Framrættaði miðvallarin heldur, at tíðin er komin til at takka fyri seg á landsliðnum. – Hugurin og gleðin at spæla á landsliðnum er ikki tann sama longur, sigur 33 ára gamli Christian L. Holst.
Hoyr samrøðuna við Christian L. Holst við at trýsta á pílin undir myndini
Til venjing í dag á Puskas leikvøllinum kunngjørdi Christian L. Holst, at hetta verða hansara seinastu dystir fyri føroyska landsliðið. Hann vil heldur finna hurðina, meðan hann framvegis klárar at fylgja við.
- Eg havi verið ótrúliga glaður fyri tíðina á landsliðnum, men nú er tíðin komin til at siga stopp, áðrenn onkur ger tað fyri meg, sigur Christian L. Holst, sum til dagligt spælir við Fremad Amager í triðj bestu deildini í Danmark.
Hann hevur sáttmála fram til í summar, og tað er eisini um reppið, at róligi maðurin við góða bóltførleikanum gevst sum fótbóltsspælari.
- Tað sær út til, at hetta kann verða endin á míni yrkisleið í fótbólti. Eg havi sáttmála til í summar, og so er líkt til, at tað verður tað, sigur Christian L. Holst.
- Eg merkti væl í Finnlandi, at eg var ikki har, sum eg skuldi vera, fyri at spæla á føroyska landsliðnum. So aldurin og kroppurin spælir eisini inn. Tað er ein blanding av fleiri tingum, sigur Christian L. Holst og leggur afturat;
- Eg nærkist endaðum á míni yrkisleið. Hetta hevur verið ein frálík undankapping, tí kennist tað gott at steðga nú, sigur landsliðsmiðvallarin.
- Eg tími ikki at spæla eitt korter her og eitt korter har. So vil eg heldur steðga her. Tað er eisini ein eginleiki, at duga at siga stopp sjálvur, sigur Christian L. Holst, sum hevur spælt 49 landsdystir og skotið fýra mál fyri Føroyar.