Tríggjar rundkoyringar gerast afturat í Havnini

Nú skulu tríggjar rundkoyringar gerast afturat í Havnini fyri at fáa ferðsluna at ganga lættari

Ferðsla

Rundkoyringar verða alt meiri og meiri vanligar ymsastaðni í landinum fyri at lætta um ferðsluna, har vegir krossast.
Í Havnini eru longu fleiri rundkoyringar, men í næstum verða ikki færri enn tríggjar gjørdar afturat.
Ein verður á krossinum, har Landavegurin fer tvørturum Frælsið, beint við Vesturkirkjuna.
Ein onnur verður gjørd, har Sundsvegurin tekur í Eystara Ringvegin, beint niðanfyri Norðurlandahúsið. Og tann triðja verður, har Hvítanesvegurin tekur í Eystara Ringvegin
Arbeiðið at gera rundkoyringa á krossinum við Landavegin-Frælsið, byrjar beinanvegin.
Býráðið hevur bjóðað tað arbeiðið út og sjey tilboð komu inn.
Sjúrður Olsen, formaður í teknisku nevnd hjá Býráðnum, sigur, at samtykt er at taka av tilboðnum frá partafelagnum Plan, sum var upp á 1,8 millión. Tað var eisini tað lægsta tilboðið.
Hann sigur, at arbeiðið byrjar beinanvegin og tann rundkoyringin verður liðug longu í mars mánaða.
Hendan rundkoyringin verður rættiliga rúmlig afturímóti onkrum øðrum rundkoyringum í Havn. Rundkoyringin við Landavegin-Frælsið fer at hava ein tvørtmát upp á 27 metrar.
Til samanberingar kann nevnast, at tvørmátið á rundkoyringini við SMS er 24 metrar. Rundkoyringin, sum er á Velbaðstaðvegnum- Argjavegur, er eisini nógv minni enn tann, sum nú verður gjørd.

Byrjað í januar
Rundkoyring á krossinum, har Sundsvegurin gongur í Ringvegin, beint niðanfyri Norðurlandahúsið, verður eisini gjørd nú.
Sjúrður Olsen sigur, at í løtuni arbeiðir býráðið við at ogna sær lendið til rundkoyringina. Hann sigur, at tað arbeiðið verður bjóða út nú. Ætlanin er at fara undir arbeiðið í januar og ætlanin er, at rundkoyringin skal vera liðgu í summar.
Og tann triðja rundkoyringin verður á krossinum, har Hvítanesvegurin gongur í Ringvegin.
? Hetta var ein rundkoyring, sum landið hevur lovað at gera síðani 1985, men tað er ongantíð blivið til nakað, so nú taka vit í býráðnum um endan og gera hana sjálvi. Eisini í sambandi við hesa rundkoyringina arbeiðir býráðið við at ogna sær lendið og Sjúrður Olsen sigur, at eftir ætlan verður eisini farið undir hetta arbeiðið longu í januar.