Landssjúkrahúsið gerast ístand fyri 300-400 milliónir

Karsten Hansen hevur gjørt langtíðarfíggjarætlan furi næstu 10 árini. Landssjúkrahúsið og nýggjur Smyril standa ovast á listanum yvir tað, sum skal gerast

Nú skal Landssjúkrahúsið gerast ístand fyri fleiri hundrað milliónir.

Tað ætlar Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Hann er júst í ferð við at gera eitt uppskot til eina langtíðarfíggjarætlan yvir tær íløgur, sum skulu gerast tey næstu 10 árini, til 2010.


Tvey høvuðsmál

Karsten Hansen sigur, at tað er nógv, sum liggur á láni at gera í landinum.

Men tó slepst ikki undan, at tað eru ávísar íløgur, sum skulu gerast nú, hvussu víkir og vendir.

Hann hugsar fyrst og fremst um Landsjúkrahúsið og nýtt skip til suðuroyarsiglingina.

Ein serkøn bygginevnd hevur staðfest, at Landssjúkrahúsið er so illa farið, at har má okkurt munagott gerast tey næstu árini.

Talan er bæði um, at bygningarnir eru í so ringum standi, at teir krevja munandi ábøtur nú, fyri at teir ikki skulu fara heilt fyri skeyti.

Men annars er talan um at út- og umbyggja sjúkrahúsið, so at tað yvirhøvur verður ført fyri at veita ta tænastu, sum fólk eiga at kunna fáa frá okkara høvuðssjúkrahúsi.

Niðurstøðan hjá nevndini er, at tað er átrokandi at veita Landssjúkrahúsinum næstan 500 milliónir tey næstu 10 árini til umvælingar, umframt til út- og umbyggingar.

Og tað er hetta, sum landsstýrismaðurin ætlar at gera nakað við.


30-40 mió um árið

Umframt at ansa eftir, at íløgurnar ikki verða ov høgar, hevur landsstýrið lagt stóran dent á brúka tær í einum økispolitikki.

Sostatt er endamálið at skerja íløgurnar í økjum, har virksemið er stórt frammanundan, fyri ikki at hita búskapin enn meiri. Hinvegin er endamálið at skumpað undir íløgurnar, har virksemið er lítið, fyri at fáa gongd á aftur.

Sostatt er tað í andsøgn við ætlaða íløgupolitikkin at at gera so stórar íløgur í Landssjúkrahúsið, sum tað her er talan um at gera.

Men Karsten Hansen sigur, at vit sleppa ikki undan, at, Landssjúkrahúsið er ein serstakur trupulleiki, sum skal loysast, uttan mun til, hvussu stórt virksemið er í økinum frammanundan.

Men hann vísir eisini á, at trupulleikin við Landssjúkrahúsinum er so gamal, at hann verður ikki loystur eftir einum ári.

?Bygningarnir eru 40 ára gamlir, og eldri, og teir hava verið forsømdir leingi. ? Heldur ikki í áttatiárunum, tá ið annars alt bar til, vórðu teir hildnir við líka. Tí er tað eitt øgiligt upptak, sum nú skal gerast.

Men Karsten Hansen sigur, at Landsstýrið hevur sett sær fyri at loysa henda trupulleikan.

Tí fer hann at skjóta upp at seta einar runt roknað einar 30-40 milliónir av til Landssjúkrahúsið tey næstu 10 árini, eitt sindur meiri summi ár og eitt sindur minni onnur ár.

? So fer tann politiska at viðgerðin at vísa, hvat úrslitið verður, tí í síðsta enda er tað tingið, sum hevur avgerðina.

Eitt annað stórmál, sum skal loysast nú, er at útvega ein nýggjan Smyril til Suðuroyarsiglingina.

Smyril verður lagdur um nøkur heilt fá ár og tí skal eitt nýtt skip útvegat nú.

Karsten Hansen sigur, at ætlanin er eisini at fara undir tað arbeiðið komandi ár, so so verður hildið á í eitt koyr, til skipið er liðugt.

Eftir, hvat er upplýst, fer tað at ganga trý ár, frá tí at spónurin er settur greytin, til nýggja skipið er siglingsklárt, so suðuroyingar fáa nýtt skip út á árið í 2003, ella í 2004.