málmun frá KÍ, sum er á triðja plássi. Um B68 skal hava møguleika at flyta upp, so er treytin, at toftamenn vinna triðja plássið. Næstsíðsta umfar er í dag. B68 er á veg suður á Argir. Um møguleikin fyri [...] fyri uppflyting skal vera í viðførinum á veg innaftur, so er neyðugt hjåa B68 í hvussu so er at vinna eitt stig ídag. Næstbesta KÍ liðið er á veg í høvuðsstaðin at spæla ímóti Giza Hoyvík. Um klaksvíkingar [...] seinnapartin ídag. Tað er langt síðani greitt, at AB flytur upp. Argjamenn spæla í dag fyri síðstu ferð á heimavølli í næstbestu deildini. Teir eru farnir undir fyrireikingarnar til nýggju avbjóðingina í fremstu
niðara Søldarfjarðarvegin og Fjørðuvegin í Runavík – út á málið á Toftakei. Skjótt á odda Beinanvegin sást, at Eirikur Hansen, Andrass Joensen og Jonhard Larsen vóru teir, ið løgdu mest fyri, og teir tríggir [...] fjør var við hesa ferð. Tá starturin gekk einar 500 metrar inni á Funningsfjarðarvegnum, vóru 24 mannfólk og eitt konufólk til reiðar at herja á teir 21,1 kilometrarnar, sum teinurin fevndi um – umvegis niðara [...] vindur – og hann var ímóti allan samlan teinin, frá startinum og til málið! Hetta sást eisini aftur á tíðunum, sum av tí sama ikki kundu gerast serliga góðar. Eitt nú var vinnaratíðin hesa ferð næstan 20
var vitjaði Royn. Har eydnaðist hoyvíkingum á grasvøllinum í Hvalba at vinna 2-1, eftir at tað hevði verið 1-1 í hálvleikinum. Jørgen Meitilberg legði gestirnar á odda longu í fimta minutti við brotssparki [...] tann dysturin var millum FF Giza og Undrið, sum spældu á Argjum. Undrið hevur skift samleikan út og fingið eitt »ð« skoytt upp í navnið, sum í eygunum á fleiri hevur sæð út sum ein stavivilla, men tó ikki [...] ið fór við sigrinum leygardagin, tí tað eydnaðist at vinna 2-1 á FF Giza, og øll málini komu í fyrra hálvleiki. Fróði Vang legði FF Giza á odda við beinleiðis frísparki, men góðar fimm minuttir seinni gjørdi
tbóltur á skránni. A-landsliðið fer fríggjakvøldið at spæla á heimavølli ímóti Eysturríki og annað mánakvøld á heimavølli ímóti Skotlandi. U-21 landsliðið fer eftir døgurða hósdagin at spæla á heimavølli [...] fýra dystirnir í 12. umfari vóru á skrá sunnudagin 23. mai, men tá argaði koronan so mikið illa, at fótbóltsdystirnir vórðu útsettir, og nú leygardagin eru teir aftur á skrá. Tað verður fótbóltur í fremstu [...] heimavølli ímóti Norður Makedonia og annan mánadag á útivølli ímóti Ukraina. Í heystfrítíðini verður farið undir endaspurtin í landskappingini. Tá vera tríggir dystir leygardagin 16. oktober og tveir dystir
til komandi val. Tað er floksleiðslan í Fólkaflokkinum, sum velur formannin. Og tað skal gerast á hvørjum á fyri landsfundin. Fyri at stilla upp til formann, skal tú hava í minsta lagi fýra stillarar. Og [...] Í floksleiðsluni hjá Fólkaflokkinum eru 26 menn og ein kvinna. Tað hevur leikað hart á Jørgen Niclasen, síðan hann var tikin fyri rúsdrekkakoyring í Vági næstsíðta hósdag. Men áðrenn tað var eisini greitt [...] ikki stillar uppaftur. Tí verða í minsta lagi eitt og í mesta lagi tvey uppskot til nýggjan formann á floksleiðslufundinum, sum verður áðrenn landsfundin. Hvør tað verður, er ilt at meta um. Atkvøðurrætt
ofta systrina í Árnafirði og beiggjan, sum búði á Slættanesi, eisini gekk hann nógv inn til mongu systkini í Fuglafirði. Tað var hugnaligt, tá hann kom inn á gólvið, setti styvlarnar í gongina og legði r [...] í Árnafirði. Fyrstu ferð eg var á Slættanesi, var eisini við Sivari sum ferðaleiðara. Vit gingu av Oyrargjógv norður eftir bakkanum, um Klivarnar og Ørgugjógv, síðani á skák niðanum Klíningsgjógv, og haðani [...] vanliga varð nevndur, var nr. 8 í barnarøðini av 12 børnum hjá Katrinu Jacobsen av Slættanesi og Símun Jóhan Eliasen úr Fuglafirði. 101 ár eftir at húsini uppi við Garð vóru bygd, og 100 ár eftir at fyrsta barnið
sigast má, at hon er sera fjølbroytt. Ikki færri enn 31 listafólk eru við á framsýningini hesaferð, og íalt eru 94 listaverk uppi á veggjunum. Og har er nógv ymiskt. Teir gomlu garvaðu eru har, Tróndur Patursson [...] Men eisini nýggj listafólk hava fingið innivist á várframsýingini hesaferð. Hjá onkrum er talan um at tey framsýna fyri fyrstu ferð, meðan onnur eru við á várframsýningini fyru fyrstu ferð. Tað er felagið [...] men 14 teirra vórðu ikki umboða á framsýningini. Nýggju andlitini - nýggj list Tey »gomlu« listafólkini hanga og vit kenna tey aftur. Men, sum nevnt, eru nøkur, sum eru við á Várframsýningini fyri fyrstu
framføra solotónar eftir Johann Sebastian Bach á guitara. Peter Hentze Niclasen er tenorsangari og syngur við í m. ø. Tórshavnar Manskóri og Tarira. Hann var næmingur á Íslendska sangskúlanum – Føroya deild, ið [...] hann kom gjøgnum nálareygað á tónlistarskúlanum í Keypmannahavn. Hann tók diplompr. Lærari hansara var Ingolf Olsen, sum er hálvur føroyingur, mamman var úr Leynum. Ólavur var á ársskeiði í 1993/94 í Frankaríki [...] Tíðindaskriv Tenorsangarin Peter Hentze Niclasen og guitarleikarin Ólavur Jakobsen eru í hesi vikuni á konsertferð kring Føroyar. Konsert var í Ribarhúsi í Fuglafirði hóskvøldið. Leygardagin hava teir konsert
Fyrstu ferð, eg sá Karl Anton, var, tá ið eg fór at heilsa upp á hann á ovastu hædd á Margarinfabrikkini. Har møtti eg hesum prúða »víkinginum« - men eg fekk skjótt at kenna, at aftana fyri fasaduna, var [...] at menna evnini á tónleikaøkinum. Har var næstan ikki gangandi fyri ljóðførum og leidningum, men um onkur leidningur lá eftir gólvinum, tók hann ikki so tungt. Prátið fall beinan vegin á, hvussu tey ungu [...] framsýningin á Eysturskúlanum pálmasunnudag. Í tí sambandi er vanligt, at vit hava nakað av tónleiki og sangi eisini. Í ár bóru onkrir tónleikaleiðarar seg undan og kom hetta rættiliga óvart á meg. Bert fáar
Jóhan Jógvansson realist Svar til lesarabræv hjá Meinhard Jensen í Dimmu týskvøld 17/05-05 Tað fyrikemur mær sum Føroyar er væl á veg at verða heilavaskaðar av religiónsfanatikarum, ella fundamentalistum [...] við trúvirði á keldunum í sjónvarpssendingini, um talan var um onkran annan fundamentalist, sum pástóð, at Jesus hevði grøtt túsund fólk í Afrika ella okkurt líknandi. Eg vil eisini heita á øll fólk í Føroyum [...] tum, sum standa og rópa halleluja Várharra og Jesus á hvørjum gøtuhorni. Tað er nærum ómøguligt at nýta nakran miðil uttan at verða heilavaskaður av hesum religiónsgreðingum. Tann frægasti av øllum er