Spennandi várframsýning

Ikki færri enn 31 listafólk hava fingið verk við á Várframsýningina 1998 og tey eru umboðaði við heili 94 listaverkum. Framsýningin fer sera víða og har skuldi tí verið eitt sindur fyri ein hvønn sum hyggur inn á gólvið

Várframsýningin 1998 læt upp seinnapartin í gjár og sigast má, at hon er sera fjølbroytt.

Ikki færri enn 31 listafólk eru við á framsýningini hesaferð, og íalt eru 94 listaverk uppi á veggjunum.

Og har er nógv ymiskt.

Teir gomlu garvaðu eru har, Tróndur Patursson, Kári Svensson, Zacharias Heinesen og Bárður Jákupsson.

Men eisini nýggj listafólk hava fingið innivist á várframsýingini hesaferð.

Hjá onkrum er talan um at tey framsýna fyri fyrstu ferð, meðan onnur eru við á várframsýningini fyru fyrstu ferð.

Tað er felagið Føroysk Myndlistafólk sum skipar fyri Várframsýningini og felagið hevur sett eina dómsnevnd at velja millum listaverkini.

Tey sum sita í nevndini sita í trý ár og ein teirra verður skiftur út hvørt ár. Tað merkir so, at tað ongantíð eru tey somu sum sita í nevndini.

Í ár sita Marius Olsen, Zacharias Heinesen og Guðrið Poulsen.

Guðrið Poulsen sigur, at tey hava gjørt sær stóran ómak at velja ímillum innsendu listaverkini.

Ikki færri enn 45 listafólk sendu verk inn, men 14 teirra vórðu ikki umboða á framsýningini.


Nýggju andlitini

- nýggj list

Tey »gomlu« listafólkini hanga og vit kenna tey aftur.

Men, sum nevnt, eru nøkur, sum eru við á Várframsýningini fyri fyrstu ferð.

Hansina Iversen, Karstin Olgar Lamhauge, Per Thomsen og Tummas Jákup Thomsen eru nýggj, fyri bara at nevna nøkur.

Tað sum sermerkir tey nýggju listafólkini er, at teirra list brýtur rættiliga nógv frá teimum eldru listafólkunum.

Unga listin byggir, sum Astri Luihn tekur til, á tað minimalistiska.

Og tað ger framsýningina sera áhugaverda. Har er so nógv ymiskt.

Tó so, ein av teimum yngru lisafólkunum er Jóhannes Gaard, og hann hevur hildið seg til landslagið og bygdina.

Tað er stuttligt at síggja hvussu ymisk list er, og hvussu ymsikt hon verður løgd út. Nøkur listafólk brúka nógvar litir, og sterkar, meðan onnur halda seg til tað meria einkla.

Várframsýningin verður hangandi í Listaskálanum til 5. apríl, og opið er týsdag til fríggjadag, kl. 14-17, og leygardag og sunnudag, klokkan 14-18. Mánadag er stongt.

Aðrastaðni í blaðnum í dag hevur Malan Marnersdóttir ummæli av Várframsýningini 1998.