GÍ
Gøtumenn eru í størri vanda fyri at missa plássið í bestu deildini, enn teir nakrantíð hava verið, síðani teir í 1980 fyrstu ferð royndu seg í 1. deild. Síðani hava teir verið fast inventar í bestu deildini.
- Vit eru næstaftast, og vit eiga torføra uppgávu á Skála í síðsta umfarinum. Skálamenn hava FM heitið at spæla fyri, so tað verður ikki lætt. Men B36 dysturin vísti, at vit eiga meiri í okkum, enn vit oftast hava víst higartil í ár, og tað er gott fyri moralin, nú vit fara at fyrireika okkum, heldur Sámal Joensen.
GÍ liðformaðurin fór av vøllinum miðskeiðis í 2. hálvleiki, tí hann hevði fingið ein løst. Hann roknar tó ikki við, at hetta fer at halda honum burtur frá avbjóðingini á Skála leygardagin.
Hvat vart tú nøgdur við, og hvat vart tú ikki nøgdur við hesa ferð?
- Serliga væl nøgdur var eg við hugburðin. Allir ofraðu seg, og um vit høvdu havt marginalirnar við, so kundu vit havt fingið í hvussu so er eitt stig. Eg eri ikki nøgdur við spælið. Ov ofta varð loysnin at sparka lagt vald í staðin fyri at royna at spæla.
Heldur tú tað vera serliga sannlíkt, at tit skulu detta aftur á plássið, sum ber beinleiðis niðurflyting við sær?
- Tað er ein reellur møguleiki. Vit mugu fyrst og fremst syrgja fyri okkum sjálvum. ÍF tapti stórt í Runavík. Teir hava tryggjað sær pláss í bestu deildini, og tí kann tað hugsast, at TB fer at fáa stig í Fuglafirði. TB hevur nógv at spæla fyri, og tað plagar at síggjast aftur í avrikunum, tá ið eitt lið, sum hevur nógv at stríðast fyri, spælir móti einum, sum ikki hevur so nógv at stríðast fyri.