Gestarøðari
Í fyrilestri sínum, sum gestarøðari á landsfundi Sjálvstýrisfloksins, vísti Laila Solmunde á, hvussu umráðandi tað er, at ST-sáttmálin um rættindi teirra brekaðu verður samtyktur í Føroyum – og at hesin eisini verður raðfestur og fylgdur.
Bindandi lógir
- Men tað er ikki nóg mikið við einum mannarættindasáttmála. Okkum tørvar ein sáttmála, sum heilt greitt tilskilar, hvat tað er, sum skal til hjá fólki við breki fyri, at hesi kunnu verða á jøvnum føti við aðrar borgarar landsins.
Hon segði, at neyðugt er við bindandi lógum, sum ikki slepst undan at halda.
- Fólk við breki hava altíð skula dúva upp á tann góða viljan hjá myndugleikunum, og neyðugt hevur verið at bíða eftir, at stig vórðu tikin.
Laila vísti á, at við 25 árum á baki sum meginfelag er greitt, at neyðugt er við lógum, um fólk við breki skulu fáa neyðugar sømdir í samfelagnum.
Sjálvstøðug rættindi
- Við ST-sáttmálanum sleppa vit undan at skula tigga og biðja, men fáa sjálvsøgd rættindi, eins og onnur hava tað í gerandisdegnum, segði forkvinnan í Meginfelag teirra Brekaðu.
Laila Solmunde segði, at ST-sáttmálin er tað týdningarmesta skjalið, sum fólk við breki nakrantíð hava havt.
- Men nú er so eftir, at fáa sáttmálan staðfestan í Føroyum, legði hon aftrat.
Nýggj landsbyggilóg
Ein av teimum, sum tók orðið eftir framløguna hjá Leilu Solmunde, var Kristina Larsen.
Hon vísti á, at umstøðurnar hjá rørslutarnaðum als ikki eru nøktandi í samfelagnum.
- Sjálvt um vit ferð eftir ferð hoyra, at umstøðurnar skulu betrast, hendir alt ov lítið
Kristina spurdi tí, um tað kanska hevði verið eitt hugskot at fingið eina nýggja landsbyggilóg, sum eitt nú ásetir krøv um atkomuviðurskiftini til nýbygging.
- Vit eiga at lóggeva á hesum øki á ein hátt, sum bæði fevnir um tað almenna og privata, segði Kristina Larsen.