Vil ikki svara um hjúnabandslógina

Fólkaflokkurin og Annika Olsen fóru á val upp á, at hjúnabandslógin ikki skuldi broytast. 9. septembur -valið var 1. septembur- valdi hon tó at stinga í sekkin og meldaði seg úr flokkinum. 

 

17. septembur meldar Annika Olsen seg inn í Framsókn, einasta flokk á tingi, sum er fyri at broyta hjúnabandslógina. Longu 20. septembur meldar hon seg úr flokkinum aftur, og hevur síðani verið uttanflokkatingkvinna.

 

Í dag, 4. februar, er Annika Olsen so aftur vorðin partur av tingmanning Fólkafloksins. Hvørja støðu hevur hon so til málið um broytingar í hjúnabandslógini í dag?

 

- Tað fáa vit at síggja, tá atkvøðugreiðsla verður seinni í vár, var svarið frá Anniku Olsen.

 

Hóast fleiri tíðindafólk strongdu á fyri at fáa eitt greitt svar frá tingkvinnuni, skákaði hon sær undan. Okkurt bendir tó á, at flokkurin hevur broytt støðu í mun til undan løgtingsvalinum.

 

- Eg gleðist um, at flokkurin letur tingfólkini atkvøða eftir síni sannføring, sigur Annika Olsen, sum vísir á, at flokkurin er ein liberalur flokkur, har frælsi hjá einstaklinginum er í hásæti.

 

Jørgen Niclasen, formaður floksins, váttaði eisini at tað stóð hvørjum einstøkum tinglimi frítt at atkvøða, sum teimum lysti í etiskum málum. 

 

Tó so, undan valinum, meðan Annika Olsen enn var í Fólkaflokkinum, boðaði flokkurin frá, at hóast tað stóð hvørjum frítt at atkvøða eftir egnari sannføring, so stuðlaði einki valevni floksins broytingum í hjúnabandslógini, og tí stóð Fólkaflokkurin saman í móti at broyta hjúnabandslógina.

 

24. novembur, tá málið um broytingar í hjúnabandslógini var til 1. viðgerð, boðaði hon frá á tingsins røðarapalli, at hon fór at atkvøða fyri uppskotinum. Tá var hon uttanflokkatingkvinna. So er spurningurin, hvat fólkaflokstingkvinnan Annika Olsen fer at atkvøða. 

 

Í dag vildi hon tó ikki svara.