Tað er spenningur og ikki sørt av fjáltri í fótbóltsleguni á Argjum. Hetta var ætlað at vera árið, tá ið AB av álvara staðfesti sína støðu sum triðja høvuðsstaðarfelagið í fremstu røð. Setningurin hevur alt árið verið at sleppa undan niðurflyting. NSÍ er á veg á Argir, og seinnapartin verður avgjørt, um AB næsta kappingarár skal spæla í bestu deildini ella ikki:
-Vit varðveita plássið, um tað eydnast at vinna eitt stig. Vit fara tó á vøllin fyri at vinna fulla úrtøku. Tað gera vit altíð, og avrikið í 2-2 javnleikinum í Gundadali ímóti B36, tá ið vit tvær ferðir svaraðu aftur og í løtum spældu væl, vísti, at tað eigur at bera til. Vit kunnu ikki hugsa um, hvussu tað fer at ganga hjá FC Suðuroy, so hetta mugu vit avgera sjálvir, sigur AB málverjin Heðin Stenberg.
Um tað fer at vilja so mikið illa til, at AB missir plássið í bestu deildini, so verður talan um fótbóltsliga nátt og myrkur á Argjum.
Bárður Olsen er langtíðarskaddur, og Mikkjal T. Hentze er leikbannaður.
Beinir Ellefsen, Dion Splidt, Rógvi Poulsen og Hørður M. Mohr eru komnir av flatlondum at hjálpa til. Tað er ivasamt, um Álvur F. Christiansen og Jobin Drangastein verða førir fyri at spæla ídag.
Hetta verður síðsta ferðin í hesum umfarinum, at Sámal Erik Hentze fer at hava ábyrgdina av AB, og hetta verður síðsta ferðin í hesum umfarinum, at Trygvi Mortensen fer at hava ábyrgdina av NSÍ:
-AB hevur so ofta argað okkum, men í ár hava vit báðu ferðir vunnið 2-1. Vit spæla fyri at vinna silvur krónurnar og harvið bestu endastøðuna síðani FM heitið í 2007. Tað kenna vit vera góðan íblástur, sigur Pól Jóhannus Justinussen, sum í 4-1 heimasigrinum ímóti KÍ síðsta sunnudag var trífaldur málskjútti.