87 ár og uppfinnari

Nýggja uppfinningin skal gera, at skipið fiskar meira og hartil sparir olju

Sunnudagin fór trolarin Magnus Heinason at royndarkoyra eitt nýtt slag av troli, har tær 245 kúlurnar eru tiknar av, og ein pressending er sett á høvuðslínuna í staðin. Endamálið við nýggja trolinum er at fiska meira og at spara olju.
Gamalt hugskot
Maðurin aftan fyri nýskapandi hugskotið er 87 ára gamli Petur Højgaard úr Saltangará, sum fekk skipsboð av Magnus Heinasyni sunnumorgunin. Petur fekk hugskotið fyri mongum árum síðani, tá hann eisini evnaði eitt royndarmodell til. Síðani hevur tað verið dreymur hansara at fáa tað royndarkoyrt. Seinasta heyst setti hann seg so í samband við Fiskirannsóknarstovuna og greiddi teimum frá um hugskotið. Síðani hevur stovnurin arbeitt víðari við hugskotinum, og er tað úrslitið av samstarvinum millum gamla sjómannin úr Saltangará og yngru granskararnar úr Havn, sum nú skal roynast í verki. Petur Højgaard er gamal sjómaður. Hann fór til skips í 1934, og sigldi til hann legðist uppi í 1980. Hann sigur, at hann royndi hugskotið við Polarfarinum einaferð seinast í fýratiárunum, men at óvist var um tað riggaði tá. Í dag ber betur til, við ymiskum tólum at kanna, hvussu trolið gongur í sjónum.

Kann gerast kollvelting
Teir á Fiskirannsóknarstovuni siga, at um royndin eydnast, og hugskotið elvir til, at trolið gapar eini 25 prosent meira, og at skipið kann spara eini 10 prosent av oljunýtsluni, kann uppfinningin gerast ein sonn kollvelting fyri trolvinnuna. Teir nevna talið 7 á einum skala á 10.
Hugskotið aftan fyri nýskapanina er, at ein pressending ella segl verður sett á høvuðslínuna í staðin fyri kúlurnar, sum vanliga halda trolinum flótandi. Sostatt lækkar vatnmótstøðan, trolið gapar hægri og verður lættari at draga. Endamálið er so, at trolið skal ganga hægri, samstundis sum at sleppast kann undan kúlunum. Oljusparingin kemur við, at trolið verður lættari at draga. Magnus Heinason verður aftur á Havnini týsdagin ella mikudagin.