Áðrenn vit loypa yvir til næsta punkt á skránni

Javnaðarflokkurin er rættiliga komin í tann politiska brennidepilin. Tað er óðum tjóðveldismonnum fyri at takka. Teir trunkast kropp á kroppi í Sosialinum og Dimmu við illsinnisálopum á javnaðarfólk, hví vit ikki eru tjóðveldismenn júst so sum teir sjálvir. Fyri hvørt blað í seinastuni eru teir meira østir og ágangandi, sigur Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður

Hví leika tey so í?

Henda framferðin tykist margháttlig. Als ikki vanlig fyri tey sum halda seg hava eina góða sak og trúgva at hon fer at vinna. Heldur øvugt. Soleiðis plagar heldur tann at leika í, sum óttast fyri at tap er í hendi, og í desperatión leggur sømiligheit og sakligheit til viks og grípur til tey royndu vápnini, at dálka mótstøðumannin.

Sjálvur havi eg fingið nøkur runubløk í seinastuni. So eg man hava traðkað meint á politisku líktorn teirra.


Politisk kynisma at seta lívskor fólksins í váða

Rætt er, at eg havi havt nakrar kritiskar viðmerkingar til fullveldisskránna hjá landsstýrinum. Ikki til málið, tað sum miðað verður eftir, einar fíggjarliga sjálvbjargnar og politiskt frælsar Føroyar - tað takið eg fult undir við og strembi eftir. Men eg havi funnist at og kann ikki taka undir við slíkum ússaligum og kyniskum máta at fremja eina loysing, sum eitt politiskt váðaspæl, har innsatsurin er lívskor og vælferð hjá fólkinum í Føroyum. Fyri at nøkta politisku forfongiligheitina hjá føroyskum nationalistum.

Slíkt er markleys politiska kynisma, so stutt eftir at samfelag okkara fór á húsagang, bygdir og oyggjar nærum lagdar í oyði, familjur og mannalagnur sorlaðar, í túsundatali av landsmonnum rikin frá hús og heimi og burtur í útlegd.


Búskaparliga byggir fullveldisætlanin á eina illusjón

Eg havi m.a. loyvt mær at vísa á, at onki búskaparligt grundarlag er undir fullveldisætlanini. Búskaparliga byggir hon á eina illusjón um, at tá fullveldið er proklamerað, fer vinnuliga orkan at spríkja fram allastaðni og í so ríkt mát, at tað fer at bera til at taka ríkisstuðulin burtur eftir nøkrum árum eftir einum frammanundan fastløgdum skema.

Onki hald er í hesum. Tað er tvørturímóti - fara vit fram á tann hátt sum landsstýrið ætlar, so kann tað koma at standa fólkinum dýrt. Tað eru ikki bert míni orð. Hetta er eisini sagt við lýsandi greiðum orðum frá okkara fremstu búskaparfrøðingum. Teir siga tað uppaftur hvassari: skal fullveldi fremjast á tann hátt sum landsstýrið ætlar, so kostar tað livikor og vælferð.


Hví víkir samgongan nú undan orðaskifti?

Øll eru fullgreið yvir, samgonga og andstøða eins og hvørt mansbarn í Føroyum, at tað er tann búskaparligi spurningurin sum er altavgerandi í orðaskiftinum um sjálvstýri. Og altavgerandi fyri møguleikunum at vinna fram á mál.

Tí undrar tað meg stórliga, at landsstýrið, samgonga og boðfretar teirra, sum siga seg leggja so øgiliga stóran dent á eitt alment, breitt, opið og politiskt sakligt orðaskifti, nú fullkomiliga tagdu tá tjakið kom inn á henda búskaparliga kardinalspurningin. Hetta vilja teir ikki tjakast um. Er orsøkin tann, at teir eru trongdir upp í ein krók í hesum málinum?


Heldur prát um grundlóg enn um livikor?

Um ikki hini í landsstýrinum ella í samgonguni síggja seg førar fyri tí, hevði so ikki fíggjarmálaráðharrin kunna sagt okkum, um búskaparfrøðingarnir, sum rætt og slætt draga teppið undan fullveldisskránni, eru á púra skeivari leið? Ella er man veruliga so kroystir av hesum, at man víkir undan hesum ólagaliga orðaskiftinum og heldur skundar sær at loypa yvir í næsta punkt á skránni. Nú skal tað snúgva seg um grundlóg. Nú er við stórum stavum boðað frá at fyrsta dagin verður farið yvir til at tosað um grundlóg - tað er óivað eisini lagaligari at tosa leyst og fast um statsrætt og løgfrøði, enn um vinnulív og livikor og búskap.


Leggi ikki í at svara Kai og Annitu

Kanska er tað tí at tjóðveldismenn ikki vita, hvat teir skulu siga til hesar truplu spurningarnar um livikor og búskap, sum búskaparfrøðingarnir og onnur hava sett fram, at teir heldur leggjast so harðliga eftir javnaðarfólki. Eg havi fingið ta ivasomu æru at verða skotskiva hjá tveimum teirra. Ætlaði í fyrstani at geva teimum aftur av somu skuffu. Men Kai og Annita ríða so niðarliga, at eg leggi ikki í at svara teimum aftur. Skommin fellir aftur á tey.


Vestmanna, 22.10.1998,

Hans Pauli Strøm, javnaðartingmaður