? Mótmælisfólkini mugu hava mist jørðforbindilsið

Formaðurin í kirkjuráðnum í Elduvík heldur mótmælisskrivið, ið ávís kirkjufólk í Fuglafirði, Gøtu og Leirvík hava sent bispi, vera beinleiðis vamlisligt. Hann heldur, at ósemjan millum Olofsson og bisp eigur at verða loyst teirra millum, og tí eiga ávís kirkjufólk als ikki at blanda seg uppí

John Johannessen


? Tey, ið hava sent mótmælisskrivið til bisp, mugu vera í ørviti. Tey hava púra mist jørðfobindilsið. Her í Elduvík stuðla vit bispi fult og heilt. Vit hava einki ímóti kvinnuligum prestum og einki ímóti lestrarbókini ?Lívið spratt av kærleiksrót?. Um Olofsson ynskir at siga seg úr starvi, so hava vit einki ímóti tí, sigur Johan Hammer, formaður í kirkjuráðnum í Elduvík

Kirkjuráðsformaðurin heldur tað vera vamlisligt, at mótmælisskrivið nakrantíð er sent bispi. Hann heldur, at tað máar støðið undan kirkjuráðunum, at fólk savna inn slíkar undirskriftir.


Onga undirskrift

úr Elduvík

? Vit savna ikki inn slíkar undirskriftir í Elduvík. Bispur fær okkara fulla og heila stuðul, eingin ivi um tað, sigur ein avgjørdur kirkjuráðsformaður. Hann leggur afturat, at tey einki hava ímóti, at kvinnuligir prestar ella dómpróvstur prædika í Elduvíkar kirkju.

Kirkjan í Elduvík eigur lestrarbókina ?Lívið spratt av kærleiksrót?, og kirkjuráðsformaðurin sigur, at hon regluliga verður nýtt til lestur í kirkjuni. Hann sigur, at um nakar hevur nakað ímóti lestrinum hjá Marjuni Bæk til Boðanardag Mariu, so kunnu hesir ávísu persónar bert lata vera at lesa hendan lesturin. Men hann leggur afturat, at um nakar deknur ynskir at lesa hendan lesturin í Elduvíkar kirkju, er hann vælkomin.

? Bipur hevur sagt gott fyri lestrarbókini, og vit halda , at hann er førur fyri at avgera slíkt, tí nýta vit bókina, sigur Johann Hammer, ið heldur, at ávísir persónar føra eina forfylging ímóti Marjuni Bæk, sóknarpresti.


Skapa klovning

í kirkjuna

Kirkjuráðsformaðurin í Elduvík sigur, at fólkini, ið stóðu fyri at savna inn undirskriftirnar til bisp, eisini vóru í Elduvík og og høvdu fund við hann. Men hann leggur dent á, at hann beinan vegin vísti teimum á, at hann ikki helt tiltøk teirra vera ráðilig. Hann hevði sagt teimum, at hetta uttan iva fór at skapa klovning í kirkjuna.

? Eg haldi, at tað er ógvuliga keðiligt, at hetta skal hava skapt klandur og blaðskriving. Guðs orð eigur ikki at vera viðgjørt soleiðis, sum tað nú er vorðið til. Fólk áttu heldur at loyst hetta mál sínamillum í friði, sigur ein harmur kirkjuráðsformaður.


Stíðir móti

kristnu læruni

Tað er fleiri ferðir komi fyri, at Olofsson og aðrir prestar hava noktað skildum fólkum at giftast uppaftur. Somuleiðis er tað komið fyri, at prestur hevur noktað at doypa børn hjá foreldrum, ið ikki eru gift. Og hendan hugburð heldur Johann Hammer, formaður í kirkjuráðnum í Elduvík, beinleiðis stríða móti kristnu siðalæruni, ið byggir á náði og fyrigeving.


Olofsson

kann gjarna fara

? Vit hava einki ímóti, um Olofsson sigur seg úr starvi. Tað er jú púra vanligt, at fólk siga seg úr starvi, og um Peter O. K. Olofsson ynskir at gera tað, so er hann vælkomin. Tað er ikki nakað, ið vit fara at blanda okkum uppí, sigur kirkjuráðsformaðurin í Elduvík.

? Tað fer kalt niður eftir rygginum á okkum í kirkjuráðnum, tá vit hoyra, at slíkt kemur fyri. Hetta er ræðuligt, og eg veit ikki hvar vit enda, um prestar og onnur sleppa at halda fram at hava slíkan hugburð.

Kirjuráðsformaðurin er púra samdur við bispi, tá hann sigur, at um prestar skulu fáa ymisk serloyvi, so verður óskil í kirkjuni.

? Tað ber ikki til, at ávísir prestar skulu fáa serloyvi loyvi at prædika eitt og aðrir eitt annað. Hetta ger jú, at kirjan verður ein fløkja.

Johan Hammer sigur at enda, at hann er stóliga bangin fyri, at óhepna gongdin innan kirkjuna fer at hava við sær, at fólk fara at ivast í trúnni, og hetta heldur hann vera serstakliga óheppi og tvørtur ímóti endamáli kristindómsins.