Úthurðin gekk ofta á Vágsheygnum í Klaksvík hóskvøldið. Tað er úthurðin hjá Ingibjørg og Poul Nolsøe Mikkelsen, sum tað snýr seg um. Tey bæði eru foreldur hjá Jákupi Mikkelsen, málverjanum í Herfølge, sum hóskvødlið skrivaði seg inn í føroysku fótbóltssøguna. Hann er fyrsti føroyingurin, sum hevur verið við til at vunnið eitt útlendskt meistaraheiti í fótbólti.
Tá tað hóskvøldið var greitt, at Herfølge hevði vunnið meistaraskapin, komu stukku fleiri skyldfólk og vinfólk inn á gólvið í barnaheiminum hjá Jákupi at ynskja foreldrunum tillukku við meistaraskapinum hjá soninum.
Tey bæði eiga tríggjar gentur, og so Jákup sum er yngstur. At Jákup er málverji í Herfølge man ikki minst komast av, at ein av systrunum býr í Haslev. Tá Jákup í 1994 fór til Danmarkar at ganga í skúla búsetti hann seg í Haslev. Tí var tað so líka til, at hann tók av, tá hann umvegis Allan Simonsen fekk at vita, at teir í Herfølge bara høvdu tveir málverjar og kundu hugsa sær ein afturat.
Fylgja væl við
Hesar seinastu dagarnar eru fleiri klaksvíkingar farnir til Danmarkar, tí teir ætla sær at síggja dystin seinnapartin í morgin millum Herfølge og FCK. Fleiri fara eisini í dag, og millum tey, sum fara við flogfarinum í kvøld vera foreldrini hjá Jákupi Mikkelsen:
? Tá vit gjørdu av at fara niður, roknaðu vit við, at vit í morgin skuldu síggja avgerandi dystin um meistaraheitið. Í kvøld hava vit í sjónvarpinum sæð, at Jákup og teir eru vornir meistarar, og tú kanst ætla, at vit avgjørt einki hava ímóti, at DM er innanborða, og at tað í staðin fyri ein spennandi dyst um meistaraskapin verður talan um ein dyst, har viðhaldsfólkini fara at fagna Herfølge.
Hetta segði Ingibjørg Mikkelsen, tá vit hóskvøldið ringdu fyri at ynskja henni og manninum tillukku við meistaraskapinum hjá soninum.
Á Vágsheygnum hava tey fyri nakað síðani fingið sær ein parabol, sum ger, at tey kunnu síggja TV3+ rásina:
? Vit fingu okkum parabolin bara við tí fyri eyga, at vit skuldu fylgja við, tá Herfølge spældi. Tá vit bara sóu TV3 rásina, plagdu vit at sita og fylgja við í tekstvarpinum. Tað var spennandi, men sjálvandi er tað uppaftur hugaligari, tá vit nú hava møguleika at síggja Jákup spæla, sigur mamman, sum ásannar, at tey gjørdust rættuliga kløkk, tá Silkeborg kom á odda:
? Vit hildu okkum skilja á honum, sum segði frá, at vindurin spældi Jákupi eitt puss. Tíbetur javnaðu teir til 1?1, og nú gleða vit okkum at fara niður at heilsa upp á familjuna í Haslev og í morgin at fara á Herfølge stadion, har Jákup og teir fara at fáa gullkrónurnar um hálsin
Vit ynskja enn eina ferð Ingibjørg og Poul Nolsøe Mikkelsen tillukku við soninum og eina góða ferð til Danmarkar.jh rætt at lata seg brúka í einum innanýsis donskum talvi.
Hann vil ikki gera viðmerkingar til spurningin, um endamálið er at draga tíðina út til næsta val í eini roynd at fáa sambandsflokkin og javnaðarflokkin í samgongu tá, so at teir kunnu gera eina avtalu við danir innanfyri ríkið.
?Tað kunnu fólk sjálvi gera sínar metingar um. ? Men tað skerst ikki burtur, at hetta líkist taktikkinum, sum varð brúktur, tá ið sjálvstýrislandsstýrið sat fyrst í sekstiárunum.
Har vísir Svarta Bók á, at tá spurdi amerikanarar danir, hvat teir ætlaðu at gera.
? Danski forsætisráðharrin svarar rættiliga ítøkiligt, at fyrst er ætlanin at trýsta føroyingar at koma við einum ítøkiligum útspæli, tí tað væntaðu teir ikki, at føroyingar kundu semjast um.
?Skuldi tað eydnast, er ætlanin at royna at draga tíðina út og síðani er ætlanin uppvarpa týdningin av donsku ríkisveitingini fyri livifótinum í Føroyum.
? Og tað er akkurát sami taktikkur, sum brúktur í fullveldismálinum nú, sigur Høgni Hoydal.