Týdningurin av Sjómannadegnum er ikki minkaður

- Hjartans tøkk til fyrireikararnar av Føroya Sjómannadegi, sum á hvørjum ári sjálvbodnir skipa fyri hesum einastandandi og viðkomandi tiltaki. Tykkara ótroyttiliga og stóra arbeiði er við til at seta høvuðsvinnuna á tað pláss, hon hevur uppiborið, segði Gunvá við Keldu, tá hon beyð vælkomin í Klaksvík leygarmorgunin

Tá borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu beyð vælkomin á Føroya Sjómannadegi leygarmorgunin, endurgav hon í byrjanini av røðu síni úr bókini hjá J. Símun Hansen, sála – Havið og vit 1.
”Í Føroyum eins og í øllum øðrum londum eru tað líkindini hjá vinnulívinum, sum fyrst og fremst avgera, hvussu nógv fólk kunnu liva í landinum, og hvussu væl tey kunnu liva. Við sínari legu mitt í Norðuratlantshavi høvdu Føroyar ein náttúrligan fyrimun fram um mong onnur lond til at reka fiskivinnu, men hesin fyrimunur mundi verið lítið verdur, um landið ikki átti framskygdar menn, sum við áræði dugdu at fáa nakað burtur úr honum...”
Gunvá helt fram við sínum endurgevingum úr Havið og vit 1:
”Mitt í 1800-talinum verða Føroyar drignar inn í tann útvikling í vinnulívsmálum – eisini í fiskiskapi viðvíkjandi, sum fór fram í grannalondunum – og úrslitið verður, at fornu búskaparlíkindini, sum ikki kundu føða meiri enn 5000-6000 sálir, fara at hvørva; í staðin fáa vit fiskivinnuna, sum hevur skapað nógv betri livikor fyri nógv fleiri fólkum...”

Alstóran týdning
Borgarstjórin vísti á, at fiski-og sjóvinnan, sum hesin farni mentamaður soleiðis umrøddi í 1960, framvegis er okkara høvuðsvinna og hevur enn í dag alstóran týdning fyri land og fólk okkara.
- Tað er hesa vinnu og ta mentan og umhvørvi, sum hoyrir til hana – og tey framskygdu sjófólk, sum vit tíbetur eisini í dag eiga fleiri av – sum Føroya Sjómannadagur vil heiðra og seta í miðdepilin.
Hon helt, at higartil hevur hesin frálíki hátíðardagur eydnast væl.
- Tað er mær ein gleði og framíhjárættur at bjóða øllum vælkomnum á Føroya Sjómannadag.
Gunvá vísti á, at hugskotið til dagin - henni fortalt – er kveikt úr íslendska sjómannadegnum, sum verður hildin fyrsta vikuskifti í juni.
- Í Íslandi eru skipini ikki til fiskiskap hendan dagin, tí hetta er ein frídagur hjá sjófólki.
Borgarstjórin helt fyri, at tørvurin á Føroya Sjómannadegi er ikki minkaður.
- Tað er so umráðandi, at vit, sum eitt fólk og ein tjóð, verða mint á týdningin og virðið í høvuðsvinnu okkara. Hetta er dagurin, tá sjómaðurin og høvuðsvinna okkara á ymiskan hátt er í miðdeplinum, bæði til gamans og álvara. Hetta er eisini dagurin, har familjan – og serstakliga sjómansfamiljan – er í miðdeplinum.
Gunvá við Keldu vísti á, at Føroya Sjómannadagur er øðrvísi enn aðrir dagar og aðrar stevnur.
- Dagurin byggir á tann sjálvbodna hugburðin í staðin fyri tann handilsliga, har atgongdin til øll tiltøk er ókeypis. Soleiðis er sjómannadagurin ein familjudagur burturav – ein dagur, sum við sínum átta árum á baki hevur fingið eitt vælkent skap, ið vit sum gestir kenna og gleða okkum til. Hetta er dagurin við stuttligum og lærandi tiltøkum fyri ung sum eldri.

Framhaldandi menning
Í síni røðu endurgav Gunvá við Keldu eisini yrking eftir Mikkjal Dánjalsson á Ryggi um áttamannafarið, sum í øldir var høvuðsamboðið til fiskiskap føroyinga, áðrenn menningin av fiskivinnuni av álvara tók dik á seg í seinna helmingi av 19. øld.

”Í vanda hann vardi mangt dýrabart lív;
og sigraði hann stormin so strangan,
tá førdi hann menn heim til smábørn og vív
og mettaði mangan ein svangan...”

- Nógv er broytt síðan tá, og vónandi fer menningin av fiskivinnuni at halda fram – til frama fyri land og fólk okkara. Framvegis er tað galdandi, at fiskivinnan er høvuðsvinna okkara. Tað er hesa týdningarmikla vinnu og sjómannin, sum Føroya Sjómannadagur vil heiðra og seta í miðdepilin.
Vegna Klaksvíkar býráð bar Gunvá við Keldu eina hjartans tøkk til fyrireikararnar, sum á hvørjum ári sjálvbodnir skipa fyri hesum einastandandi og viðkomandi tiltaki.
- Tykkara ótroyttiliga og stóra arbeiði er við til at seta høvuðsvinnu okkara á tað pláss, hon hevur uppiborið. Tykkara arbeiði er eisini við til at varðveita og fjálga um ta serligu mentan, sum hongur óloysiliga saman við føroyska sjómanninum, segði Gunvá við Keldu, borgarstjóri, tá hon leygarmorgunin bað vælkomin á Føroya Sjómannadegi.