Tað hevur vakt ans seinastu dagarnar, at borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, um vikuskiftið varð endurgivin á Vágaportalinum fyri at vátta leysasøgur um, at muslimsk foreldur hava heitt á dagstovnar um at broyta teirra mat, so teirra børn eisini kunnu eta matin.
Í dag afturvísir borgarstjórin, Heðin Mortensen, tó hesar søgur, og slær fast at einki hald er í ræðusøgunum, ið hava elvt til nógva øsing á sosialum miðlum.
- Søgur hava tikið seg upp, hvørt dagstovnar í Tórshavnar kommunu eru farnir at geva børnunum mat, sum er tillagaður ávísari religøsari trúgv. Ella sagt við øðrum orðum, um dagstovnar, sum hava børn, hvørs foreldur hava muslimskar matsiðir, nú eru farnir at avmarka matúrvalið til øll hini børnini á stovninum, eitt nú í mun til svínakjøt, skrivar borgarstjórin og leggur afturat.
- Lat tað verða sligið fast, at so er ikki, og eingin orsøk er til skapa tvídrátt um hetta, sum eisini er fremmant í mun til ta visjón, ið býráðið hevur samtykt. Har er staðfest, at vit vilja ein alheimsgjørdar og fjølbroyttan høvuðsstaðurin, har tað er rúm fyri ymiskum áskoðanum, hugskotum og mentanum, tí soleiðis verður gott hjá øllum at liva, búgva og virka.
Borgarstjórin vísir tó á, at tað eru dømir um avtalur, har stovnar boða foreldrum at børnum, ið vegna trúgv ikki kunnu eta ávísan mat, frá tá slíkur matur verður borðreiddur.
- Í Tórshavnar kommunu eru dømi um avtalur millum stovnar og foreldur at børnum, sum vegna trúgv ikki skulu hava ávísan mat, at tá stovnurin borðreiðir t.d. við svínakjøti, tá fáa hesi foreldrini boð um hetta frammanundan soleiðis, at hesi børnini tann dagin hava egnan mat við. Tað er ikki soleiðis, at stovnarnir broyta matarskránna til øll hini børnini.

Einki hald í muslimskum ræðusøgum





