fram, uttan steðg. Og tað kundi eisini bent á, at tað er ætlanin, tí á langtíðarfíggjarætlanini hevur samgongan sett 40 milliónir av til Hovstunnilin. Annars eru sjey milliónir settar av til arbeiðið í ár [...] vóru gjørdar. Tær kanningarnar eru nú um at verða lidnar. Landsverkfrøðingurin sigur, at teir hava júst verið í holt við tað síðsta boriholið. Ætlanin var at bora niður á 170 metrar, men í tá ið teir í [...] í farnu viku vóru komnir niður á 130 metrar, var tilfarið so vánaligt, at teir borurin stóð fastur. Kannað verður nú eftir um tað er neyðugt at fara longur niður, ella um hesir 130 metrarnir geva so mikið
av nýggjum. Øll vilja vit hava eitt gott og sterkt kringvarp, sum skal vera trygdin undir tí stóra mentanarbera, sum almenna kringvarpið er og skal vera. At Kringvarpsstýrið nú valdi ein journalist [...] leiðsluni at koyra Deg og Viku í summarfrí í sjey vikur í summar. Sum vit hava spurt áður: Hví skal hyggjarin trúgva upp á føroyskt sjónvarp, um kringvarpsleiðslan ikki ger tað? Og við hasi sera [...] nar – um, at føroysk sjónvarpstíðindi ikki eru neyðug – og harvið heldur ikki føroyskt sjónvarp. Nýggi stjórin skilir helst, at tíðindini eru legitimiteturin undir Kringvarpinum. Spurdur
høvuðsmál Karsten Hansen sigur, at tað er nógv, sum liggur á láni at gera í landinum. Men tó slepst ikki undan, at tað eru ávísar íløgur, sum skulu gerast nú, hvussu víkir og vendir. Hann hugsar fyrst og fremst [...] okkurt munagott gerast tey næstu árini. Talan er bæði um, at bygningarnir eru í so ringum standi, at teir krevja munandi ábøtur nú, fyri at teir ikki skulu fara heilt fyri skeyti. Men annars er talan um [...] at fáa gongd á aftur. Sostatt er tað í andsøgn við ætlaða íløgupolitikkin at at gera so stórar íløgur í Landssjúkrahúsið, sum tað her er talan um at gera. Men Karsten Hansen sigur, at vit sleppa ikki undan
útvarpinum, tá stovnarnir vórðu lagdir saman í 2005, nú eru brúktar. Hvar hava leiðsla og stýri verið? Tey mugu hava snorksovið. Slíkt ábyrgdarloysi eigur at fáa avleiðingar. Onnur hava so sanniliga [...] øllum! Skulu øll starvsfólkini haldast á pínubeinkinum, ella er hetta kensluporno fyri at leggja trýst á politikararnar? At politikararnir eru feikir – og summir óreinir – tá tað snýr [...] rutsjutúr. Munurin er bara tann, at vit onnur hava lagað okkum til støðuna, meðan Kringvarpið bara hevur koyrt víðari út frá ynskjum um inntøkur – og tilvitað brúkt pengar, sum ikki vóru. Tá
ni, ið kom út á jólum 1994 og er skipað sum hon. Dentur er lagdur á at gera heilsugóðan mat úr tilfari, ið er at fáa í øllum vanligum bygdahandlum, flakavirkjum og frá bókum. Eisini eru uppskriftirnar [...] soleiðis, at brúktar eru bæði føroyskar og útlendskar uppskriftir. Í bókini eru góðar 100 uppskriftir, sum fevna um døgurðar, súpanir og omaná, umframt baking og kóking. Harumframt eru køks- og bakireglur [...] blaðsíðurnar eru lakeraðar, so verður slett niður á tær, ber til at turka tær ella vaska tær. Bókin hevur snyrilsrygg. Tí ber til at benda hana heilt afturav, so at hon tekur ikki so nógv pláss á borðinum
sær, at hann var við á øllum fundum í sjúkrahússtýrunum í Klaksvík, á Tvøroyri og í Havn. Hetta var eisini krevjandi arbeiði, í ávísum tíðarbilum sera strævið og krevjandi, tí hetta eru málsøki, sum mangan [...] avgreiðsla. Uppgávan hjá Johan Djurhuus var stutt sagt at skipa føroyska fyrisiting og seta hana í verk, nú vit høvdu nýggja stýrisskipan. Hetta er í einum tíðarskeiði, tá føroyskt lógarsmíð varð brotið upp úr [...] smírandi ? altíð ein blíð viðmerkingum okkurt, sum nú var uppi. Fyri knøppum 5 árum síðani broyttist gerandisdgurin. Johan gjørdist lamin. Men komst tú á tal við hann, hugsaði tú ikki stórt um tað. Hesin
62 ára gomul, á Gentofte Hospital eftir stutta sjúkralegu Tað er við stórari sorg, at vit í dag hava sagt eitt seinasta farvæl við okkara góða og trúgva starvsfelaga, Anniku Jespersen, nú hon hevur flogið [...] fakliga. Hon megnaði saman við starvsfeløgunum at uppbyggja eitt høgt tænastustig umborð á okkara flogførum, og vit eru sannførd um, at tað hevur verið við til, at Atlantic Airways í dag hevur ein stóran og [...] láturin bara dupultur. Hetta fara vit sanniliga at sakna. Góðu Regin, Fríðálvur, Sølvi, Marita og systkin við familjum, vit syrgja saman við tykkum, tí við Anniku hava vit mist eina av teimum stóru. Tað er
Elduvík stuðla vit bispi fult og heilt. Vit hava einki ímóti kvinnuligum prestum og einki ímóti lestrarbókini ?Lívið spratt av kærleiksrót?. Um Olofsson ynskir at siga seg úr starvi, so hava vit einki ímóti [...] ikki eru gift. Og hendan hugburð heldur Johann Hammer, formaður í kirkjuráðnum í Elduvík, beinleiðis stríða móti kristnu siðalæruni, ið byggir á náði og fyrigeving. Olofsson kann gjarna fara ? Vit hava [...] vælkomin. Tað er ikki nakað, ið vit fara at blanda okkum uppí, sigur kirkjuráðsformaðurin í Elduvík. ? Tað fer kalt niður eftir rygginum á okkum í kirkjuráðnum, tá vit hoyra, at slíkt kemur fyri. Hetta
skránni, eru á púra skeivari leið? Ella er man veruliga so kroystir av hesum, at man víkir undan hesum ólagaliga orðaskiftinum og heldur skundar sær at loypa yvir í næsta punkt á skránni. Nú skal tað snúgva [...] Búskaparliga byggir fullveldisætlanin á eina illusjón Eg havi m.a. loyvt mær at vísa á, at onki búskaparligt grundarlag er undir fullveldisætlanini. Búskaparliga byggir hon á eina illusjón um, at tá fullveldið [...] skema. Onki hald er í hesum. Tað er tvørturímóti - fara vit fram á tann hátt sum landsstýrið ætlar, so kann tað koma at standa fólkinum dýrt. Tað eru ikki bert míni orð. Hetta er eisini sagt við lýsandi greiðum
tvørtmát upp á 27 metrar. Til samanberingar kann nevnast, at tvørmátið á rundkoyringini við SMS er 24 metrar. Rundkoyringin, sum er á Velbaðstaðvegnum- Argjavegur, er eisini nógv minni enn tann, sum nú verður [...] lætta um ferðsluna, har vegir krossast. Í Havnini eru longu fleiri rundkoyringar, men í næstum verða ikki færri enn tríggjar gjørdar afturat. Ein verður á krossinum, har Landavegurin fer tvørturum Frælsið [...] verður gjørd. Byrjað í januar Rundkoyring á krossinum, har Sundsvegurin gongur í Ringvegin, beint niðanfyri Norðurlandahúsið, verður eisini gjørd nú. Sjúrður Olsen sigur, at í løtuni arbeiðir býráðið við at