Tórshavnar býráð skal sjálvandi eiga Tórsvøll

Tórsvøllur eigur at vera til gagns fyri allar partar av ítróttarlívinum í Havnini og øllum Føroyum ? eisini frælsa ítróttinum.

Næstseinasta leygardag hevði Sosialurin forvitnisliga samrøðu við Heðin Mortensen um Tórsvøll.

Heðin sigur, at skal Tórsvøllur gerast liðugur, er einasta gongda leið, at Tórshavnar kommuna yvirtekur verkætlanina. Býráðið er einasti parturin í málinum, sum hevur pening og orku at gera stadionið liðugt.

Tórsvøllur eigur at vera til gagns fyri allar partar av ítróttarlívinum í Havnini og øllum Føroyum ? eisini frælsa ítróttinum.

Sum er elvir Tórsvøllur bert til stríð millum lokalu kreftirnar í málinum, og Tórsvøllur er í dag ein skomm fyri Havnini, sigur Heðin.

Fyri stuttum hevði mentanarnevndin fund um Tórsvøll og niðurstøðan var, at eitt tilmæli verður latið Býráðnum, har mælt verður frá, at rennibreyt verður gjørd um Tórsvøll.

Heðin Mortensen mælir býráðslimunum til at hugsa seg væl um, áðrenn teir taka nakra avgerð viðvíkjandi rennibreytini.

Álvaratos. Setti Býráðið ikki tórsvallarnevndina við tí arbeiðssetninginum at gera eitt stadion við rennibreyt í Gundadali? Er økið ikki fyri nógvum, nógvum árum síðan lagt av til eitt stadion, og hví letur Býráðið nú Gundadal upp í hendurnar á nøkrum fáum fótbóltsmonnum?

Sjálvandi skal Býráðið eiga Tórsvøll, hetta er einasta borgan fyri, at vit fáa eitt stadion, sum sjálvandi skal liggja í Gudnadali. Býráðið eigur jú hinar báðar fótbóltsvallirnar. Tað er heilt ófatiligt, at eingin býráðslimur uttan Heðin Mortensen alment hevur funnist at núverandi verkætlan.

Kenni ikki ein persón í Havn, sum sigur seg vera nøgdan við avrikið í Gundadali. Fólk eru í øðrini um, at betongklossar hava oyðilagt okkara vakra Gundadal, sum einaferð skuldi gerast eitt prýðiligt stadion.

Einasta loysnin er at taka tórsvallarnevndina av, og tá tað er gjørt, fer Býráðið sjálvt til verka.

Allar fyrst skulu áskoðaraplássini niðan ímóti høllini á Nabb takast niður og sprongt verður fýra metrar inn. Síðani verður eitt áskoðaraskýli við taki gjørt vakurt inn í lendið. Áskoðaraplássini suðureftir skulu burtur, so vit aftur síggja alt virksemið, sum fer fram í Gundadali. Vit hava framvegis nógmikið av áskoðaraplássum.

Síðani verður hildið fram, til vit um fá ár hava eitt vakurt stadion sum »allir« borgarar í Havnini eru fegnir um.

Tað er mín vón, at Býráðið ikki tekur undir við tilmælinum frá mentanarnevndini um ikki at gera rennibreyt um Tórsvøll.

Ónøgdin frá fólkum, sum hava áhuga í frælsa ítróttinum og renning yvirhøvur, fer altíð at spøkja aftur, tí má og skal Býráðið halda seg til upprunaligu ætlanina. Alt annað er órættvíst.

Lesi í Sosialinum í dag, mikudagin 29. mars, at Torfinn Smith býráðslimur sigur, at ráð eru ikki til rennibreyt, og tvinnar barnaansing upp í tórvallarmálið.

Hr. Tórfinn Smith. Kjarnin í tórsvallarmálinum er, at Býráðið hevur nýtt milliónri til fyrireikingar til eitt stadion í høvuðsstaðnum. Hetta er eitt inniligt ynski frá øllum frælsa ítróttinum og øllum skúlunum í høvuðsstaðnum. Býráðið hevur sett eina tórsvallarnevnd mannaða við ÍSF formanninum, landsstýrisumboði, umboði fyri Fótbóltssambandið og umboði fyri Býráðið. Málsetningurin hjá nevndini er at gera eitt stadion í Gundadali.

Nú ætlar Býráðið at hálsa um og lata økið, sum er avsett til stadion upp í hendurnar á fáum fótbóltsmonnum.

Ófantalig betongelementir standa nú á økinum, sum Býráðið sjálvt hevur sprongt og planerað til rennibreytina.

Tað er óskiljandi, at Tórfinn Smith ikki skilur hetta.

Torfinn Smith, stadionið í Havn skal liggja í Gundadali, tí har eru hallirnar, fótbóltsvallirnir og svimjihøllin. Hví skal besta økið í Gundadali liggja steindeytt størsta partin av árinum?

Einasta rætta er at Býráðið sjálvt yvirtekur Tórsvøll og arbeiðir víðari við upprunaligu ætlanini.

Tá fáa vit bestu loysnina, og verið vís í tí, tá verða øll nøgd, eisini fótbólturin, sum eisini fær gleði av rennibreytini.

Poul Michelsen biður í sama blað um arbeiðsfrið. Poul fær arbeiðsfrið, um hann arbeiðir eftir málsetninginum hjá allari tórsvallarnevndini, og tað er at gera eitt stadion í Gundadali.


Vagnur Michelsen