Torpedera ætlan um tilfeingisgjald

TILFEINGISGJALD Ósemjan í samgonguni um grundleggjandi viðurskifti varð staðfest á kvøldsetu hjá Fólkaflokkinum í Øravík

Ósemjan í samgonguni um heilt grundleggjandi spurningar, varð enn einaferð staðfest á kvøldsetuni, sum Fólkaflokkurin helt í Øravík fyrr í vikuni.
Í samgonguni hevur nógv verið um nýskipanir á nógvum økjum.
Eisini í fiskivinnuni hevur samgongan tosað um eina nýskipan og í hesum sambandi hevur serliga Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, tosað um at samgongan skal áseta tilfeingisgjald á fiskivinnuna og hann hevur nevnt, at vit skulu hava tilfeingisgjald frá 2012.
Eisini løgmaður hevur fleiri ferðir tikið orðið tilfeingisgjald í sín munn.

Siga nei
Men á kvøldsetuni staðfestu bæði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Jørgen Niclasen, floksformaður, at tilfeingisgjald er nakað, Fólkaflokkurin ikki vil vita av.
Teir kalla báðir hetta fyri eina ótamda trongd eftir at leggja avgjøld á vinnuna, sum fer at forkoma fiskivinnuni.
- Verður tilfeingisgjald og tilfeingisbúð sett á stovn, fer tað fullkomiliga at sláa botnin undan fiskivinnuni, tí tað verður ómøguligt at tryggja sær atgongd til rávørutilfeingi í fleiri ár fram í tíðina, sum er fortreytin fyri at rinda íløguna aftur, sigur Jacob Vestergaard.
- Vit halda, at vinnan skal hava tryggar karmar at virka undir og so skal hon fáa frið at arbeiða, so at hon kann kasta nakað av sær til samfelagið.
- Og so skal skipini rinda skatt av einum staðfestum avlopi, heldur enn at rinda skatt frammanundan, áðrenn tey yvirhøvur eru sloppin til verka.
Tað nýggjasta er, at nú vil Javnaðarflokkurin, at tey, sum sleppa at fiska makrelin í ár, skulu rinda tilfeingisgjald, sum skal koma landskassanum, og sostatt øllum skattaborgarum, til góðar. Eisini løgmaður hevur sagt, at hetta er eitt, vit eiga at umhugsa.

Fáa frið
Jacob Vestergaard staðfesti eisini, at tað tað var skeivt at áleggja eitt gjald á summar vinnur nú í 2011, men tað var ein neyðsemja, sum flokkurin hevði góðtikið og tað var so hóast alt eitt gjald av einum staðfestum avlopi.
Jørgen Niclasen segði, at tað var neyðugt, at fiskivinnan í friði og náðum sleppur at tillaga seg til fiskiríkidømi, so at hon fær betri møguleika at vinna meiri pening, so at hon støðugt kann útvega sær betri vinnutólk.
Men gloym alt um at áleggja fiskivinnuni eitt tilfeingisgjald, tí tað tekur møguleikan at tillaga seg frá vinnuni.


Ongin
helt við
Jacob

Tað stóð nógv á, tá ið Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, gjørdi av at áseta føroyingum eina makrelkvotu upp á 15% í fjør.
Tað avdúkaði Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum, á kvøldsetuni hjá Fólkaflokkinum í Øravík.
Hann ásannaði, at stóra ósemja var í vinnuni um hetta og hann minnist serliga frá tí eina fundinum, at ágangurin frá vinnuni á landsstýrismannin, var øguligur.
Viberg Sørensen fortaldi, at tá var landsstýrismaðurin púra einsamallur í parti, tí vinnan vildi ikki bakka hann upp, tí hon helt, at føroyingar skuldu góðtaka eina kvotu upp á 5% av makrelinum.
Annars heldur hann, at tað er so nógvur makrelur undir Føroyum, at vit eiga at áseta okkum eina kvotu upp á 30% av makrelkvotuni í ár.
- Tað er sjónarmiðið hjá Reiðarafelagnum og tað tvíhalda vit um, at vit kunnu forsvara.
- Feilurin er, at vit hava altíð sligið okkum til tols við at fáa 4% - 5% av makrelinum, tí vit hava ikki dugað at fáa nóg nógv burturúr, segði formaðurin í Reiðarafelagnum

85%
Í 1998 brúkti ein føroyskur lemmatrolari 49% av inntøkunum til olju og hýrur. Men síðani eru útreiðslurnar hækkaðar so nógv, at í fjør brúkti hann heili 85% av inntøkunum til hýrur og olju.
Hetta nevndi Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum, sum eitt dømi um, hvussu hart kroyst fiskivinann er.
- So kann ein og hvør gera sær sínar metingar um, hvussu útlitini eru, legði hann afturat.
Hann staðfestir, at í løtuni eru bara tveir lemmatrolarar eftir í flotanum, teir eru Suðringur og Brestir.
Allir hinir eru farnir at partrola, tí oljan er blivin so dýr.