Nógvar rationaliseringar eru gjørdar í Kringvarpinum, og við nýggja innkrevjingarháttinum, har eingin sleppur undan at rinda kringvarpsgjald, hevur stovnurin eisini fingið fleiri pengar í tryggu inntøkuni, sum kringvarpsgjaldið er.
Men hóast nýggi kringvarpsstjórin, Dia Midjord, leggur varisliga út – uttan at krevja fleiri pengar til stovnin, so skerts ikki burt, at politikararnir eiga at umhugsa støðuna hjá Kringvarpinum av nýggjum. Øll vilja vit hava eitt gott og sterkt kringvarp, sum skal vera trygdin undir tí stóra mentanarbera, sum almenna kringvarpið er og skal vera.
At Kringvarpsstýrið nú valdi ein journalist aftur at stjórna Kringvarpinum kann vera eitt tekin um, at stýrið vil hava frið kring stovnum, heldur enn at lata enn ein nýggjan stjóra – púra uttan miðlaroyndir – sleppa at royna seg.
Og nýggi stjórin segði rímuliga greitt í sjónvarpinum í gjárkvøldið, at sendingar ikki skulu takast av skránni um summarið. Í øllum førum ikki sendingar, sum Dagur og Vika, ið hava so stórt hyggjaratal. Tað ber boð um, at nýggi stjórin ikki er fegin um ta tápuligu avgerð hjá kringvarpsleiðsluni at koyra Deg og Viku í summarfrí í sjey vikur í summar.
Sum vit hava spurt áður: Hví skal hyggjarin trúgva upp á føroyskt sjónvarp, um kringvarpsleiðslan ikki ger tað? Og við hasi sera óbúnu avgerðini hjá tíðindaleiðaranum sendir kringvarpsleiðslan eitt greitt signal til hyggjaran – og ikki minst politikararnar – um, at føroysk sjónvarpstíðindi ikki eru neyðug – og harvið heldur ikki føroyskt sjónvarp.
Nýggi stjórin skilir helst, at tíðindini eru legitimiteturin undir Kringvarpinum.
Spurdur um, hvussu hann vildi útvega stovninum fleiri inntøkur, tosaði Dia Midjord um at finna upp á okkurt spæl. Hann varð ikki spurdur um órættvísu kappingina hjá Kringvarpinum við privatu miðlarnar um lýsingarnar. Tað lysti okkum at vita, hvat hann heldur um tað. Men tað skilabesta, sum nýggi stjórin kann gera, er at sláa seg til tols við, at kringvarpsgjaldið verður grundarlagið undir stovninum, og so at virka út frá tí.
Vit ynskja Dia Midjord bestu eydnu í nýggja starvinum!










