Samgongan kann elva til verkfall um alt landið

- Samgongan er í ferð við at grava grundarlagið undan fakfeløgunum og tað kann elva til ófrið á arbeiðsmarknaðinum, sigur Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag

- Hetta ógvuliga ullint og undarligt.  

Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag, tekur fult undir við teimum fakfelagsleiðarum, sum siga, at ætlanin hjá samgonguni at fáa útlendska arbeiðsmegi til landið, er at spæla hasard.

Hann sipar til formannin í Havnar Arbeiðsmannafelag og forkvinnuni í Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum í sosialinum í gjár staðfesti, at stórur vandi er fyri verkfalli, verður uppskotið hjá landsstýrinum um útlendska arbeiðsmegi, samtykt.

Hann sigur, at uppskotið, sum samgongan hevur lagt fyri Løgtingið er alt annað enn álitisvekjandi, men tvørturímóti elvir til órógv og stúran.

- Spurningurin um at fáa útlendingar til Føroya at arbeiða, er gamal í føroyskum politikki nú og tí er tað rættiliga ódámligt, at samgongan tað skal enda við einum uppskoti sum hesum, ið samgongan nú hevur lagt fyri Løgtingið.

- Hetta er at ganga fakfeløgunum ógvuliga nær og spurningurin er, hvørjar avleiðingar, tað fær, sigur hann

Hann leggur afturat, at virðir arbeiðsfriðin í einum sáttmálaskeiðið, men hetta heldur hann kortini eru so álvarslig inntriv, at vandi er fyri líka álvarsligum aftursvari.


Mugu hava eftirlit

Formaðurin í Havnar Handverkarafelag, leggur dent á, at hann er ikki ímóti, at útlendingar koma higar at arbeiða, tá ið brúk er fyri tí.

- Men tað skal vera undir skipaðum viðurskiftum og tað skal vera undir eftirliti fyri at tryggja, at útlendingar ikki arbeiða fyri undirløn, ella í aðrar mátar arbeiða undir umstøðum, sum eru undir føroyskt støði.

- Og tað kravið livir hetta uppskotið hjá samgonguni ikki upp til, staðfestir hann

Hann leggur eisini dent á, at hetta er ikki fyri at leggja arbeiðsgevarar yvirhøvur, undir at útnytta arbeiðsmegini, tí teir allarflestu eru reiðilig fólk.

- Men hinir finnast sanniliga eisini. Gølan um teilendingarnar í Skálavík stendur enn fesk í minninum og í okkara grannalondum eru nógvar syrgiligar søgur um, hvussu útlendsk arbeiðsmegi verður viðfarin.

- Tað vilja vit fyri alt í verðini fyribyrgja í Føroyum og tí er neyðugt, at vit hava ógvuliga neyvt eftirlit við teimum útlendingum, sum koma higar.

Eli Brimsvík sigur, at fakfeløgini eru besti myndugleiki at hava eftirlit við, at útlendingar fáa tað løn, teir eiga.

- Tað kann lættliga gerast við at lata arbeiðsgevarin rinda eftirløn og onnur sosial gjøld til fakfeløgini, tí tey eru prosentvís gjøld av lønini so av teimum sæst, hvat tey fáa í løn.

Tì saknar formaðurin í Havnar Handverkarafelag, at fakfeløgini eru við í einum eftirlitsmyndugleika.

- Eru útlendingarnir limir í føroyskum fakfelag, kann felagið somuleiðis bjóða teimum ókeypis løgfrøðiliga hjálp, skuldu teir fingið brúk fyri tí.

- Tað hava tey ongan møguleika til, eru tey ikki limir í fakfelag.

Hinvegin hevur Eli Brimsvík hoyrt um dømi, har arbeiðsgevarin sjálvur stovnar lívstrygging fyri útlendska arbeiðsmegi og tí leggur vertin á alt annað.

- Hetta er ógvuliga langt úti, leggur hann afturat.


Stórur vandi

Hann sigur, at hann sær ein stóran vanda í, at útlendingar koma higar at arbeiða fyri undirløn.

Hann sær eisini ein stóran vanda í, at útlendingar skulu hava trygd fyri 30 tíma arbeiðsviku, tí tað trygdina hava føroyingar ikki.

- Hetta fer uttan iva at føra við sær, at føroysk arbeiðsmegi so líðandi fer at verða skúgvað til viks, serliga tá ið arbeiðið fer at minka, tí arbeiðsgevarin má halda lógina og skal hann tryggja einum útlendingi 30 tímar um vikuna, má føroyingurin víkja.

Í prinsippinum er Eli Brimsvík sostatt samdur við Ingeborg Vinther og Hans Joensen um, at hetta er so álvarsligt, at hetta kann enda við, at tiltøk verða sett í verk.

- Fakfeløgini hava sveitta blóð í ártíggjur fyri at koma upp á tað støðið, vit eru á nú og so er tað nógv fyri, at landsins stýri gravar støðið undan okkum á hendan hátt.

Hann leggur afturat, at Havnar Handverkarafelag hevur ikki viðgjørt støðuna, sum nú hevur tikið seg upp, men hann sær avgjørt fyri sær, at hetta kann skapa so stóra órógv, at tiltøk verða sett í verk á arbeiðsmarknaðinum.

Uppskotið hjá landsstýrinum um at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroyar, er til viðgerðar í Løgtinginum í dag, týsdagin.