Mikkjal Hammer
850 Hvalba
Eftir at hava fingið fiskiloyvini fyri næsta hálva árið, har aftur ein stórur niðurskurður er í hjáveiðukvotuni, situr man spyrjandi um ætlanin nú er at avreiða bólk 1 sama veg sum rækjuskipini.
Hjáveiðukvotan hjá bólki 1 er atgongumerkið til innaru leið. T.v.s. at fyri at kunna fiska upsa og annað á innaru leið, er neyðugt at kunna fiska tosk og hýsu. Henda kvota var upprunaliga 100 tons av ávikavist toski og hýsu fyri hvørt hálvárið. Men eftir at hava móttikið fiskiloyvini fyri næsta hálva árið, staðfesta vit at hon nú bert er 40 tons. Og tá okkara niðurskurður nú í tveimum førum er nógv størri enn hjá øðrum líknandi skipabólkum, so er spurningurin, hvat vil Fiskimálaráðið við bólki 1. Hesin niðurskurður er kanska bara promilllu av heildarveiðuni, men fyri bólk 1 er hesin niðurskurður ein stórur partur av hjáveiðukvotuni
Teir flestu lemmatrolararnir eru heimahoyrandi í Suðuroynni, men vónandi er avstandurin ikki so stórur suður, at landsstýrismaðurin ikki veit, hvat fylgir hetta kann fáa fyri hesi skip og Suðuroynna.
Fyri okkum sum varða av hesum skipum er hettar sera ørkymlandi. Hettar kemur beint eftir at landsstýrismaðurin hevur sett kunngerðir í gildi (fiskapakkan), sum ger at vit ikki í sama mun sum áður, kunnu hava ein fíggjarliga skilagóðan rakstur.
Og sum er, er raksturin sera tungur, serliga av høga oljuprísinum, og við framhaldandi minkandi rættindum, gongur skjótt skeiva vegin.
Vónandi var hettar ein kiksari hjá landstýrismanninum, soleiðis at vit aftur fáa somu hjáveiðukvotu, sum vit høvdu áður, í øllum føri ikki størri niðurskurð enn aðrir í prosentum. Um ikki, so fari eg at heita á landstýrismannin um greitt at boða frá, at hettar verður politikkurin mótvegis lemmatrolarunum, soleiðis at vit kunnu taka neyðug stig fyri at minimera tapi hjá partaeigarum og øðrum ognarum.