Biskupur ásannar, at skipanin var farin á glið og at tí var neyðugt at leggja eina linju, so at tað ber til at siga heilt neyvt, hvør skal verða nevndur á listanum. Ein nevnd við varð manna at gera reglurnar [...] Fólkakirkjuna og Sjómansmissiónina Endamálið er at gera tað so mikið greitt, hvør eigur at verða á listanum, at tað skal ikki elva til óneyðug umrøðu um, hvør eigur at verða nevndur á listanum. - Uttan mun til [...] semja um, at tann, sum kemur á listan, skal vera skrásettur hjá Landsfólkayvirlitinum at búgva í Føroyum, og skal hava latið lív í sínum yrki á sjónum, av sjúku ella vanlukku. Og á sjónum merkir, at tað skal
kennist tað gott at steðga nú, sigur landsliðsmiðvallarin. - Eg tími ikki at spæla eitt korter her og eitt korter har. So vil eg heldur steðga her. Tað er eisini ein eginleiki, at duga at siga stopp sjálvur [...] Framrættaði miðvallarin heldur, at tíðin er komin til at takka fyri seg á landsliðnum. – Hugurin og gleðin at spæla á landsliðnum er ikki tann sama longur, sigur 33 ára gamli Christian L. Holst. Hoyr samrøðuna [...] sáttmála til í summar, og so er líkt til, at tað verður tað, sigur Christian L. Holst. - Eg merkti væl í Finnlandi, at eg var ikki har, sum eg skuldi vera, fyri at spæla á føroyska landsliðnum. So aldurin
spældu væl, vísti, at tað eigur at bera til. Vit kunnu ikki hugsa um, hvussu tað fer at ganga hjá FC Suðuroy, so hetta mugu vit avgera sjálvir, sigur AB málverjin Heðin Stenberg. Um tað fer at vilja so mikið [...] flatlondum at hjálpa til. Tað er ivasamt, um Álvur F. Christiansen og Jobin Drangastein verða førir fyri at spæla ídag. Hetta verður síðsta ferðin í hesum umfarinum, at Sámal Erik Hentze fer at hava ábyrgdina [...] síðsta ferðin í hesum umfarinum, at Trygvi Mortensen fer at hava ábyrgdina av NSÍ: -AB hevur so ofta argað okkum, men í ár hava vit báðu ferðir vunnið 2-1. Vit spæla fyri at vinna silvur krónurnar og harvið
bendir tó á, at flokkurin hevur broytt støðu í mun til undan løgtingsvalinum. - Eg gleðist um, at flokkurin letur tingfólkini atkvøða eftir síni sannføring, sigur Annika Olsen, sum vísir á, at flokkurin er [...] váttaði eisini at tað stóð hvørjum einstøkum tinglimi frítt at atkvøða, sum teimum lysti í etiskum málum. Tó so, undan valinum, meðan Annika Olsen enn var í Fólkaflokkinum, boðaði flokkurin frá, at hóast tað [...] hon frá á tingsins røðarapalli, at hon fór at atkvøða fyri uppskotinum. Tá var hon uttanflokkatingkvinna. So er spurningurin, hvat fólkaflokstingkvinnan Annika Olsen fer at atkvøða. Í dag vildi hon tó ikki
hann var í fjør. Vit kunnu eisini vissa borgararnar um, at talan er ikki um at geva lættar við aðrari hondini, sum tað síðani verður neyðugt at taka inn aftur við hinari hondini, sigur borgarstjórin, og [...] vit avgjørdu at borgararnir skuldu fáa ein lætta og harvið at ikki allur vøksturin skuldi enda í kommunukassanum. Í arbeiðinum við fíggjarætlanini fyri 2016 varð sjálvandi lagt uppfyri, at vit lækkaðu [...] Tølini fyri januar siga, at skattainntøkan fyri fyrsta mánaðin er 2,28 prosent lægri, enn hon var sama mánað í fjør. Í krónum roknaðu vit við, at samlaða skattainntøkan í ár fór at vera 1,5 milliónir krónur
nakrar av farleiðunum hjá felagnum. Nógv vónaðu tó, at nýggi flogvøllurin og betraðu umstøðurnar at lenda, fóru at hava við sær, at onnur feløg fóru at vísa áhuga fyri Føroya-rutuni og kappast við Atlantic [...] Føroyum. Tað at flogfeløg royna vøllin merkir kortini ikki, at tey hava nakrar ætlanir at byrja virksemi í Føroyum. Jákup Sverri Kass kann heldur ikki upplýsa, um nøkur av flogfeløgunum umhugsa at byrja eina [...] loksins at leingja um einasta flogvøllin í landinum, Vága Floghavn. Fyri flestu føroyingar, var størsta broytingin helst tann, at tjóðarflogfelagið, Atlantic Airways, keypti nýggj Airbus 319 flogfør at røkja
samstundis mugu tit ikki gloyma at koma út, spæla og røra tykkum. Tað er mín vón, at nýggja spæliplássið í Grasagarði fer at savna børnini í kommmununi, og at tey her fara at fáa nógvar góðar løtur alt árið [...] ótrúliga stuttligt at síggja so nógv fólk her í dag, og tað ber boð um, at spæliplássið fer at verða brúkt dúgliga - bæði gerandisdagar og í vikuskiftum. Her verður gott hjá tykkum børnum at klatra, hoppa og [...] hjá foreldrum at koma inn. Stóri áhugin í dag vísir, at eitt tílíkt spælipláss fer at skapa trivnað í okkara býi. Her lívir væl, staðið er veðurgott, og tí eru umstøður hjá barnafamiljum at savnast av teimum
dagarnar, at borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, um vikuskiftið varð endurgivin á Vágaportalinum fyri at vátta leysasøgur um, at muslimsk foreldur hava heitt á dagstovnar um at broyta teirra [...] stovnar og foreldur at børnum, sum vegna trúgv ikki skulu hava ávísan mat, at tá stovnurin borðreiðir t.d. við svínakjøti, tá fáa hesi foreldrini boð um hetta frammanundan soleiðis, at hesi børnini tann [...] søgur, og slær fast at einki hald er í ræðusøgunum, ið hava elvt til nógva øsing á sosialum miðlum. - Søgur hava tikið seg upp, hvørt dagstovnar í Tórshavnar kommunu eru farnir at geva børnunum mat, sum
eg ivist onga løtu í, at vit fáa eitt sera hugnaligt kvøld. Nicolina sigur, at tey gjarna vilja hava hesa hurð á gloppi, soleiðis at ongum nýtist at vera einsamallur - ella nýtist at kenna seg einsamallan [...] sigur, at hetta er fyrstu ferð, at tey taka stig til eitt slíkt jólahald fyri fólki, sum annars kenna seg einsamøll á jólum. - Jólaaftan er fyri mong ein kensluborin dagur. Tað kann jú vera, at tað júst [...] Vit hava sagt, at fólk kunnu lata okkum hoyra á tlf. 270257/ 280504 í seinasta lagi mánadagin 21. desember. Nicolina í Lág Jøkladal sigur, at fólk úr allari Eysturoynni eru vælkomin at seta seg í samband
tríggjar vikur, væntar hann, at sjóvinnubreytin fer at detta niðurfyri. - Tað er vónleyst at taka heilar tríggjar vikur burtur úr tímatalvuni til eitt trygdarskeið, umframt at tað helst verður so dýrt, skúlin [...] eru øgiliga kedd av hesum, tí nú fer hetta helst at detta niðurfyri. Johan Joensen, skúlastjóri á Tvøroyri, er harmur um, at tað nú verður eitt krav, at tey, sum skulu til skips fyrstu ferð, skulu nú á [...] sjóvinnubreytini, og so eru tær slopnar at sigla við Strandferðsluni, ella Norrønu, eftir lokið prógv. Skúlastjórin sigur, at hetta er ein skipan, sum letur seg gera, tí at trygdarskeiðið er tríggjar dagar.