Undan ársskiftinum lækkaði bygdaráðið í Eiðis kommunu skattaprosentið úr 20,75 og niður í 18,75. Skattauppgerðin fyri januar vísir, at skattainntøkan í Eiðis kommunu er minkað við 2,28 prosentum ella stívliga 30 túsund krónum, tá ið sammett verður við januar mánað í fjør.
Hetta fær tó ongar reyðar lampur at lýsa, og sambært borgarstjóranum Jógvani í Skorini, so stendur tað væl til í kommunukassanum:
-Tað er hugaligt at tosa við fólk og frætta, at tey fegnast um stóra skattalættan, sum tey hava fingið. Kommunuskatturin er jú umleið 10 prosent lægri nú, enn hann var í fjør. Vit kunnu eisini vissa borgararnar um, at talan er ikki um at geva lættar við aðrari hondini, sum tað síðani verður neyðugt at taka inn aftur við hinari hondini, sigur borgarstjórin, og hann útgreinar:
-Fíggjarætlanin fyri 2016 er grundað á tøl frá Taks, sum eru grundað á inntøkutølini ein stóran part av 2015. Í fjør hækkaðu inntøkurnar nógv, og vit avgjørdu at borgararnir skuldu fáa ein lætta og harvið at ikki allur vøksturin skuldi enda í kommunukassanum. Í arbeiðinum við fíggjarætlanini fyri 2016 varð sjálvandi lagt uppfyri, at vit lækkaðu skattaprosentið. Vit lækkaðu skattaprosentið við umleið 10 prosentum.
Tølini fyri januar siga, at skattainntøkan fyri fyrsta mánaðin er 2,28 prosent lægri, enn hon var sama mánað í fjør. Í krónum roknaðu vit við, at samlaða skattainntøkan í ár fór at vera 1,5 milliónir krónur lægri, enn hon var í fjør. Nú tølini fyri januar eru komin, vísir tað seg, at lækkingin er stívar 30 túsund krónur, og tað er so nógv minni lækking, enn vit roknaðu við. Tað fegnast vit um, og vit vóna, at gongdin fer at halda fram, sigur Jógvan í Skorini borgarstjóri í Eiðis kommunu, sum umframt Eiði fevnir um Ljósá og Svínáir.










