Arbeiðið upp á Hovstunnilin byrjar ikki fyrrenn um eitt ár

Ætlanin er bara at seta átta milliónir av til arbeiðið komandi ár og tað er alt ov lítið til at halda arbeiðið gangandi, sigur Landsverkfrøðingurin

Hovstunnil

Tað verður ikki fyrrenn um eitt ár, at arbeiðið uppá at gera tunnilin ímillum Øravík og Hov, kann byrja.
Soleiðis sær veruleikin út, nú samgongan hevur lagt uppskot til fíggjarlóg fyri 2004 fyri Løgtingið.
Ætlanin er bara at seta átta milliónir av til Hovstunnilin og tað røkkur ikki langt.
Landsverkfrøðingurin sigur, at tað skulu helst einar 40 milliónir verða settar til arbeiðið, tá ið farið verður undir tað fyri at kunna arbeiða út í eitt.
Sostatt er greitt, at tað verður ikki fyrrenn út ímóti ársenda, at farast kann undir arbeiðið, men so er eisini neyðugt at einar 40 milliónir verða settar av til arbeiðið í 2005, so at tað kann halda fram, uttan steðg.
Og tað kundi eisini bent á, at tað er ætlanin, tí á langtíðarfíggjarætlanini hevur samgongan sett 40 milliónir av til Hovstunnilin.
Annars eru sjey milliónir settar av til arbeiðið í ár, men samgongan hevur biðið Løgtingið um at taka fýra milliónir av játtanini aftur, tí tað tað verða ikki meiri enn tríggjar milliónir brúktar í ár.
Tann peningurin er brúktur til at kanna, hvar tunnilin skal vera.
Jarðfrøðiliga er talan um eitt rættiliga trupult øki at bora tunnil ígjøgnum.
Men eftir at ymsar kanningar vórðu gjørdar, varð ein flá funnin, har gott var at leggja ein tunnil. Hetta er ein tunnil eitt sindur uppi í fjallinum.
Ætlanin var at bjóða arbeiðið út, men í 2003 komu bert 7 mió. kr. á fíggjarlógina, og ongin vissa var fyri, at peningur varð játtaður frameftir. Tí var ætlanin, at Landsverkfrøðingsstovnurin boraði so langt sum gjørligt fyri hesa upphædd.
Áðrenn arbeiðið byrjaði kom fram, at norska felagið NCC segði seg kunna gera arbeiðið
longri niðri í dalinum og harafturat kundi NCC gera tunnilin bíligari enn Landsverkfrøðingurin helt seg kunna gera hann fyri.
Fyri ferðsluna er hendan linjuføringin nógv betri enn har, sum sum Landsverkfrøðingurin ætlaði at gera tunnilin.
Landsverkfrøðingsstovnurin sigur, at hann kannaði, um arbeiðstakarin kundi gera arbeiðið fyri ein fastan prís og samstundis átaka sær vágan, men bar hetta ikki til. Tí mælti hann til, at onki varð gjørt, fyrr enn nærri kanningar vóru gjørdar.
Tær kanningarnar eru nú um at verða lidnar.
Landsverkfrøðingurin sigur, at teir hava júst verið í holt við tað síðsta boriholið. Ætlanin var at bora niður á 170 metrar, men í tá ið teir í farnu viku vóru komnir niður á 130 metrar, var tilfarið so vánaligt, at teir borurin stóð fastur.
Kannað verður nú eftir um tað er neyðugt at fara longur niður, ella um hesir 130 metrarnir geva so mikið av upplýsingum, at tað er nóg gott grundarlag at byggja eitt endaligt tilmæli á.
Landsverkfrøðingurin leggur dent á, at at hóast hann sigur, at tilfarið í hesum boriholinum var vánaligt og hóast tilfarið í tí fyrsta boriholinum eisini var vánaligt, er ongin heildarniðurstøða gjørd. Og fyrrenn boriroyndirnar eru kannaðar út í æsir, sigur hann onki um, hvat tilmælið frá Landsverkfrøðinginum verður. Hetta skal tískil heldur ikki takast sum um at tilfarið úr hinum boriroyndunum eisini er vánaligt.
Hann sigur, at tá ið tað er avgjørt, hvartunnilin skal vera, skal arbeiðið projekterast og bjóðast út, eins og ein verklags lóg skal gerast og samtykkjast í Løgtinginum. Alt hetta tekur eisini eitt sindur av tíð.
?Skulu vit fara undir arbeiðið í ár, skulu helst einar 40 milliónir setast av til arbeiðið komandi ár, men ætlanin er bara at seta átta milliónir av. Soleiðis sum landið liggur nú, má niðurstøðan verða, at arbeiðið upp á Hovstunnilin byrjar ikki fyrrenn um eitt ár, tað vil siga, seint næsta ár, sigur Oyvindur Brimnes.