Sum snarljós av himli er tað gingið upp fyri Dia Midjord og Rúna Heinesen, at tær 13 milliónirnar, sum vóru í kassanum hjá útvarpinum, tá stovnarnir vórðu lagdir saman í 2005, nú eru brúktar.
Hvar hava leiðsla og stýri verið? Tey mugu hava snorksovið. Slíkt ábyrgdarloysi eigur at fáa avleiðingar.
Onnur hava so sanniliga verið gjøgnum fíggjarligan rutsjutúr. Munurin er bara tann, at vit onnur hava lagað okkum til støðuna, meðan Kringvarpið bara hevur koyrt víðari út frá ynskjum um inntøkur – og tilvitað brúkt pengar, sum ikki vóru. Tá endar galið!
Tað er ein politisk provokatión, tá bæði stjóri og stýrisformaður hótta við at siga 15 – 30 fólkum úr starvi – og kanska øllum! Skulu øll starvsfólkini haldast á pínubeinkinum, ella er hetta kensluporno fyri at leggja trýst á politikararnar?
At politikararnir eru feikir – og summir óreinir – tá tað snýr seg um Kringvarp, tað vita øll. Sambært public service sáttmálanum so ætla politikararnir, at Kringvarpið skal tjena so nógv upp á handilslýsingar, at grundarlagið verður tikið undan øllum hinum miðlunum.
Men tað kann altso ikki koma sum eitt sjokk fyri leiðsluna, at pengarnir eru brúktir. Pengar hvørva ikki soleiðis sum døgg fyri sól, hetta hevur leiðslan vitað – men hevur ikki tikið neyðugu stigini í tøkum tíma. Hetta er so stórt ábyrgdarloysi, at ábyrgdin eigur og skal plaserast
Sjálvandi skulu vit hava eitt gott public service kringvarp. Og tað kann gerast ordiligt. Men tað verður ikki gjørt við at brúka yvir evni.
At 10 prosent mangla í eini fíggjarætlan er peanuts, tá tað snýr seg um at reka vinnu. Men stýrir tú ikki eftir hesum fakta og rationaliserar tilsvarandi, so endar galið. Tað er reinur logikkur. Og at halda – sum kringvarpsstjórin sigur, at »onkur má koma við pengunum«, tað er beinleiðis barnsligt!
Politiski myndugleikin eigur at tryggja fíggjarliga grundarlagið undir Kringvarpinum. Annaðhvørt við eini játtan á fíggjarlógini, við at hækka kringvarpsgjaldið ella við at skerja ambitiónsnivoið hjá stovninum.
Men størstan týdning hevur tað, at stovnurin verður rikin við skili. Tað ber ikki til at reka almenna kringvarpið við spæli og handilslýsingum.
Gevið stovninum frið at arbeiða við eini fastari fíggjarætlan uttan lýsingar og spæl – og latið privatu miðlarnar fáa frið at gera tað, sum teir eru bestir til!










