Eitt støddfrøðiævintýr

Nú kunnu børnini í 1. flokki læra seg at rokna saman við Fryntunum í Fryntavík. Fryntligu verurnar spæla nevniliga ein spennandi leiklut í roknibókini Skygni 1b, sum Føroya Skúlabókagrunnur gevur út í næstum


Nýggja roknibókin Skygni 1b til 1. flokk frá Skúlabókagrunninum má sigast at vera munandi meir hugalig og spennandi enn roknibøkur flest. Børnini skulu sjálvsagt framvegis læra at rokna, men at hjálpa sær hava tey fingið fryntligu Fryntarnar í Fryntavík, sum Edward Fuglø hevur gjørt til ein heilan myndaheim fyri seg í bókini.
Kendur ænintýrheimur
Saman við tekingunum og søgunum, kunnu næmingarnir fylgjast við Fryntunum og gruna yvir tær ymsu rokniavbjóðingarnar, teir renna seg í. Í Fryntavík hava tey til dømis bara eina klokku, sum sigur ding-dong. Ein dagin fáa teir eina klokku við tølum á, og skjótt finna teir út av, at tá kokkan slær ding-dong fýra ferðir, svarar tað til talið 4 á klokkuni. Soleiðis læra teir eisini at brúka tøl, tá teir telja eggini hjá hønunum, har teir fyrr bara hava dugað at seta strikur.
Gundur Mortensen, ritstjóri, sigur, at umframt at læra at rokna, er ætlanin við Skygnibókunum eisini er at fáa børnini at gruna eitt sindur yvir, hvat býr aftanfyri tey ymsu støddfrøðiheitini, so tað verður lættari at fata tey.
Í Skygni 1b er ein hugtakandi søga um lívið hjá Fryntunum og ein mynd av Fryntavík, sum børnini kunnu heingja upp heima við hús. Soleiðs kunnu børnini altíð hava hendan ævintýrheim fyri eyga, tá tey skulu hjálpa Fryntunum at loysa onkra av rokniuppgávunum í bókini.
Sjálvt um hetta er ein ævintýrheimur, er tað lætt hjá børnunum at kenna seg sjálvi afttur í tí, sum hendir. Fryntarnir gera nevniliga alt sovorðið vanligt sum at keypa, selja og veksla pengar, og út frá tekningunum sær alt hetta út til at ganga fyri seg onkustaðni í Føroyum.
Tað eru Mortan Dalsgarð og Edvard Olsen, sum hava týtt Skygni úr donskum og lagað hana til føroysk viðurskifti saman við Gunduri Mortensen og Edwardi Fuglø.