Barnakømur eru eitur-bumbur

PlayStation, teldur, sjónvarp og leikur við anga gera smáu barnakømrini til sannar kemikaliu-bumbur, har inniluftin er á tremur við skaðiligum evnum. Hetta vísur nýggj kanning frá danska unhvørvisstovninum Miljøstyrelsen

Ein myrkan seinnapart í november krúpa vit niður í kjallaran í sniðhúsinum frá 70unum.

Har finna vit Rúna, Tóka, Hóra og Fríða.

Aftur í dag sita teir har og dampa í jakkum og húgvum, meðan fulldrøn heavy dukar úr teimum fýra hornahátalarunum, sum heitu dreingjanakkarnir takta til.

Tveir teirra sleingjast í djúpu Futon-sofuni og spæla PlayStation, meðan hinir báðir spæla fótbóltsspæl á telduni á skrivaraborðinum.

Fríði er heldigur, tí hann eigur alt og hevur ofta kammirátar heim við...


Nøringarevnini minka

Hetta kundi verið ein mynd úr nógvum barnakømrum kring landið. Dreingir og maskinur í smáum kømrum, dag út og dag inn.

Tað kundi verið so hugnaligt.

Men veruleikin er, at hesir fýra dreingirnir eru í vanda fyri, í besta føri at fáa ovurviðkvæmi og allergi, og í ringasta føri, at enda sum einsamallar rosinur í endanum á hvør sínum ættartræi.

Tí, meðan nøringarevnini hjá mannfólkum eru í støðugari minking, veksur illgrunin til kemisku evnini í umhvørvinum hjá modernaða menniskjanum.


Barnakamarið setir met

Børn eru smáar og viðbreknar verur, sum tola nógv færri kemikaliir enn vaksin. Kortini er barnakamarið ofta tað rúmið í húsinum, har vit finna størstu nøgdirnar av kemiskum evnum. Hetta vísa kanningar, sum danski umhvørvisstovnurin, Miljøstyrelsen, nýliga hevur almannakunngjørt.

Sambært danska blaðnum Politiken, sigur Anette Ejersted frá Miljøstyrelsen orsøkina til stóru nøgdirnar av skaðiligum evnum vera, at børnini ofta hava nógv elektronisk tól á kamarinum, so sum teldur, sjónvarp, PlayStation og stereoanlegg.

- Vit vita, at kemisku evnini, sum dampa úr heitu tólunum, kunnu verða vandamikil fyri heilsuna. Eisini tá tólini eru standby, sum tey ofta gera, tá børnini liggja og sova, sigur Anette Ejersted.

Hon vísir á, at hetta er serliga óheppið í barnakømrunum, sum ofta eru minni enn hini rúmini í húsinum, og tí verða nøgdirnar av skaðiligum evnum lutfalsliga stórar.


Krabbi og høvuðpína

Í kanningini hjá Miljøstyrelsen varð komið fram á serliga nógv ftalat, sum eru undir álvarsligum illgruna fyri at skaða nøringarevnini hjá dreingjum. Eisini vóru nógvir logatálmarar, sum kunna elva til krabbamein. Evni við anga í eru rættiliga vanlig í eitt nú leikum, og granskararnir funnu stórar nøgdir av limonene, sum er eitt av 26 evnum, sum ES hevur sett á yvirlitið yvir evni, sum elva til ovurviðkvæmi. Kemisku evnini eru eisini undir illgruna fyri at birta uppundir kynsbúningina hjá børnum, so hon verður framskundað fleiri ár.

Evnini kunnu eisini hava mistrivað við sær sum heild. So sum høvuðpínu, ørilsi og vánalig bindindi.


Samlaði pakkin

Í sjálvum sær eru lutirnir á barnakamarinum ikki vandamiklir. Men granskararnir vísa á, at tá so nógvir lutir eru savnaðir á einum so lítlum øki, kann vandi vera á ferð. Eisini er tað samansetingin av evnunum, sum vit vita alt ov lítið um, verður sagt. Tað er tískil samlaði pakkin, sum fær granskararnar at rópa varskó.

- Tað er ikki vandamikið at vera inni á kømrunum í sjálvum sær. Men um børnini fáa fleiri evni í senn, til dømis frá ljósum og leikum við anga, roykilsi, spraydósum og elektriskum tólum, so verða nøgdirnar so høgar, at tær kunnu ávirka heilsuna. Tí er neyðugt at taka neyðugu fyrilitini, fyri at fáa eitt gott innandura umhvørvi – eisini á barnakømrunum, sigur Anette Ejersted.

Og her í Føroyum vóna vit bara ikki, at børnini eisini hava etið seg mett í tvøsti ..!



Reinari umhvørvi á barnakamarinum


1. Lufta út, 2 x 5 min. við gjøgnumtrekki hvønn dag.

2. Vaska kamarið javnan og støva væl av. Innrætta kamarið lætt og vaska bamsur í maskinuni annan hvønn mánað.

3. Sløkk øll elektrisk tól. Standby er ikki nóg mikið.

4. Fylg vegleiðingunum á leikunum væl. Serliga leikur til smábørn, sum ikki skulu í munnin.

5. Lukta til leikur og lutir til kamarið. Skulu ikki lukta av kemi.

6. Minka um royk og spray.

7. Vegleið børnunum í góðum vanum. Til dømis at brúka vørur uttan parfumu, sum eru merkt við Svanamerkinum.



Keldur: Miljøstyrelsen og Politiken.