík, og Magnús og Árni búgva á Akureyri
viðmerkingar ynskir Chevron ikki at gera í løtuni. Søkti í 2. útbjóðing Tað var í 2. útbjóðing nøkur ár herfyri, at Chevron gjørdi av at søkja um leitiloyvi í Føroyum saman við StatoilHydro, DONG og OMV. Felagið [...] Chevron ikki at vera við í leitingini eftir kolvetnum í føroysku undirgrundini varð tikin fyrr í ár, men ikki fyrr enn nú er tað so vorðið alment. Felagið, sum hevur verið fyristøðufelag í loyvi 008 saman við [...] , helst í 2011. Felagið hevur tískil nógv at velja í, og á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum nú um dagarnar varð nevnt, at StatoilHydro fyribils arbeiðir við fýra til fimm plássum at seta borin í. Eitt av
borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu beyð vælkomin á Føroya Sjómannadegi leygarmorgunin, endurgav hon í byrjanini av røðu síni úr bókini hjá J. Símun Hansen, sála – Havið og vit 1. ”Í Føroyum eins og í øllum øðrum [...] endurgevingum úr Havið og vit 1: ”Mitt í 1800-talinum verða Føroyar drignar inn í tann útvikling í vinnulívsmálum – eisini í fiskiskapi viðvíkjandi, sum fór fram í grannalondunum – og úrslitið verður, at [...] vinnulívinum, sum fyrst og fremst avgera, hvussu nógv fólk kunnu liva í landinum, og hvussu væl tey kunnu liva. Við sínari legu mitt í Norðuratlantshavi høvdu Føroyar ein náttúrligan fyrimun fram um mong
Ósemjan í samgonguni um heilt grundleggjandi spurningar, varð enn einaferð staðfest á kvøldsetuni, sum Fólkaflokkurin helt í Øravík fyrr í vikuni. Í samgonguni hevur nógv verið um nýskipanir á nógvum økjum [...] landsstýrismaður í fiskivinnumálum, gjørdi av at áseta føroyingum eina makrelkvotu upp á 15% í fjør. Tað avdúkaði Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum, á kvøldsetuni hjá Fólkaflokkinum í Øravík. Hann [...] økjum. Eisini í fiskivinnuni hevur samgongan tosað um eina nýskipan og í hesum sambandi hevur serliga Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, tosað um at samgongan skal áseta tilfeingisgjald
arnar í Skálavík stendur enn fesk í minninum og í okkara grannalondum eru nógvar syrgiligar søgur um, hvussu útlendsk arbeiðsmegi verður viðfarin. - Tað vilja vit fyri alt í verðini fyribyrgja í Føroyum [...] til landið, er at spæla hasard. Hann sipar til formannin í Havnar Arbeiðsmannafelag og forkvinnuni í Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum í sosialinum í gjár staðfesti, at stórur vandi er fyri verkfalli, verður [...] so av teimum sæst, hvat tey fáa í løn. Tì saknar formaðurin í Havnar Handverkarafelag, at fakfeløgini eru við í einum eftirlitsmyndugleika. - Eru útlendingarnir limir í føroyskum fakfelag, kann felagið
Ein myrkan seinnapart í november krúpa vit niður í kjallaran í sniðhúsinum frá 70unum. Har finna vit Rúna, Tóka, Hóra og Fríða. Aftur í dag sita teir har og dampa í jakkum og húgvum, meðan fulldrøn heavy [...] og maskinur í smáum kømrum, dag út og dag inn. Tað kundi verið so hugnaligt. Men veruleikin er, at hesir fýra dreingirnir eru í vanda fyri, í besta føri at fáa ovurviðkvæmi og allergi, og í ringasta føri [...] at enda sum einsamallar rosinur í endanum á hvør sínum ættartræi. Tí, meðan nøringarevnini hjá mannfólkum eru í støðugari minking, veksur illgrunin til kemisku evnini í umhvørvinum hjá modernaða menniskjanum
systrunum býr í Haslev. Tá Jákup í 1994 fór til Danmarkar at ganga í skúla búsetti hann seg í Haslev. Tí var tað so líka til, at hann tók av, tá hann umvegis Allan Simonsen fekk at vita, at teir í Herfølge [...] Danmarkar, tí teir ætla sær at síggja dystin seinnapartin í morgin millum Herfølge og FCK. Fleiri fara eisini í dag, og millum tey, sum fara við flogfarinum í kvøld vera foreldrini hjá Jákupi Mikkelsen: ? Tá vit [...] vit gjørdu av at fara niður, roknaðu vit við, at vit í morgin skuldu síggja avgerandi dystin um meistaraheitið. Í kvøld hava vit í sjónvarpinum sæð, at Jákup og teir eru vornir meistarar, og tú kanst ætla