Endamálið er so, at trolið skal ganga hægri, samstundis sum at sleppast kann undan kúlunum. Oljusparingin kemur við, at trolið verður lættari at draga. Magnus Heinason verður aftur á Havnini týsdagin [...] Heinason at royndarkoyra eitt nýtt slag av troli, har tær 245 kúlurnar eru tiknar av, og ein pressending er sett á høvuðslínuna í staðin. Endamálið við nýggja trolinum er at fiska meira og at spara olju [...] uppi í 1980. Hann sigur, at hann royndi hugskotið við Polarfarinum einaferð seinast í fýratiárunum, men at óvist var um tað riggaði tá. Í dag ber betur til, við ymiskum tólum at kanna, hvussu trolið gongur
Vit valdu tó at bíða eitt bil, fyri líkasum at síggja, hvussu alt fór at útvikla seg í Vágum. Nú mettu vit, at stundin var komin til at lata henda handilin upp, sigur hann. Teir miðaðu eftir at klára hetta [...] nevnast, at Bónus eisini rekur handlar í Klaksvík, Glyvrum og á Tvøroyri. Gamalt ynski At Bónus nú letur upp hesa deildina í Vágum er eitt gamalt ynski hjá handilsfyritøkuni. Niels Mortensen sigur, at longu [...] eitt rættiliga stórt høli, sum Bónus nú fær at ráða yvir. Hølini eru um 1000 fermetrar til støddar, harav sjálvur handilin verður 800 fermetrar. - Vit halda at handilin liggur væl plaseraður her, soleiðis
v.s. at fyri at kunna fiska upsa og annað á innaru leið, er neyðugt at kunna fiska tosk og hýsu. Henda kvota var upprunaliga 100 tons av ávikavist toski og hýsu fyri hvørt hálvárið. Men eftir at hava móttikið [...] soleiðis at vit aftur fáa somu hjáveiðukvotu, sum vit høvdu áður, í øllum føri ikki størri niðurskurð enn aðrir í prosentum. Um ikki, so fari eg at heita á landstýrismannin um greitt at boða frá, at hettar [...] Mikkjal Hammer 850 Hvalba Eftir at hava fingið fiskiloyvini fyri næsta hálva árið, har aftur ein stórur niðurskurður er í hjáveiðukvotuni, situr man spyrjandi um ætlanin nú er at avreiða bólk 1 sama veg sum
tingið, um at veita rækjuflotanum stuðul, var grundgevingin, at neyðugt var at stuðla hesi vinnu. Føroyingar høvdu vunnið sær søgulig rættindi og nú var vandi fyri, at vit framyvir fóru at missa hesi, [...] nir ikki vóru troyttir. Tíverri má ásannast, at rækjuvinnan er í svárari kreppu, nú er bert eitt skip er eftir til fiskiskap. Tað sum kann undra ein er, at uppskot er lagt fyri løgtingið um eykajáttan [...] mett, at neyðugt var við einari játtan uppá 10 mió. kr. í 2005. Fleiri skip hava ikki verið eins nógv í fiskiskapi hesa seinastu tíðina, sum tey vóru fyrru hálvu 2005. Nýggjar metingar vísa, at neyðugt
roynd at skapa meira opinleika og geva fólki betri innlit í verkætlanina, og hvussu alt arbeiðið verður skipað . Tað royndist eftir øllum at døma væl og er avgjørt nakað, sum Landsverk eigur at halda fram [...] trupulleikar. Arbeiðsloysisprosentið er 7 og tungt gongur við at fáa hjólini í sunnaru helvt at mala aftur. Tó eru glottar eitt nú við, at arbeiðsloysisprosentið er fallið - tað var 9 fyri hálvum ári síðani [...] umráðandi, at fók og vinnulív í oynni fáa sum mest burturúr hesari íløgu. Smyril má sigla minsta tríggjar ferðir um samdøgurði millum Drelnes og Havnina, og farmagjøldini eiga at vera til at bera hjá vinnuni
viljan hjá myndugleikunum, og neyðugt hevur verið at bíða eftir, at stig vórðu tikin. Laila vísti á, at við 25 árum á baki sum meginfelag er greitt, at neyðugt er við lógum, um fólk við breki skulu fáa [...] skal til hjá fólki við breki fyri, at hesi kunnu verða á jøvnum føti við aðrar borgarar landsins. Hon segði, at neyðugt er við bindandi lógum, sum ikki slepst undan at halda. - Fólk við breki hava altíð [...] Sjálvstýrisfloksins, vísti Laila Solmunde á, hvussu umráðandi tað er, at ST-sáttmálin um rættindi teirra brekaðu verður samtyktur í Føroyum – og at hesin eisini verður raðfestur og fylgdur. Bindandi lógir - Men
ritstjóri, sigur, at umframt at læra at rokna, er ætlanin við Skygnibókunum eisini er at fáa børnini at gruna eitt sindur yvir, hvat býr aftanfyri tey ymsu støddfrøðiheitini, so tað verður lættari at fata tey. [...] flokk frá Skúlabókagrunninum má sigast at vera munandi meir hugalig og spennandi enn roknibøkur flest. Børnini skulu sjálvsagt framvegis læra at rokna, men at hjálpa sær hava tey fingið fryntligu Fryntarnar [...] teir út av, at tá kokkan slær ding-dong fýra ferðir, svarar tað til talið 4 á klokkuni. Soleiðis læra teir eisini at brúka tøl, tá teir telja eggini hjá hønunum, har teir fyrr bara hava dugað at seta strikur
aktuellur, eftir at tvær kvinnur høvdu heitt á kommununa um at gera nakað við hetta. Hesar báðar kvinnurnar - Randi við Brúgv og Sólrun Magnussen heittu nevniliga á Sunda kommunu um at bøta um ferðsluna [...] bygdini. Í fyrstu atløgu skutu hesar kvinnur upp, at gera eina vegforðing um brúnna um Stórá. Í øðrum lagi skutu tær upp at forboð varð sett størri akførum at parkera inni í bygdini. Stórur ampi Hesar báðar [...] til stóran ampa, at bilarnir koyrdu ov skjótt inni í bygdini. Tær vístu eisini á, at tá talan er um parkering av størri akførum so er bygdin alt ov trong til hesi. - Hetta átti eisini at verið óneyðugt,
deildini, og tí kann tað hugsast, at TB fer at fáa stig í Fuglafirði. TB hevur nógv at spæla fyri, og tað plagar at síggjast aftur í avrikunum, tá ið eitt lið, sum hevur nógv at stríðast fyri, spælir móti einum [...] stig. Eg eri ikki nøgdur við spælið. Ov ofta varð loysnin at sparka lagt vald í staðin fyri at royna at spæla. Heldur tú tað vera serliga sannlíkt, at tit skulu detta aftur á plássið, sum ber beinleiðis n [...] hava FM heitið at spæla fyri, so tað verður ikki lætt. Men B36 dysturin vísti, at vit eiga meiri í okkum, enn vit oftast hava víst higartil í ár, og tað er gott fyri moralin, nú vit fara at fyrireika okkum
á kemur tað fyri, at sjáldsom dýr, ið ikki hoyra heima um okkara leiðir, kortini villast hendavegin. Tað fingu børnini í dagrøktini í Hvalba at sanna nú ein dagin. Tá ið tey fóru út at spæla um morgunin [...] tey ráð at frysta flogmúsina og Jens Keld vil fegin hava hana til kanningar at vita. Eitt nú skal hann kanna hana fyri loppur og lýs, sum hann hevur stóran áhugað fyri. Jens Keld Thomsen sigur, at summar [...] liva av flogkyktum og teimum er ikki nógv av í Føroyum hesa ársins tíð, so líkindini fyri at fáa hana at liva eru at kalla ongi.