Hjúnini, Nicolina og Álvur Jøkladal, bjóða jólaaftan, 24. desember klokkan 18, fólki, sum annars høvdu sitið einsamøll jólaaftan, til hugnaligt jólahald í bygninginum hjá Lívsins Orði í Saltangará.
Nicolina í Lág Jøkladal sigur, at hon og maður hennara saman við børnum sínum verða við til jólahaldið, har borðreitt verður við góðum jóladøgurða, kaffi, te og rís a’lamande.
- Vit fara at syngja saman, lesa jólaevangeliið, og her verður sangframførsla, spurnarkapping og annar hugni. Tey, sum koma við, fáa eisini jólagávu.
Nicolina sigur, at hetta er fyrstu ferð, at tey taka stig til eitt slíkt jólahald fyri fólki, sum annars kenna seg einsamøll á jólum.
- Jólaaftan er fyri mong ein kensluborin dagur. Tað kann jú vera, at tað júst í ár er soleiðis, at onkur av eini ella aðrari orsøk situr einsamallur, einsamøll ella bara kenna seg einsamalla. Tað kann eisini vera ein mamma ella pápi við børnum, sum eru einsamøll á jólum, og tey eru sjálvsagt hjartaliga vælkomin til jólahaldið.
Hon vísir á, at jólahaldið í Lívsins Orði hevur onga aldursavmarking og øll í Eysturoy, sum kundu hugsað sær eina hugnaliga løtu saman við øðrum jólaaftan, eru vælkomin.
- Tað er als eingin skomm at søkja saman jólaaftan, og eg ivist onga løtu í, at vit fáa eitt sera hugnaligt kvøld.
Nicolina sigur, at tey gjarna vilja hava hesa hurð á gloppi, soleiðis at ongum nýtist at vera einsamallur - ella nýtist at kenna seg einsamallan - jólaaftan.
- Tað er gott pláss í hølunum, og tí skal eingin halda seg aftur. Vit hava sagt, at fólk kunnu lata okkum hoyra á tlf. 270257/ 280504 í seinasta lagi mánadagin 21. desember.
Nicolina í Lág Jøkladal sigur, at fólk úr allari Eysturoynni eru vælkomin at seta seg í samband við tey, og er tað onkur, sum ikki hevur flutning, syrgir maður hennara fegin fyri flutningi.










