Undangongumaður áttati

Í dag fyllir Einar Mortensen í Klaksvík áttati ár. Við stórum ágrýtni og sterkum vilja til ikki at gevast, var Einar ein hin fremsti at fáa nýggja Tekniska skúlan í Klaksvík bygdan.
Einar hevur røkt fleiri álitisstørv, millum annað var hann í mong ár formaður í Føroya Handverksmeistarafelag.

 Einar Mortensen er føddur og uppvaksin í Sørvági, sonur Mariu við Neyst úr Hvalba og Poul Andrias Mortensen úr Sørvági. Einar er næstelstur av 8 systkjum.
            Sum flestu dreingir, fór Einar at biðja sær kjans við skipi. Einar er ikki stórur á vøkstri, so skiparin spurdi hann: ?Hevur mamma tín givið tær loyvi??   Eftir at hava siglt sum messudrongur eina tíð, varð hann biðin at koma í elektrikaralæru í Klaksvík.
            Rudolf Joensen, sum eisini var sørvingur, vildi hava hann at koma í læru hjá sær. Einar var tá 17 ára gamal.
            So vítt vit vita, var Einar hin fyrsti, ið fullførdi sína lærutíð sum el-lærlingur í Føroyum.
            Nøkur ár eftir lokna lærutíð, fór hann niður til Danmarkar, har hann tók installatørprógv við tekniska skúlan í Århus
            Tá Einar kom til Klaksvíkar at læra, hitti hann Kathrinu Mikkelsen, sum hann seinni giftist við. Kata og Einar búðu fyrstu 6 árini í Sørvági, men tá einki arbeiði var har, fluttu tey bæði norður aftur til Klaksvíkar.
            Kata átti dótrina, Mildrid og saman fingu Kata og Einar 7 børn; Hergerð, Onnu Mariu, Ásu, Eydnu, Kára,  Marjun og Páll.
Álitismaður
Umframt at hava verið formaður í Føroya Handverksmeistarafelag, hevur Einar røkt onnur álitisstørv.
Tað gekk ikki long tíð, til hann varð valdur í nevndina hjá Klaksvíkar Handverkarafelag.
Seinni gjørdist hann formaður í Klaksvíkar Handverksmeistarafelag, og í mong ár var hann formaður í nevndini fyri Tekniska skúla í Klaksvík.
Tíðina, Kata og Einar búðu í Sørvági, var hann stjóri á el-verkinum har.
Í 1966 fór Einar undir egið virkið í Klaksvík. Og júst sama ár kom sonurin, Páll, sum nú førir fyritøkuna hjá pápanum víðari, til verðina.
Mítt lívsverk
Einar er stoltur og glaður um, at tað eydnaðist at fáa Tekniska skúlan í Klaksvík bygdan.
            - Tekniski skúlin er mítt lívsverk, sigur hann.
Hetta váttar Jógvan við Keldu, sum í mong ár sat sum borgarstjóri í Klaksvík.
Jógvan sigur soleiðis um Einar:
            - Einar Mortensen er ein persónur, sum fegin vil røkka tí, hann setir sær fyri. Hann gevst ikki, fyrrenn málið er nátt, og hann fer ikki frá hálvgjørdum verki.
            - Tað er einki at ivast í, at tað er mest Einari fyri at takka, at tað endaliga eydnaðist okkum at fáa nýggja Tekniska skúlan bygdan her norðuri.
            - Einar hevur eisini tann eginleika at duga at fegnast, tá øðrum gongst væl, og hann er ikki bangin fyri at geva teimum æruna, sum eiga hana uppiborna.
            - Í 1993, mitt í kreppuárunum, høvdu vit eina tunga uppgávu at loysa í býráðnum. Tá var Einar ein av teimum, sum veruliga gav okkum mót, hóast hann sjálvur hevði fingið sjúku at dragast við.
            - Hóast vit ikki hava sama politiska lit, ringdi Einar tíðum fyri at eggja mær og okkum, sum sótu við stýrið í býráðnum tá.
            - Hetta verður bara ein stutt tíð, so fer at ganga uppeftir aftur, plagdi hann lívgandi at siga.
            - Hetta eru dygdir, eg altíð fari at minnast Einar fyri, segði Jógvan við Keldu at enda, tá vit spurdu hann, hvønn týdning Einar hevur havt fyri Klaksvíkina.
Framúr gott minni 
Hóast høga aldurin, hevur Einar framúr gott minni. Tað er stuttligt at hoyra hann greiða frá øllum tí, sum hevur fylt hansara lív.
            Einar minnist ikki bara tað, sum hesum heimi hoyrir til; hann hevur lært seg fleiri kapitlar í Bíbliuni, og teir endurgevur hann, uttan at hyggja í Bíbliuna.
            Hóast Einar fyri nøkrum árum síðani fekk eitt slag, so hevur hann tað gott. Hvønn dag koyrir hann sær ein biltúr, og hann fylgir væl við í øllum, sum fyriferst í samfelagnum.
            Sosialurin ynskir Einari hjartaliga tillukku á áttatiára føðingardegnum, og at honum má unnast eitt blítt lívskvøld.